podcast
details
.com
Print
Share
Look for any podcast host, guest or anyone
Search
Showing episodes and shows of
Føroyar-Gibraltar
Shows
Frímælt
129. Eitt rørandi og vakurt verk hjá Mariu Tórgarð
Maria Tórgarð fór við øllum, tá Geytin varð latin í farnu viku. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um persónligu og inniligu søguna, sum Maria Tórgarð fortelur um mammu sína, um seg og sína familju. Vit fara eisini ein túr á FMA, sum verður fríggjakvøldið hesa vikuna. Eitt tiltak, sum verður í Norðurlandahúsinum og víst í beinleiðis sjónvarpi. Marianna fortelur um fyrireikingarnar. Seinasti partur av Hoydølum er sendur. Vit taka saman um røðina, sum hevur lagt Føroyar fyri sínar føtur. Og so er semja...
2026-03-06
06 min
Breddin
Trygdarstøðan í Norðuratlantshavi: Hvussu útsettar eru Føroyar?
Tá vit tosa um trygd og hóttanir uttanífrá, hugsa mong kanska um hermenn, skip og flogfør. Men í dag liggur ein stórur partur av hóttanunum móti okkum fjaldur á netinum. Netálop, njósning og følsk kunning eru vorðin vanlig amboð hjá bæði statum og kriminellum bólkum. Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið, okkara fyritøkur, og skapa iva og ótryggleika í tí, sum verður rópt fyri hybrid krígsførsla. Føroyar liggja strategiskt mitt í Norðuratlantshavi - og eru samstundis partur av einum altjóða...
2026-02-19
36 min
Við Tórði á túri
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
Nám skipar í hesum døgum fyri evnisdøgum fyri øllum starvsfólkunum í Fólkaskúlanum fyri at lýsa, hvat rørir seg í Fólkaskúlanum. Arbeitt verður í verkstovum og allir fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar og av Setrinum. Sólvá Jónsdóttir, deildarleiðari í Námi, Frida Poulsen, undirvísari og granskari á Námsvísindadeildini, og Ingi Wiberg, lærari á GIljanesi, greiða frá. Ingi heldur, at tað er avgjørt ein fyrimunur at fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar. Summarskeiðini í føroyskum fyri útlendingum, sum eru á hvørjum sumri, eru ógvilga væl umtókt. Lena Reinert umsitur skeiðini, og hon sigur, at tey lesan...
2026-02-16
51 min
Frímælt
121. Upphiting á VIP-veitslu í Oslo
Frímælt er flutt til Oslo, har parturin, sum snýr seg um hondbólt burturav, verður tikin upp á Clarion The Hub, sum er savningardepil fyri hundraðtals føroyingar, nú EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum byrjar. Studio er tí sett upp til sonevndu VIP-veitsluni hjá Eventz Føroyar og 62N, har fýra gestir vitja til eitt prát um hondbólt, Oslo, Berlin, Basel, Trier, vónir, væntanir og tað, sum annars kemur at merkja dagarnar í Oslo. Gestir eru Turið Arge Samuelsen, fyrrverandi landsliðsleikari í hondbólti, Sjúrður Hildarson Hoydal...
2026-01-16
10 min
Aldan
HM-prát við Mark Lausen Marcher, ítróttarstjóra hjá HSF
Hoyr hvat ítróttarstjórin í HSF, Mark Lausen Marcher, hevði at siga um føroyska kvinnulandsliðið undan søguliga HM-endaspælinum hjá kvinnum í Trier, sum fyri Føroyar byrjar mikudagin. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar luttaka í HM fyri A-landslið í liðítrótti.
2025-11-22
23 min
Aldan
Kroatia - Føroyar Prát við René Shaki Joensen
René sigur sína hugsan aftan á dystin millum Kroatia og Føroyar
2025-11-14
03 min
Aldan
Kroatia - Føroyar Prát um dystaruppstilling
Ásbjørn Nattestad og Andrew Djurhuus tosa um dystaruppstillininga í dystinum millum Kroatia og Føroyar.
