Alt tað ræðandi, sum vitlíki kann føra við sær
Í hesum partinum tosa vit um óttan, ið nógv hava viðvíkjandi vitlíki og framtíðini. Vit tosa um hugmyndir úr filmunum Terminator 2 og Matrix – eru hesir filmar bara tankaflog, ella kunnu teir gerast veruleiki? Eisini tosa vit um evni sum Artificial Super Intelligence og umrøða møguligu vandarnar við einum vitlíki sum vit kanska ikki megna at støðga.
Vitja okkum á: vitliki.fo