podcast
details
.com
Print
Share
Look for any podcast host, guest or anyone
Search
Showing episodes and shows of
Føroya Pedagogfelag
Shows
Námsvarpið
Prát við Sannu á Løgmansbø
Forkvinnan setur orð á nýggju strategiina
2025-05-21
47 min
Námsvarpið
Svend Brinkmann
Í hesum parti práta vit við Svend Brinkmmann, professari í sálarfrøði á Aalborg Universiteti. Svend Brinkmann bleiv rættuliga kendur, tá ið bók hansara ’’Stå Fast’’ varð útgivin í 2014. Í hesari upptøkuni hoyra Svend seta orð á, hvat námsfrøði er og kann, og hví hugtakið ''Dannelse'' (tvs. hvussu vit mennast og menntast), hevur serligantýdning innan okkara yrki eins og innan lærarayrkið. Aftrat hesum, kemur Svend bæði breitt og djúpt inn á trivnað og mistrivnað millum børn og ung, og serliga okkara fokus (og yvirfokus) á hetta øki í nýggjari tíð.
2025-04-11
47 min
Námsvarpið
Prát vit við Anju Djurhuus, autismurágeva
Í hesum parti práta vit við Anju Djurhuus, sum er autismuráðgevi og serkøn innan autismuøkið. Anja tosar sjálvandi um hvat autisma er - bæði um avbjóðingar og styrkir, og hvussu hetta kann ávirka borgaran og baklandið á ymiskan hátt. Eisini varpar hon ljós á hvat fyri samfelagsligir møguleikar eru, og hvat kann betrast fyri tey, ið liva við autismu.
2025-03-20
1h 04
Námsvarpið
Í hesum parti vitja vit ADHD-felagið í Havn
Í hesum parti vitja vit ADHD-felagið í Havn, har vit práta við Bjørg Dam, ið hevur verið forkvinna í felagnum síðan 2019, og við Biritu Kjærbo, sum er námsfrøðingur og eisini nevndarlimur í ADHD-felagnum. Samrøðan fevnur eitt sindur víða - prátið kemur sjálvandi inn á námsfrøði á ymiskan hátt, men eisini inn á tað meira persónliga, sum Bjørg og Birita hava upplivað. Og harvið koma vit eisini inn á meira sálarfrøði- og samfelagsrelateraði evnir, sum tó eru rættuliga viðkomandi, bæði innan námsfrøði- og lærarayrkið og onnur yrki innan relatiónsarbeiði.
2025-01-06
55 min
Námsvarpið
Harry Knudsen prátar um sertoymi í Skúlanum við Løkin
Í hesum parti vitja vit sertoymið í Skúlanum við Løkin, (Runavíkar Kommunskúli), har vit práta við Harry Knudsen, námsfrøðing. Harry er ein evnaríkur listamaður, ið hevur seráhuga fyri tí handverksliga og náttúruni, og nýtir hesi 'amboð' saman við hinum starvsfólkunum við Løkin, millum annað sum eitt slag av hjálpartóli, tá ið dagar eru torførir hjá summum næmingum. Uttandura umhvørvið og tað handverksliga sum heild gera tey nógv við í Runavík, har tey ikki eru bangin fyri at víkja frá tí ''vanliga'' skúlaskemanum....
2024-12-13
40 min
Námsvarpið
Jonna Maria við Á og Sólveig á Torvalaðnum
Í hesari upptøku práta vit við Jonnu Mariu við À og Sólveig á Torvlaðnum, ið báðar eru námsfrøðilesandi á Setrinum. Vit fara millum annað at hoyra, hvussu tær uppliva at vera námsfrøðilesandi í Føroyum - hvat er gott og hvat er minni gott, og um teirra námsfrøðiligu áhugamál.
2024-11-27
54 min
Námsvarpið
Hildur Patursson tosar um barnagarðspedagogik.
Í hesum partinum av Námsvarpinum fara vit at hoyra fyrrverandi fakfelagsforkvinnuna, Hildur Patursson, ið millum annað tosar um, hvat barnagarðspedagogikkur er/ikki er, ella kanska burdi verið - avbjóðingar við nútíðar pedagogikki í Føroyum og okkara útbúgving. Og millum annað eisini um, hvussu ein barnagarðsuppliving i Meksiko ávirkaði hennara tankagongd um stovnslívið í Føroyum.
2024-11-06
49 min
Námsvarpið
Margarinfabrikkin
2024-09-09
57 min
Námsvarpið
Nýtt námsvarp við Susan Hart
2024-06-25
48 min
Námsvarpið
Námsvarpið vitjar Rówt
Tilboð til úngar misbrúkarar, ið ikki passar í nakrar av teimum vanligu kassunum.
2024-05-06
1h 11
Námsvarpið
Vøggustovunámsfrøði, 7. sending.
Oftast er tað í vøggustovuni, at børnini sum umleið eitt ára gomul fyrstu ferð fara úr trygga reiðrinum heima hjá foreldrunum og traðka ella grulva inn í stovnsheimin. Og tað ræður um at fáa eina góða byrjan, leggja tey dent á á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka. Hesa ferð hevur Námsvarpið vitjað stóra dagstovnin á Flatinum á Oyrarbakka, har námsvarpsverturin Nicodemus Líggjasson hevur tosað við stovnsleiðaran Rosu Prestá og námsfrøðingin Anju á Bø, ið arbeiðir í Tippinum, sum er ein vøggustovueind á Flatinum. Anja vísir á, at námsfrøðingar vita, at tey fyrstu trý barnaárini eru ógvuliga tý...