2025-11-14
14 min
Frímælt
103. Falska bókaútgávan, valsvik og Nøtte
Petur Mohr Reinert ferðaðist runt í føroyskum fjølmiðlum við nýggju bók síni, fyri síðani at finna út av, at bókin, sum hann hevði útgivið, var tann skeiva. Hann hevði latið skeivt handrit prentað. Løgreglan hevur skuldsett ein mann fyri at hava framt valsvik í Oyndarfirði. Og revsiramman fyri slíkt er upp í seks ár! Vit fara aftur um málið og tosa um litríkar detaljur, sum hava verið frammi. Í landspolitiskum høpi venda við staðsetingina av Brekumboðnum í Klaksvík - og at Føroyar nú kunnu søkja um limask...
2025-09-12
13 min
Frímælt
100. Midnáttarsangurin er eitt sindur óinteressantur
Fólkini í Frímælt eru í hopla, nú ólavsøkan, pride’in og - ikki minst - ólavsøkurøða løgmans verða viðgjørd. Tí er Midnáttarsangurin í veruleikanum eitt sindur óinteressantur? Var talv-søgan hjá løgmanni eitt sindur for nógv av tí góða? Var Bjarni Hammer so óður í løgtinginum, at hann fór at tosa sum norðingar? Og hvat var tað, sum Bjørt Lind fekk eina virðisløn frá LGBT+ Føroyar fyri? Tað er nakað av tí, Frímælt vendir hesa ferð. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Sir...
2025-08-01
10 min
Aldan
HONDBÓLTUR á Rás 2 - Kosovo v Føroyar - endi og prát
Okkara hondbólts-ekspertur Ásbjørn Nielsson Nattestad var við til avgerðandi dystin millum Kosovo og Føroyar í Pristina hóskvøldið 08. mei ´25. Vit hoyra her spennandi endan og prát við fegnar føroyingar eftir leiklok
2025-05-09
27 min
Vágskálin
Vágskálin: Heimastýri í heimspolitikki og monologar
Uttanríkistænastan hjá Føroya landsstýri hevur verið virkin síðan 1998, men viðurskifti uttan úr heimi hava rinið við Føroyar nógv longri enn so. Í bókini "Heimsins nalvi - føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld" nevnir Hans Andrias Sølvará, at longu undir Napoleonskríggjunum fór Nólsoyar Páll at virka fyri føroyskari skipasigling og fríhandli. Undir fyrra heimsbardaga vendu føroyingar sær beinleiðis til bretar at biðja um smidligari vøruflutning til Føroya, og tá bretar hersettu Føroyar í 1940, mótmælti løgtingið hersetingini, og bretar viðurkendu stutt efti...
2025-04-30
52 min
Vágskálin
Vágskálin: Fyrimunir og vansar við vitlíki í Føroyum
Móðurmálsdagur var 25. mars, og í tí sambandi skipaðu áhugafelagsskapurin, Føroyamál, og onnur fyri tiltaki í Smæruni í Havn at varpa ljós á avbjóðingarnar hjá føroyskum nú á døgum. Í fyrru helvt av sendingini hitta við Oddfríð Marna Rasmussen, ritsjóra á Vencili, Kristinu Jensen, miðnámsskúlalærara á Kambsdali, og Iben Nyholm Debess, samskipara á Máltøknideplinum, og spyrja tey, hvørjar avbjóðingar føroyskt hevur í talgilda heiminum. Óluvá Klettskarð greiðir frá, hvørjum Føroyamál virkar fyri. Í seinni helvt av sendingini hitta vit Nicolai Balle, verkætlanarstjóra á Talgildu Føroyum, og Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, og fáa teir at...
