Listen

Description

Danismur eru aftur dagsins høvuðsevni, har vit millum annað umrøða orðingar sum at vakna og steingja upp og hevði eg nær sagt.

- At siga hevði eg nær sagt, er kanska ein máti at umbera seg, um tað, sum varð sagt, var ov beinleiðis, heldur Elin Henriksen, málkøn, fyri.

Harafturat verður tosað eitt sindur um orðið, vorðin, eins og tikið verður afturíaftur nakað av tí, sum var sagt í síðstu sending um bygdina Hvannasund og viðoyingar.