Listen

Description

Nær er tað hvønnfall, og nær er tað hvørjumfall?

Tað er ein stórur spurningur, og í dagsins sending tosa vit um sagnorð og føll.

Hví eitur tað til dømis vaska bilin, men vaska mær? Hví ikki vaska bilinum og vaska meg?

Dømi um sagnorð, sum stýra einum falli - annaðhvørt hvønnfalli ella hvørjumfalli:

 

HVØNNFALL
HVØRJUMFALL


Eg síggi hann.
Eg møtti honum.


Eg spyrji hana.
Eg svari henni.


Hon biður hann gera soleiðis.
Hon mælir honum til at gera soleiðis.


Teir flotaðu bátin.
Teir stýrdu bátinum.


Hann lyfti hana  upp á land.
Hann lyfti henni uppfrá.


Hon heldur ferðslulógina.
Hon heldur barninum í føvninginum.


Tú noyðir hann at gera tað.
Tú áleggur honum at gera tað.


Tú klæðir teg væl.
Frakkin klæðir tær væl.


Mjørkin darvar flogferðsluna.
Mjørkin forðar flogferðsluni.


Lærarin lærir børnini at lesa.
Børnini læra seg at lesa.
Lærarin undirvísir børnunum í lesing.


Bóndin fóðrar seyðin væl.
Bóndin gevur seyðinum hoyggj.


Hann styðjar hana í brattlendinum.
Hann hjálpir henni í brattlendinum.


Tey heiðra hann, nú hann fyllir 70.
Tey fagna honum, nú hann fyllir 70.

 

Snákingarsagnorð: 

Ein heilt serligur bólkur av sagnorðum eru tey sonevndu snákingarsagnorðini, t.d. vaska, greiða, klippa, kína.

Tað serliga við hesum orðunum er, at tey taka hvørjumfall, tá ið talan er um fólk og húsdjór, og annars hvønnfall, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. 

Dømi: 

SNÁKINGARSAGNORÐ
HVØNNFALL
HVØRJUMFALL


vaska
(tváa)
Eg vaski bilin.
Hon vaskar føturnar á barninum.
Eg vaski mær.
Hon vaskar barninum um føturnar.


greiða
(kemba)
Hon greiðir fløkjuna.
Hann greiðir línuna.
Hon greiðir sær. 
Hon greiðir hundinum.


raka
Hann rakar bøin
Hann rakar sær.


klippa
Hon klippir runnarnar.
Frisørurin klippir henni.


strúka
Hon strýkur klæðini.
Hann strýkur sær um ennið.


sleikja
Hon sleikir skálina.
Hon sleikir sær um munnin.


klappa
Hon klappar knetti.
Hon klappar honum á kinn.


kína
Hann kínir bilin.
Hann kínir kettuni.


mjólka
Tey mjólka landskassan.
Tey mjólka kúnni.

 

Sjáldsom orð

Umframt føll viðgera vit orðini, handdragin /hannrajin/ og krakel.