2025-04-01
51 min
Frímælt
80. Kjakið, sum brast sum ein bumba
Hetta er seinasti ókeypis parturin av Frímælt. Vilt tú hoyra Frímælt framyvir, mást tú tekna hald. Tað gert tú á Frihedsbrevet.fo og trýstir á Verð limur. Velur tú Mánaðarhald, so fært tú fyrsta mánaðin fyri hálvan prís, um tú skrivar Frímælt í teigin Avsláttarskipan. Í Frímælt hesa ferð venda vit talk of the town, sum er kjakið, ið kom av kjalarvørrinum av umstrídda innslagnum í sendingini Vikuskifti í Kringvarpi Føroya, sum Leivur Thomsen gjørdi um konsertina Femininomen, ið fekk Mariannu Nagata at loysa frá posaband...
2025-03-14
1h 35
Vágskálin
Vágskálin: Høvundar 125 ár og fýra yndisbøkur
Teir vóru vinmenn, teir vóru skyldmenn, og teir vóru báðir føddir í 1900. Í ár høvdu William Heinesen og Jørgen Frantz-Jacobsen verið 125 ár, og í tí sambandi greiðir Bergur Rønne Moberg, bókmentafrøðingur, frá teirra virksemi. Frá heilt ungum árum droymdu William og Jørgen-Frantz um at fremja bókmentalig stórverk, og hetta eydnaðist báðum, hóast Jørgen-Frantz doyði ungur í 1938. Í 1939 kom einasta skaldsøga hansara, "Barbara", sum gjørdist ein klassikari, og fyrsta skaldsøgan hjá Williami Heinesen, "Blæsende Gry", kom í 1934. Seinni skrivaði hann uppaftur fleiri kendari skaldsøgur. Bergur Rønne Moberg nevnir, at...
2025-01-29
51 min
Vikan
Vikan 18. januar 2025
Við vikukjaki, vikugesti og vikuni á skák taka vit pulsin á vikuni, sum fer, og vit viðgera aktuellar søgur og hendingar. Kjakið hesaferð snýr seg um ríkisfelagsskapin, tí nú sjálvræðiskjakið er heitt í Grønlandi, hevur lutfalsliga lítið verið at hoyrt frá føroyskum politikarum, hóast nakað hevur verið. Vit spyrja, hvat føroysk løgtingsfólk eiga at gera, og hvussu sambandið millum Føroyar og Danmark skal síggja út í framtíðini? Vit viðgera eisini altjóða trygdarstøðuna, nú Føroyar vera nevndar í altjóða miðlum, og landsfrøðiliga liggja mitt í stríðnum millum heimsveldir. Og so...
2025-01-18
1h 52
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
EM-Trok 4:: Takk fyri í ár - Vit hoyrast skjótt (við Báru Krossteig Hansen)
Bára Krossteig Hansen trokaði seg framat at práta um EM-endaspælið. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Bára er serfrøðingur til eitt endaspæl, men hetta er fyrstu ferð at hon viðgerð endaspælið úr føroyskum sjónarhornið. Og líkt er til at heitt verður á hana aftur næsta ár, tí at enda í poddinum verður hugt aftur á ein serligan dyst niðri í Sveis fyri seks árum síðani. Tá basti Føroyar Litava - Ella tað er nakað hóvliga tikið til. Rættari sagt...
2024-12-15
1h 09
Frímælt
30. Ein ússaligur dómur í rættinum, FMA og Norðlýsið
Hetta er ein av teimum pørtunum av Frímælt, har evnini valla fáa verið meira ymisk enn tað sama. Vit venda FMA, heiðurslønta Hanus G og ein forsmáddan miðil í Norðoyggjum. Somuleiðis spyrja vit, hvussu nógvar fótbóltssendingar kann eitt land hava, sum er so vánaligt til fótbólt sum Føroyar? Í meira álvarsliga endanum venda vit ein dóm í Eystara landsrætti, har ein maður í tríatiárunum hevur fingið eitt hálvtára fongsulsrevsing fyri at vera saman við eini 14 ára gamlari gentu seks ferðir. Gestir e...
