podcast
details
.com
Print
Share
Look for any podcast host, guest or anyone
Search
Showing episodes and shows of
Elisa Vang
Shows
Vágskálin
Vágskálin: Gitin filmsmaður og naknar standmyndir
Í sambandi við Geyta-tiltakið 8. februar í ár hevði Birgir Kruse samrøðu við Bjørka Geyti um pápan, Herálv Geyti, sum Geyta-tiltakið eitur eftir. Teir siga søguna um Herálv í útvarpsstovuni. Herálvur Geyti vísti film fyri føroyingum, tá óvanligt var at síggja film í Føroyum. Hann ferðaðist kring oyggjarnar við filmstólinum, og mong høvdu fragd av hansara sýningum. Geytin var gløðandi sjálvstýrismaður, og tá hann helt fyrilestur um Føroyar í Danmark í 1946, fekk hann onga samsýning, tí hann var ov hvassorðaður. Í sendingini er eisini kjak um standmyndir av ónevndum naknum...
2025-02-26
52 min
Frímælt
57. Til rally hjá Trump og eta livandi hummarar
Frímælt er on fire í dag. Vit tosa við eina kvinnu, sum hevur verið til eitt rally hjá Donald Trump, forsetavalevni í USA. Vit tosa við ein mann, sum hevur etið ein livandi hummara - tað er ikki Pilou Asbæk, tí Pilou setti ikki tennirnar í livandi hummaran hjá Marna Simonsen, men tað hevur ein annar maður gjørt. Honum frætta vit frá. Vit tosa eisini um abortir, tí vit abortera sum ongantíð í Føroyum. Vit tosa eisini um Ingilín Strøm, tí alt bendir á, at hon er verður tað fyrsta landsstýrisfólkið, sum rýkur. Gestir e...
2024-09-27
1h 19
Frímælt
36. Rúkandi ósamdir gestir um næstan alt
Brotasjógvarnir í annars hugnaligu upptøkuhølunum í Frihedsbrevet vóru øgiligir hesa ferð, men evnini løgdu eisini upp til tað. Tí føroyingar eru ov feitir, men er tað í veruleikanum ein trupulleiki? Eitt mál skal roynast í Føroya rætti, tí at Beinir Joensen millum annað hevur kallað sjónvarpsvertin John Johannesen fyri kynsvilling. Men hvar gongur markið fyri, hvat vit kunnu loyva okkum at siga um onnur? Ella eru vit vorðin ov sært? Og hví eru mannfólk so vánalig at fara til lækna - og hvat kann gerast við tað? Vit tosa eisini við Jan Resto...
2024-04-25
1h 14
Verkavarpið
20. VERKAFÓLK VÓRU HER
VERKAFÓLK VÓRU HERSoleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr? Og hvat er eitt verkafólk, soleiðis heilt ítøkiliga?Tað fara teir báðir fakfelagsformenninir Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, og Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, at greiða okkum frá í Verkavarpinum í dag.
2024-04-15
28 min
Verkavarpið
20. VERKAFÓLK VÓRU HER
VERKAFÓLK VÓRU HERSoleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr? Og hvat er eitt verkafólk, soleiðis heilt ítøkiliga?Tað fara teir báðir fakfelagsformenninir Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, og Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, at greiða okkum frá.
2024-04-08
28 min
Verkavarpið
19. Fer dýra rákið at venda?
Hví er alt so dýrt? Fer dýra rákið at venda? Um ja, nær? Og hvussu við hasum skattalættanum? Hvørjum gagnar hann? Um nøkrum?Hesum spurningunum, og fleiri aftrat, havi eg fingið fíggjarfrøðing, Jan Otto S. Holm, og fakfelagsumboð, Sonju Jógvansdóttir, í Verkavarpið at geva okkum nøkur boð uppá.
