Listen

Description

Tað kemur ofta fyri, at fólk finnast at, tá ið tey hoyra orð í útvarpinum, sum tey ikki kennast við.

Eitt dømi um hetta var herfyri, tá ið útvarpsvertur brúkti orðið, røðari. Orðið, røðari er kanska ikki so ókent, men í hesum førinum var tað brúkt um rógvara. 

Mong hava vent sær til okkara í Málteiginum um hetta og gjørt vart við, at ein røðari er ein, sum heldur røðu, og ein rógvari ein, sum rør.

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at lurtarar fevna eisini um gomul fólk, ja tey eru kanska tey, sum lurta mest eftir útvarpinum.

- Og eg haldi, at nógv gomul fólk kenna orðið røðari um rógvari, og kanska er tað framvegis livandi í onkrum málføri, sigur hon og leggur afturat, at hon sær einki skeivt í hesum.

Innan og handan
Fyrisetingar eru orð, sum vit javnan verða ørkymlað av, og tvær av teimum eru tær báðar innan og handan, og hesar verða ofta brúktar í førum, har tær ikki kunnu brúkast - so sum fólk handan felagsskapir ella arbeiðið innan eina vinnu.

Handan merkir hinumegin, og tí skal tað einans brúkast í tí samanhangi. 

- Tí eiga vit at siga fólkini aftan fyri felagsskapin, og arbeiðið í einari vinnu, sigur Elin Henriksen. 

Innan hevur eisini fleiri merkingar, men eingin teirra kann brúkast til at siga “innan hetta økið”.

Innan kann sum hjáorð vera

·    haðan tú kemur: Eg eri komin innan av Skálafjørðinum. 
·    á innaru síðu: mála húsini innan

sum fyriseting

·    innan fyri: innangarðs, innanveggja
·    um tíð - áðrenn: arbeiðið skal vera liðugt innan 3 vikur

Innan kann eisini vera sambindingarorð, men tað er lítið brúkt longur. 

Í stuttum: 

tað eitur ikki innan fiskivinnuna, men í fiskivinnuni
tað eitur ikki innan hetta økið, men á hesum økinum
og tað eitur ikki innan skúlaskap, men í skúlaskapi

 

Dagsins orðatøk eru: 

vera sum kúgv í heimabeiti.
vera sum kúgv í tjóðri
vera sum hundur og ketta

Onnur evni, sum eru umrødd í dag, eru orðið, at pendla, orðingin, tímir tú at gera hetta fyri meg, grót ella rótføroyskt, gravskitið og fipur.