2024-03-15
1h 06
Aldan
Rás 2 TEMA. Krystalnáttin
Ein heilur seinnapartur var settur av til eina sending, sum snúi seg um Ísrael og til minnis um krystalnáttina KRYSTALNÁTTIN: Náttina millum 9. og 10. novembur 1938 herjaðu nasistar í týsklandi gjøgnum jødiskar býarpartar har tey knústu útivið 7500 handlar, brendu niður 267 sýnagogur og drupu nærum 100 jødar. Fleiri 1000 onnur vóru illa viðfarin og millum 25 og 30.000 jødiskir menn vóru tiknir og beindir í konsentratiónslegur. Neistin, sum festi í gløðandi jødahatri, var at tann bara 17. ára gamli jødiski Herschel Grynszpan t. 7 novembur skeyt ein diplomat á týsku ambassaduni í...
2023-11-10
4h 28
NFL Føroyar poddvarp
2023 Season Preview - NFL Føroyar Poddvarp
Kappingarárið er um at byrja, og sjálvandi eru vit á NFL Føroyar klárir. í ár senda vit live frá Rás 2, mánakvøld kl.21.00. Fyrsti parturin í ár er eitt season preview har vit fara ígjøgnum baði AFC og NFC, allar 4 divisions og øll 32 lið. koma við okkara playoff og Super Bowl predictions. Vertirnir í dag vóru. Aksel K. Berg, Agnar Prestá og Petur Hansen
2023-09-06
1h 26
Málteigurin
Danismur í Málteiginum
Ein røð av dømum um danismur eru til viðgerðar í dagsins sending. Danisma Føroyskt Føroyar eru komnar í ringt ljós ... Føroyar eru komnar í ringt orð .... Arbeiðið verður gjørt yvir tíð ... Arbeiðið verður gjørt yvir longri tíðarbil ... Hetta skal síggjast í ljósinum av ... Við tí tí huga ... Søtur musikkur í tínum oyrum ... Tú hevur nakað at gleða teg til/gleðast um ... Hann/hon er so góður til tað ... Hann/hon dugir so væl
2023-06-05
45 min
NFL Føroyar poddvarp
Week 12 Recap - NFL Føroyar / Radio.fo podcast
NFL Føroyar er eitt poddvard sum setur fokus á vikuna sum fór í NFL heiminum :)
2022-12-01
1h 17
Vitan
Sjógvurin fløðir um allan heim
- Tað er heilt einfalt ov seint at gera nakað við tað. Havið um allan heimin fer at hækka tey næstu nógvu árini, tað sigur granskarin William Colgan, frá GEUS. Nýggj gransking vísir, at lofthavið er hitnað so nógv, at ísur fer at bráðna um allan heimin. Bara tann parturin av innlandsísinum í Grønlandi, sum næstu árini fer at bráðna, verður orsøkin til, at sjógvurin fer at fløða 27 sentimetrar hægri um allan heimin. Og tað er bara innlandsísurin, tá eru heimsins bráðnandi jøklar og mæti Suðurpólurin ikki tikin við í...
2022-09-15
13 min
Dystir
Hondbóltur: Slovenia - Føroyar
EM-endaspælið fyri U 20-landlið - mansunglingar í Portugal. Føroyar eru við á fyrsta sinni!
2022-07-17
1h 39
Dystir
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
EM-endaspælið fyri U 20-landlið - mansunglingar í Portugal. Føroyar eru við á fyrsta sinni!
2022-07-16
1h 43
Dystir
Hondbóltur: Ungarn - Føroyar
EM-endaspælið fyri U 20-landlið - mansunglingar í Portugal. Føroyar eru við á fyrsta sinni!