2024-03-19
35 min
Við Tórði á túri
Við Tórði á túri á kvinnudegnum
Stóra kvinnutiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sjálvan kvinnudagin var aftur í ár og har umrøddu kvinnur við ymsum sjónarmiðum aktuell evni. Onnur evni í hesum túrinum eru spennandi framsýninguará Tjóðsavninum í Hoyvík, stórt tiltak í Havnar kirkju við evninum "Kirkjan og kvinnurnar" og samrøða um seinastu gandakellingina í Føroyum, Høvuðsevnini í Fuglafirði vóru spurningurin um fría fosturtøku eftir at bókin "Abort - grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv" júst er komin út, og stóri spurningurin er hvat vit gera, nú framrokningar meta at tað um fá ár fara at mangla 1.500 fólk umsorga...
2024-03-11
51 min
Frímælt
29. Opið stríð í fólkakirkjuni og nógvar óðar kvinnur
Hví var bispur so óður, tá hann var í útvarpinum og tosaði um eina kæru? Er talan um ein fyrisitingarligan fótfeil ella er kirkjan um at fara í tvívingar? Og hví eru tað so nógv, sum fáa so ilt av, at løgtingskvinnurnar fara til New York? Og høvdu hesar somu kvinnur farið á ráðstevnuna, um hon var í Skåne? Tað tosa vit um í dagsins parti av Frímælt, har vit eisini tosað um farvælheilsanina, ein venjari fekk frá sínum felagi, eitt karaktermorð, sum er óhoyrt - ella hava vit ikki sæð líknandi dømi í Føro...
2024-03-08
1h 10
Frímælt
26. Føroyskur tónleikur strikaður á Spotify
Hvat hava Bill Justinussen, ein øl, sum er 6,66 prosent og B36-varpið í felag? Svarið er, at hesi verða øll vend og viðgjørd í nýggjasta partinum av Frímælt, sum eisini rundar Spotify, sum so smátt er farið at strika føroyskan tónleik, sum verður lítið spældur. Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og vertur í Verkavarpinum, og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
2024-02-16
1h 12
Frímælt
21. Abort, sálarheilsa hjá monnum og objektivir journalistar
Kensluborið og lívligt kjak hesa ferð, nú sálarheilsan hjá monnum varð sett undir luppin. Tí menn hava veruliga ein stóran trupulleika: sálarheilsan er vánalig og tað er alvorligt. Tað er tað eisini at taka eina abort, sum vit sjálvandi eisini tosa um. Og so er ein annar spurningur, um tíðin er farin frá objektivum journalistum? Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur í Gentuvesinum í Kringvarpi Føroya, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og poddvarpsvertur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com...
2024-01-12
1h 21
Frímælt
14. Mikkjal Thomassen, albanski operasangarin og politiskir brotasjógvar
Hvat hendi í rættinum týsdagin og mikudagin, tá málið um Mikkjal Thomassen var fyri? Tað veit Rólant Waag Dam, sum fylgdi rættarmálinum. Hvat var tað, sum hendi, tá føroyski tjóðsangurin varð sungin í Albania mánakvøldið? Tað veit Klæmint Olsen, sum royndi at syngja við. Vit tosa við Klæmint um løtuna, tá menn fóru at smílast - og so spyrja vit Sunleif Rasmussen, tónaskald, um talan var um góðan sang. Vit skifta eisini orð um amerikanska forsetan, sum gjørdist 81 ár í vikuni. Um politisku kreppurnar, sum sitandi sa...
2023-11-24
1h 08
Frímælt
10. Tá løgreglan vildi verja Tobba, ein smásárur hjálparvenjari og celebritykór
Visti tú, at løgreglan eina ferð ringdi til Tórbjørn Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og bjóðaði honum politiverju? Hesa søguna fáa tit hesa ferð, Tobbi greiðir sjálvur frá hendingini. Vit venda eisini rúsdrekkalógini, sum als ikki er tað ynskið, sum vinnan hevði, men sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður annars vil vera við. Tí í veruleikanum er talan um eina herðing - hoyrið hví. Annars er tað eitt sindur av Ísrael, Eivind Jacobsen og Tórshavnar Manskór - og sjálvandi dagsins kaka.
2023-10-27
1h 04
Verkavarpið
18. 37 tíma arbeiðsvika - hvat og hvussu?