2024-02-19
39 min
Námsvarpið
Tann fantastiski heilin – Vitanin um heilan er effektiva amboðið í neuronámsfrøðini. 6. sending, desember 2023
”Heilin er so fantastiskur”, sigur Lis Jonhardsdóttir Sørensen einastaðni, og tað er júst tað, hann er, og tí er tað eisini so fantastiska áhugavert at hoyra hana greiða frá neuronámsfrøðini. Lis er útbúgvin námsfrøðingur í Føroyum í 2006 og hevur seinni sum ein av heilt fáum føroyingum tikið eftirútbúgving í neuronámsfrøði. Tað gjørdi hon á professiónsháskúlanum UCN (University College of Northern Denmark) í Aalborg í 2014. Hon arbeiðir í forskúlanum Brúgvin í Runavíkar, og Nicodemus Líggjasson hevur verið á gátt hjá henni. ...
2024-01-02
49 min
Námsvarpið
Skíggjanýtsla – talgildi alheimurin er ikki svart-hvítur. 5. sending, november 2023
Er skíggjanýtsla hjá børnum og ungum bara av tí ringa? Tað helt Sunnuva Egilstrøð Poulsen í veruleikanum, áðrenn hon sum námsfrøðilesandi fór í gongd við sína bacheloruppgávu um júst skíggjanýtslu. Hon tók námsfrøðiútbúgvingina í Danmark, á Københavns Professionshøjskole – Campus Carlsberg. Sunnuva tók prógv í summar og starvast nú sum námsfrøðingur í Skúlanum á Trøðni. Nicodemus Líggjasson, námsfrøðingur og poddvarpsvertur, hevur í hesi útgávuni av Námsvarpinum prátað við Sunnuvu um skíggjanýtslu, og 11 ára gamla dótturin Serafia, ið má finna seg í rættiliga avgjørdum regl...
2023-11-27
1h 08
Námsvarpið
Avstigmatisering hevur alt at siga, 4. sending oktober 2023
Ari Brimheim og mamman Krista um autismu. Námsvarpið vitjar 24 ára gamla Ara, ið hevur autismu, og mammuna Kristu Longu tá Ari Brimheim var pinkubarn, og tey júst vóru komin heim av føðideildini, legði mamman, Krista Oddsdóttir Brimheim, til merkis, at hann kensluliga var øðrvísið enn pinkubørn flest. Hon er sjálv útbúgvin sosialnámsfrøðingur og sá skjótt onkur tekin um autismu, men hon hevði tó ongantíð sæð so smá børn við autismu. So í fyrstani vildi familjan vita, hvussu leikur fór. Tekini blivu tó fleiri og týðuligari, og t...
2023-10-31
1h 11
Námsvarpið
Dagstovnurin Kura, 3. sending oktober 2023
Dagstovnurin Kura, Starvsfólk í Kollafirði greiða frá teirra virksemi og tankarnar aftanfyri.
2023-10-31
58 min
Námsvarpið
Guliskúli, 2. sending, august 2023
Hvat verður gjørt í Gulaskúla, á Argjum, samrøða við Una Wardum
2023-10-31
33 min
Námsvarpið
Hví eitt námsvarp - 1. sending, juli 2023
Ingolf S. Olsen, Nicodemus Líggjasson og Jógvan Philbrow Sending løgd út fyrstuferð í juli 2023.
2023-10-31
22 min
Nón
Tað byrjaði við einari barnagoymslu í 1892
Tann 1. juni vóru júst 40 ár síðani at Føroya Pedagogfelag varð stovnað. Í tí sambandi hevur felagið tikið stig til eina rúgvusmikla bók, sum fortelur søguna um pedagogar í Føroyum. Størsti parturin av bókini snýr seg um seinastu 40 árini, men leitað verður eisini heilt aftur til byrjanina í 1892. Tað er Uni Arge, journalistur og rithøvundur, sum hevur skrivað bókina. Hoyrið her samrøðu við Una
2022-06-09
27 min
Nón
Nón 3. juni 2022
1. juni vóru 40 ár síðani at Føroya Pedagogfelag varð stovnað. Í tí sambandi hevur felagið tikið stig til eina rúgvusmikla bók, sum fortelur søguna um pedagogar í Føroyum. Uni Arge hevur skrivað, og hann vitjar í Nón. Gunn Hernes, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum seinastu fýra árini, er sett í eitt fýra ára skeið afturat í virknasta mentanarhúsinum í Føroyum. Vit hitta Gunn Hernes. Og so tekur Høgni Djurhuus saman um vikuna ið fer í Høgnatáttinum. Hoyrið sendingina her
2022-06-03
55 min
Radarin
Radarin: løn og lønarójavni
Útboð og eftirspurningur eru høvuðsorsøkirnar til, at lønarlagið er, sum tað er. Men fleiri onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi. Ójavni á arbeiðsmarknaðinum er neyðugur fyri at fáa fólk at kýta seg, men ov stórur ójavni er eisini samfelagsbúskaparliga óheppin. Luttakarar í sendingini: Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroyar Pedagogfelag, Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur, Esther Dahl, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súsanna Nolsøe, samráðingarfólk á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
2018-01-03
52 min