2022-07-16
1h 36
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Trokpoddur 23: Ein sigur frá HM og agentarnir bidda um føroyskar leikarar #Nosurprises
Trokpoddur 23 var upptikin beint eftir at Føroyar høvdu vunnið 38-32 á Póllandi og spælt seg ímillum 12 tey fremstu við EM-endaspælið. 11 tey fremstu sleppa til HM 2023, og Føroyar skulu vinna ein dyst afturat fyri at tryggja sær hetta.
2022-07-13
25 min
Dystir
Hondbóltur: Danmark - Føroyar
EM-endaspælið fyri U 20-landlið - mansunglingar í Portugal. Føroyar eru við á fyrsta sinni!
2022-07-08
1h 49
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
EM: Føroyar-Rumenia 21-33 (11-13) - ALLUR dysturin
EM: Føroyar-Rumenia 21-33 (11-13). Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Sigruna Mikkelsen, viðmerkjara siga frá øllum dystinum. Tøkningur: Heri Simonsen.
2022-04-20
1h 29
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
EM: Føroyar-Rumenia 21-33 (11-13) - Endin og samrøður
Hoyr frásøgumannin, Sjúrður H. Hoydal og viðmerkjaran, Sigrun Mikkelsen siga frá endanum av EM-undankappingardystinum hjá kvinnum Føroyar-Rumenia 21-31 (11-13). Hoyr Sigruna taka samanum dystin, og hoyr samrøður við Ninnu Katrina Johansen, Janu Mittún, Báru Krossteig Hansen og Sonni D. V. Larsen, landsliðsvenjara.
2022-04-20
14 min
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Føroyar-Týskland 27-33 (16-15) 2. HM-undandysturin - Samrøður
Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Andrias Eriksen, viðmerkjara siga frá endanum av HM-undandystinum Føroyar-Týskland 27-33 (16-15). Hoyr Andrias taka samanum avrikið, og hoyr samrøðurnar Sjúrður gjørdi við Elias Ellefsen á Skipagøtu, Ásbjørn N. Nattestad frá Merkiðlið, Peter Bredsdorff Larsen, landsliðsvenjara, Pætur Mikkjalsson, Kjartan Johansen, Rókur Akralíð, liðskipara, Hákun West av Teigum, Paula Jacobsen og Peter Krogh.
2022-04-16
30 min
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Føroyar-Týskland 27-33 (16-15) 2. HM-undandysturin - ØLL frásøgnin
Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Andrias Eriksen, viðmerkjara siga frá øllum seinna HM-undandystinum Føroyar-Týskland 27-33 (16-15). Tøkningur: Heri Simonsen
2022-04-16
1h 57
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Týskland-Føroyar HM-undandystur 34-26 (17-11) - Samrøður
Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum í Kiel Týskland-Føroyar HM-undandystur 34-26 (17-11), og hoyr samrøðurnar Sjúrður gjørdi við Tróndur Mikkelsen, Peter Bredsdorff Larsen, venjara, Rókur Akralíð, Kjartan Johansen, Leivur Mortensen og Elias Ellefsen á Skipagøtu.
2022-04-13
22 min
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Týskland-Føroyar HM-undandystur 34-26 (17-11) Upptaktin og ALLUR dysturin
Týskland-Føroyar HM-undandystur 34-26 (17-11). Hoyr alla upptaktina og hoyr alla frásøgnina hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni. Tøkningur: Heri Simonsen
2022-04-13
2h 15
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Føroyar-Eysturríki, EM kvinnur 24-29 (12-15) Upptakt og frásøgn
Føroyar-Eysturríki, EM kvinnur 24-29 (12-15). Hoyr upptaktina til dystin, og hoyr alla frásøgnina hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Brynju Høj, viðmerkjara.
2022-03-02
1h 53
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Føroyar-Eysturríki, EM kvinnur 24-29 (12-15) Endin og samanumtøka
Føroyar-Eysturríki, EM kvinnur 24-29 (12-15). Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum, og hoyr hann og viðmerkjaran, Brynju Høj taka samanum dystin.