Nú er hann her, poddurin um stytta arbeiðsviku. Hvat vita vit um 37 tímars arbeiðsvikuna? Hvat fer tað at kosta hvørjum? Hvørjar fyrimunir hevur tað? Bæði sosialt og ísv, bruttotjóðarúrtøkuna til dømis?Allir hesir spurningarnar, og nógv meira, fara Jan Otto S Holm og Regin Berg at greiða okkum frá – tað vóru nevniliga teir báðir, sum gjørdu frágreiðingina um 37 tímars arbeiðsviku í 2021, sum almenni arbeiðsbólkurin arbeiðir við nú.
2023-10-25
36 min
Frímælt
6. Heimleys, ein danskur gangstari, sum lumpaði føroyskar vinnulívsmenn, og Russel Brand
Hevur tú hoyrt søguna um Bandidos-rokkaran og gangstaran, sum snýtti nakrar føroyskar vinnulívsmenn? Hana fært tú í Frímælt hesa ferð, umframt at vit tosa um støðuna hjá heimleysum í Havn og neyðtøkuákærurnar mótvegis bretska sjónleikarinum og miðlamanninum Russel Brand. Gestir eru Elisa Vang, poddvarpsvertur og stjórnmálafrøðingur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
2023-09-29
1h 02
Frímælt
4. Mongu hattarnir hjá Tobba, Ísrael og bispur
Borgarstjóri. Formaður. Politiskur viðmerkjari. Fótbóltsserfrøðingur. Bókormur. Vinmaður. Seinastu vikuna hevur Tórbjørn Jacobsen verið alment frammi undir alskyns hattum, sum vit skifta orð um. Sjúrður Skaale er ikki Putin, men hví sleppa dulnevnd fólk á VP at gera so ljótar samanberingar? Og hvat er tað fyri eitt undarligt forhold føroyingar hava til Ísrael? Evnini eru mong í dagsins parti av Frímælt, har Elisa Vang, samfelagsfrøðingur, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet, eru gestir. Vertur er Rólant...
2023-09-15
1h 03
Verkavarpið
17. Fyritíðarpensjón, tillagað starv og arbeiðsbúgving
Hvat gert tú, um tú brádliga - ella so líðandi - gerst heilt ella lutvíst óarbeiðsfør/ur? Almannaverkið hevur fleiri skipanir, sum kunnu hjálpa tær, um tú av eini ella aðrari orsøk gerst kropsliga ella sálarliga tarnað/ur. Millum annað arbeiðsbúgving, tilagað starv ella fyritíðarpensión.Í verkavarpið hava vit bjóðað Elina Ludvík, leiðara í deildini fyri arbeiðsbúgving í Almannaverkinum, og Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki, at umrøða, hvørjir møguleikar eru fyri fólk við skerdum førleikum.
2023-07-12
52 min
Verkavarpið
16. Happing á arbeiðsplássinum
ONKI UM MEG UTTAN VIÐ MEG. Hetta slagorðið verður brúkt í ymiskum høpi, eisini innanfyri organisatiónssálarfrøði tá talan er um m.a. happing. Tað, sum liggur í orðingini er, at á arbeiðsplássinum eiga vit ikki at tosa UM hvønn annan, men heldur VIÐ hvønnannan.Herfyri spurdu vit á sosialu miðlunum, hvørji evni tit, lurtarar, mettu átti at verðið tikin upp í Verkavarpinum. Sera nógv góð boð komu inn, takk fyri tað! Vit valdu tó evnið "happing á arbeiðsplássinum/happing millum vaksin" hesaferð. Í poddvarpsstudio eru komin Erling Fles, sálarfrøðingur, og...
2023-06-06
41 min
Gentuvesið
Ein maður í blæu á Gentuvesinum
Onkuntíð senda fólk tvístøður, sum kunnu vera sera torførar at loysa - og tað hendi hesa ferð. Bárður Dahl Christiansen (DC), listamaður og arkitektur, Elisa Vang, Stand-up skemtari og Ginn Yoga, og Fríði Djurhuus, tónleikari og útvarpsvertur, eru gestavertir í dag. Tey leggja út við at tosa um kettur. Ein av gestunum veit sera nógv um kettur, tískil kanst tú í hesum parti læra tvey ella trý fakta um djórið, sum skilur vøtn. Ein øðrvísi tvístøða er við, sum er torfør at loysa. Ein maður í fjørutinum brúkar blæu, hevu...
