Listen

Description

Tríggjar ymiskar sendirøðir eru í spolanum hesa ferð.

Vit kunnu bjóða uppá klassiskt science fiction við nýggjastu sesongina av Star Trek: Discovery, ið filmsleikstjórin Hanus Johannesen kemur at ummæla.

Eisini hava vit dystopiska og spekulativa fiktión við áhugaverdu og virðisløntu sendirøðini Handmaidens Tale, ið filmsleikstjórin og sjónleikarinnan Annika á Lofti kemur at ummæla.

Men vit byrja við einum skemtiligum tunglyndi í nýggjastu stutt-sendirøðini eftir skemtiarinum Ricky Gervais, sum eitur After Life.