2022-03-02
09 min
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Føroyar-Lettland 26-19(17-10) Hoyr upptaktina, frásøgnina og samanumtøkuna
Hoyr upptaktina, frásøgnina og samanumtøkuna hjá Sjúrði H. Hoydal og Andriasi Eriksen av minniliga HM-undankappingardystinum Føroyar-Lettland 26-19 (17-10). Tøkningur: Heri Simonsen.
2022-01-16
2h 15
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Dystarendin Føroyar-Lettland 26-19 (17-10)og samanumtøka
Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Andrias Eriksen viðmerkjara siga frá seinastu løtuni av minniliga HM undankappingardystinum í høllini á Hálsi millum Føroyar og Lettland, ið Føroyar vunnu 26-19 (17-10). Hoyr rómin aftaná dystarendan, og hoyr Sjúrð og Andrias taka samanum eitt minniligt hondbóltsvikuskiftið. Her skal skjótt sigast at vit fóru skeivir í frásøgnini. Í ovfarakæti høvdu vit blandað kappingarskipanina saman, og tí skal síggjast burtur frá hesum. Næst á skránni er eitt av teimum 16 londunum, sum enda frá 16. til 24. pláss í EM-endaspælinum, sum verður le...
2022-01-16
14 min
NFL Føroyar poddvarp
Week 10 Recap - NFL Føroyar
Inngangur:Dolphins 22, Ravens 10Washington football Team 29, Buccaneers 19Spurningar frá NFL FøroyarPackers 17, Seahawks 0Panthers 34, Cardinals 1049ers 31, Rams 10Útgangur
2021-11-17
1h 27
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Saman um Føroyar -Danmark 10. oktober 2021
Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 eftir EM-undakappingardystin ímillum Føroyar og Danmark. Vit hoyra: 1. Prát ímillum Brynju Høj viðmerkjara og Sjúrði H. Hoydal, frásøgufólki hjá FM1.. 2. Prát við Janu Mittún og Lív B. Zachariassen 3. Prát við Anniku Fríðheim Petersen 4. Prát við Finn Hansson, hjálparvenjara 5. Prát við Duritu C. Jojic 6. Prát við Lærke Nolsøe, danskur landsliðsleikari, sum kom at heilsa upp á viðmerkjaran á FM1, Brynju Høj. 7. Samanumtøka við
2021-10-10
22 min
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Sendingin, Rumenia - Føroyar við Brynju Høj og lurtarum
Øll hondbóltssendingin á FM1, tá ið Rumenia og Føroyar spældu 6. oktober 2021. Brynja Høj var viðmerkjari saman við Sjúrði og Hera í studionum í Føroyum
2021-10-07
1h 22
Trok.fo - Hondbóltur og annað átrokandi
Tá ið Føroyar kroystu Rumenia (29. sep. 2019)
Dystarendi og samrøður við Duritu C. Jojic, Águst Jóhansson og Anniku Fríðheim Petersen eftir at Føroyar taptu 25-20 ímóti Rumenia 29. september 2019.
2021-10-05
09 min
Fótvarpið við Jóannes Jakobsen
Fótvarpið við Jóannes Jakobsen - Upptakt til landsdystirnar
Í hesari røð metir Jóannes teir komandi landsdystir, hvørjir leikarir fara at byrja, hvar Føroyar skal heinta stig og mangt annað.Kom so Føroyar!