2023-05-31
55 min
Verkavarpið
15. Yvirmøði kann smanberast við høga alkoholpromillu
Í dagsins parti tosa vit um yvirmøði. Annbjørg Abrahamsen, sálarfrøðingur, hevur júst skrivað eina PhD-verætlan um yvirmøði hjá sjófólki. Úrslitini hon kom fram til, eru ikki smávegis skakandi. Millum annað er møðin hjá summum teirra so ógvuslig, at hon er at samanbera við eina alkoholpromillu á 1.0 . Til samanberingar kann nevnast, at promillumarkið fyri at koyra bil er 0.2!
2023-04-28
34 min
Verkavarpið
14. Kvinnur arbeiða dupult so nógv sum menn
Í dag er altjóða kvinnudagur og í tí sambandi varpa vit ljós á alt tað ólønta arbeiðið, kvinnur gera serliga í húsarhaldinum. Umframt alt tað praktiska, at heinta børn, støvsúgva, sortera klæðir, gera mat, skifta blæur v.m., so er tað eitt umfatandi "arbeiði" aftrat, sum kvinnur í sera stóran mun taka á seg: tað mentala arbeiðið (eisini kallað tað fjalda arbeiðið). Mentala arbeiðið inniber at minnast til foreldrafundir, tannlæknatíðir, spæliavtalur, ítróttartiltøk og so framvegis. Marin Eidesgaard og Súsanna Samró eru gestir í Verkavarpinum í dag. Tær hava nevniliga skriva...
2023-03-08
31 min
Verkavarpið
13. Tann góða mynstringin
Hvussu ber man seg best at í eini setanarsamrøðu? Kann man, sum umsøkjari, tilláta sær at seta nógvar spurningar til arbeiðsplássið? Og – hvussu byrjar man best sína ferð á einum nýggja arbeiðsplássinum? Hvussu tekur arbeiðsgevarin best ímóti tær? Allir hesir spurningarnir fer Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV, at svara okkum í hesum partinum. Hon hevur nevniliga júst hav tein fyrilestur á Vinnurákinum, um ta góðu at mynstranina og avmynstranina á einum arbeiðplássi.
2023-03-01
31 min
Gentuvesið
Eitt sjey mánaðar gamalt barn á Gentuvesinum
Gott lag, góður tónleikur og góð fólk! Elisa Vang, stand-up skemtari, Aimi Helbo, námsfrøðingur og Løgtingsvalsevni fyri Sambandsflokkin í 2022, og Danny Baldursson, tónleikari, vitjaðu í dag. Tey fingu úr at gera, av tí at tvístøðurnar vóru mangar í talið; hvat skal ein sjeikur, ið ikki er við upp á tann andliga heimin, gera? Kanst tú siga við vinkonuna, sum ætlar at taka barnið við á ferð, at hon ikki skal koma við? Skal tú droppa vinmannin, sum altíð droppar teg, tá ið hann og hansara "on/off" dama koma saman aftur? Og kann man spyrja ein, sum man er væl við, um han...
2023-02-08
55 min
Verkavarpið
12. Áheitan til valevnini - fáið arbeiðsmarknaðarlógirnar uppá pláss!
”Vit eru eftirbátar á nøkrum økjum”. So bersøgin er Sonja Jógvansdóttir, fakfelagsfólk, um vantandi arbeiðsmarknaðarlógirnar í Føroyum, og vónar hon, at tey, sum verða vald á ting 8. des. vilja gera nakað við hetta. Sonja Jógvansdóttir og Heri Reynheim, virkandi formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sum eru gestir í Verkavarpinum í dag, vilja bæði staðiliga heita á komandi løgting um at fáa hesar lógirnar í gildi ongantíð for skjótt.