2021-08-29
56 min
Stakar sendingar - útvarp
LJÓÐMYND: Óvæntaða uppgávan
Korona, ein trong troyggja og nakrir óðir kekkar eru nakrir av tættunum í hesi ljóðmynd, sum er bygd á samrøður við dómararnar í dystinum, Bárður og Jógvan, umboðsmannin hjá evropeiska hondbóltssambandinum, EHF, Kristian Johansen og samskiparan hjá føroyska hondbóltssambandinum, HSF, Ára Rouch. Tí fríggjadagin 30. apríl 2021 spældu Føroyar og Kekkia landsdyst í hondbólti. Føroyar vunnu og talan var um besta úrslitið nakrantíð hjá A-landsliðnum. Men dómararnir vóru føroyingar, sum ongantíð høvdu dømt altjóða dystir áður. Hvussu tað ber til, er tað, Óvæntaða uppgávan snýr seg um. Hetta er søgan um, hv...
2021-06-23
33 min
Mikrofonin
“Tað verður ikki bara el” — stjórin á Magn um grøna orku, framtíðina og tænastur tøkar 24/7
Rokna við at tað fer at kosta so mikið sum minst 7 milliardir krónur, ja kanska upp til 10 milliardir, at leggja Føroyar um til grøna orku eftir teimum almennu ætlanum sum fyriliggja. Finn Jakobsen, stjóri á Magn, er útbúgvin sum elektro-mekanikari og sterkstreyms verkfrøðingur. Hann arbeiddi í mong ár á SEV, fyrst sum verkfrøðingur og síðan sum tekniskur stjóri; so fór hann í starv sum tekniskur stjóri á Magn, har hann í 2020 gjørdist forstjóri. Undir hansara leiðslu er Magn vorðið rættiliga sjónligt innan vindorku, og stjórans alment orðaða, fremsta uppgáva er at tryggja...
2021-06-13
42 min
Umhvørvið og eg
Umhvørvið og eg - felagsskapir
Vónandi gera vit øll tað, men onnur fara eitt stig víðari og skipa ruddingina, soleiðis at tey sjálvi og onnur fáa møguleikan at gera nakað gott fyri Føroyar og náttúruna. Henda rudding hevur ymisk skap, sum tey í ?fýra plastikk um dagin?, ?rudda Føroyar? og ?ringrás? siuga okkum frá. Tey, sum luttaka í sendingini hesaferð eru Annika og Svein Rógvi Ljósstein, Sigrun Mohr og Ingmar Valdemarson á Løgmansbø.
2020-12-14
43 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Halda Olsen (1:3)
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Halda Olsen. Hetta er fyrsti partur.
2020-11-01
27 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Ebba Wang
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Ebba Wang.
2020-10-18
26 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Frida Hansen
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Frida Hansen.
2020-10-11
29 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Valdemar Dalsgaard
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Valdemar Dalsgaard
2020-10-04
30 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Torbjørn Poulsen
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Torbjørn Poulsen.
2020-09-27
29 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Greta Jensen
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Greta Jensen.
2020-03-01
29 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Bergtóra Jacobsen (2:2)
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Bergtóra Jacobsen.
2020-02-23
28 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Bergtóra Jacobsen (1:2)
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Bergtóra Jacobsen.
2020-02-16
28 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Ásbjørg Håland (2:2)
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Ásbjørg Håland.
2020-02-09
28 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Ásbjørg Håland (1:2)
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Ásbjørg Håland.
2020-02-02
30 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Maria Mohr (2:2)
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Maria Mohr
2020-01-26
27 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Maria Mohr (1:2)
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Maria Mohr.
2020-01-19
27 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Johanna Matea Skaale
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesuferð er Jóhanna Matea Skaale.
2020-01-11
31 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Margreta Tórgarð
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Av tí at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesaferð er Margreta Tórgarð.
2020-01-05
28 min
Jóla- og nýggjárssendingar (úv)
Árið, ið fer í tíðindum og aktuellum 2019
Ikki tykkum at siga, so eru tað ómetaliga nógv mál at tríva í, og tí verður hetta bara eitt lítið klípi úr stóru rúgvuni. Hugskotið var at fáa nakrar uppbyggjandi samrøður um nøkur av hesum málum á ársins síðsta degi. Í sendingini, sum er tveir tímar, fara vita at tosa um ársins orð "Heimafrið", sum felagið Heimafriður veruliga fekk sett á breddan í 2019. Forkvinnan í felagnum og borgarstjórin fyri einari av størstu ídnaðarhavnum í landinum seta seg saman at tosa um avbjóðingarnar við at tryggja, at sjóvinna og borgarar framhaldandi kunnu liva og virka sama...