2022-12-02
46 min
Verkavarpið
11. ADHD á arbeiðsmarknaðinum
Oktoburmánaði var altjóða adhd-mánaði. Í tí sambandi hava vit valt at varpa ljós á adhd og adhd á arbeiðsmarknaðinum. Talið av fólki, ið fáa staðfest ADHD og ADD tykist vera alsamt vaksandi, og man noyðist ikki at seta seg nógv inn í evnið, fyri at fáa eina fatan av, at henda diagnosan ávirkar at kalla alt lívið hjá einum, sum hevur tað. Tí er nærliggjandi at hugsa, at adhd ella add eisini ávirkar eins arbeiðslív. Men hvussu ávirkar adhd arbeiðslívið? Hvørjar avbjóðingar møtir man týpiskt? Hvørjar...
2022-11-09
42 min
Gentuvesið
Italskt sex á Gentuvesinum
Tær báðar skemtiligu damurnar, Elisa Vang og Svanna Hentze í Gong, eru ósamdar, tá ið ein tvístøða um ótrúskap kemur á borðið - tí er tað altíð neyðugt at siga frá, um man hevur verið ótrúgvur fyri fleiri árum síðani? Tvístøðurnar eru fjølbroyttar og torførar at svara uppá; hvat skal ein dóttir, ið skrivar til okkara, gera, nú hon er rættiliga vís í, at pápi hennara hevur okkurt koyrandi við hennara vinkonu? Líka so fjølbroyttar sum tvístøðurnar eru, líka so fjølbroytt og mong vóru ráðini, ið Elisa og Svanna bjóð...
2022-11-02
57 min
Verkavarpið
10. Issues and rights for international workers
Welcome to our very first episode in English. The number of international workers in the Faroe Islands is steadily increasing. Therefore, we have decided to make an English episode where we go thorough some of the most important issues that international workers face, when entering the Faroese labour market.Our guests are David Im, integration co-ordinator at the Immigrations Office, and Sonja Jógvansdóttir, co-ordinator of Samtak, a collaboration between four workers unions.
2022-10-12
38 min
Hiit
Dreingir skulu taka fyrsta fetið
Eisini vitjaðu vit eina øðrvísi café, sum letur upp í summar. Gestir vóru Bjørt Lind úr Kyn, Páll Brim, Elisa Vang og Chanett Djurhuus.
2022-07-13
54 min
Verkavarpið
9. Brúkaraprístal og hvussu tað ávirkar okkum
Korona og kríggj hevur havt búskaparlig sveiggj við sær kring allan knøttin. Í løtuni uppliva vit eina ógvusliga inflatión í Føroyum, sum meira ella minni merkir, at brúkaraprístalið er økt heilt nógv. Hetta kemst serliga av methøgu oljuprísunum.Men hvat er eitt brúkaraprístal? Hvør avger talið? Og hvussu ávirka sveiggini í brúkaraprístalinum okkum brúkarar?Tað greiða Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, okkum frá í hesum partinum av Verkavarpinum.
2022-05-18
41 min
Verkavarpið
8. Kvinnudagur og Fiskepigernes Fagforening
Altjóða Kvinnudagur hevur júst verið, somuleiðis sum, at Fiskepigernes Fagforening, Føroya elsta arbeiðskvinnufelag, fylti 100 ár í januar. Vit hava tí tosað við Sunrid Vang, forkvinnu, um Fiskepigerne tá og nú, og hvønn týdning, felagið hevur havt fyri kvinnuligar løntakarar.
2022-03-11
13 min
Brunsj
Brunsj við Elisu Vang
Elisa Vang er 35 ár, fødd og uppvaksin á Tvøroyri, búsitandi í Havn. Hon er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og starvast dagliga sum samskiftisfólk hjá Føroya Arbeiðarafelag. Elisa er eisini útbúgvin yoga lærari og rekur fyritøkuna Andarúm Yoga. Harumframt skipar hon saman við øðrum fyri Gin Yoga til veitslukend høvi.
2022-01-29
2h 07
Verkavarpið
7. Jólaheilsan frá fakfelagsformonnum
Tað eru nøkur grundleggjandi rættindi, sum mugu fáast til høldar til komandi samráðingar, eru teir tríggir fakfelagsformenninir í Samtaki á einum máli um. Tað er eitt nú alneyðugt, at øll fáa rætt til fasta løn. Serliga av tí orsøk, attað er serstakliga avbjóðandi at fáa bústaðarlán, tá setanarviðurskiftini eru so óviss, sum tey eru hjá tímaløntum. "Tað er skjótt at enda í einum stressaðum, pressaðum láglønarbólki", siga Georg F. Hansen, formann í Føroya Arbeiðarafelag, Jan Højgaard, formann í Føroya Fiskimannafelag o...
2021-12-22
20 min
Verkavarpið
6. Arbeiðsvanlukka og vinnusjúka
Boðskapurin er týðiligur frá Leivuri Persson, stjóra í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, og Pál Weihe, arbeiðsmedisinara: boðið frá arbeiðsskaða og/ella vinnusjúku!Tað er av alstórum týdningi, at skaðar og sjúkur, ið standast av arbeiðnum ella arbeiðsumstøðunum verður fráboðað til ávikavist arbeiðseftirlitið og kommunulæknan, um arbeiðast skal ímóti eini nullhugsjón hvørjum arbeiðsskaðum viðvíkur.
2021-11-19
34 min
Verkavarpið
5.Ung til arbeiðis - er órættur á matskránni?
Ung í Føroyum eru ikki nóg tilvitað um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum. Tað er tað í øllum førum nógv sum bendir á, sigur Rókur Herup Olsen, formaður í Unga Tjóveldi, sum er ein av gestunum í Verkavarpinum hesaferð. Ungmannafelagið byrjaði fyri stuttum átakið "Er Órættur á Matskránni", har tey heittu á ung á arbeiðsmarknaðinum um at senda sínar søgur inn, um tey høvdu verið fyri órætti á arbeiðsplássinum. Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, hevur drúgvar royndir í fakfelagsarbeiði, og í hesum poddinum kemur hon við nøkrum boðum uppá, hvussu vit kunnu bøta um støðuna h
2021-09-09
47 min
Verkavarpið
4. Arbeiðið og tú
"Arbeiðið og tú" er ein kanning, sum Deildin fyri Arbeiðs- og Almanaheilsu ger í løtuni. Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og verkætlanarleiðari, er gestur í Verkavarpinum hesaferð, har hon greiðir frá kanningini, Arbeiðsumhvørvið og tú; hvat hon snýr seg um, og hvat tey vænta at fáa burturúr.
2021-08-25
16 min
Verkavarpið
3. Tíðin eftir sjúku
Svend Højgaard greiðir frá nøkrum av avbjóðingunum, hann upplivdi, tíðina aftaná sjúkramelding. Og Mimi Steintórsdóttir, advokatur, greiðir frá, hvørji rættindi starvsfólk og starvssøkjandi hava í samband við sjúkramelding - og tíðina aftaná sjúkramelding.
2021-06-12
49 min
Verkavarpið
3. Tíðin eftir sjúkramelding
Svend Højgaard greiðir frá nøkrum av avbjóðingunum, hann upplivdi, tíðina aftaná sjúkramelding. Og Mimi Steintórsdóttir, advokatur, greiðir frá, hvørji rættindi starvsfólk og starvssøkjandi hava í samband við sjúkramelding - og tíðina aftaná sjúkramelding.
2021-06-11
48 min
Verkavarpið
2. Stríðsdagur arbeiðaranna: líkaløn í 40 ár
1. mai er stríðsdagur arbeiðaranna. Í hesum serliga 1. mai-poddinum, tosa vit við Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, um nakrar varðar, hon legði eftir sær fyri arbeiðaran í Føroyum alla ta tíð, hon var aktiv í fakfelagsrørsluni. Serliga tosa vit um formligu líkalønina millum kvinnur og menn, sum kom í gildi fyri júst 40 árum síðani í dag. Tað vóru Ingeborg Vinther og Andrea Árting, sála, sum vóru "primus motor" handan sáttmálasamráðingarnar, sum tryggjaðu kvinnum í Føroyum líkaløn hin. 1 mai í 1981.
2021-04-30
41 min
Verkavarpið
1. Strongd á arbeiðsplássinum
Tað er umráðandi at duga at siga frá, um vit vilja fyribyrgja strongd á arbeiðsplássinum - bæði sum løntakari og sum arbeiðgevari.
2021-03-17
43 min
Verkavarpið
Trailer
Introin til poddvarpið.
2021-03-17
00 min