2019-12-31
1h 58
Jóla- og nýggjárssendingar
Árið, ið fer í tíðindum og aktuellum 2019
Ikki tykkum at siga, so eru tað ómetaliga nógv mál at tríva í, og tí verður hetta bara eitt lítið klípi úr stóru rúgvuni. Hugskotið var at fáa nakrar uppbyggjandi samrøður um nøkur av hesum málum á ársins síðsta degi. Í sendingini, sum er tveir tímar, fara vita at tosa um ársins orð "Heimafrið", sum felagið Heimafriður veruliga fekk sett á breddan í 2019. Forkvinnan í felagnum og borgarstjórin fyri einari av størstu ídnaðarhavnum í landinum seta seg saman at tosa um avbjóðingarnar við at tryggja, at sjóvinna og borgarar framhaldandi kunnu liva og virka sama...
2019-12-31
1h 58
Minnismyndir
Minnismyndir: Hannelina Poulsen
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesuferð er Hannelina Poulsen.
2019-12-29
30 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Jóhannes Skaale (1:2)
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesuferð er Jóhannes Skaale.
2019-12-22
28 min
The Faroe Islands Podcast
EP 318: Like Water Through the Basalt Pebbles...
On this show, we talk to a Serbian athlete about the years she spent playing volleyball in the Faroe Islands. Then we sit on a beach and listen as the water drains out through the pebbles. It's quite soothing. Also, we say happy birthday to Sirkus Foroyar. That's the Torshavn pub that has drastically altered the cultural landscape in the Faroes. It turned 10 this month.
2019-12-20
20 min
Minnismyndir
Minnismyndir - Jóhannes Skaale (2:2)
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesuferð er Jóhannes Skaale
2019-12-15
28 min
Minnismyndir
Minnismyndir - Jóhanna Dalsgarð
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Frásøgufólk hesuferð er Jóhanna Dalsgarð.
2019-12-08
27 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Jákup Jacobsen
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Gestur hesuferð er Jákup Jacobsen..
2019-12-01
30 min
Minnismyndir
Minnismyndir - Ebba Petersen
Hetta var í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Gestur hesuferð er Ebba Petersen. Marianna Debes Dahl leggur sendingina til rættis.
2019-11-25
27 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Ása Hátún
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Gestur hesuferð er Ása Hátún. Marianna Debes Dahl leggur sendingarnar til rættis.
2019-11-17
25 min
Minnismyndir
Minnismyndir: Sonja Kristoffersen
Í hesum sendingum siga fólk frá ymiskum, teimum hevur verið fyri í barna- og unglingaárum í eini tíð, tá ið Føroyar vóru annað oyggjasamfelag, enn tær eru í dag. Við tað at fleiri av gerandishendingunum, sum sagt verður frá, fóru fram fyri nærum 100 árum síðani, er nógv bæði øðrvísi og hugtakandi at hoyra um. Gestur hesuferð er Sonja Kristoffersen. Hetta er annar og seinasti partur við Sonju. Marianna Debes Dahl leggur sendingarnar til rættis.
2019-11-10
28 min
Leygardagur
Leygardagur 13. apríl 2019
Hvat er esportur, og er talan um ítrótt? Vit spyrja Rúna Winther Johnsen, ein av fyriskiparunum handan esport Føroyar, og eisini Elina Heðinsdóttir Joensen, forseta í ÍSF hesar spurningar. Tá sonurin gerst professionellur sum 15 ára gamal, og nú er heimsmeistari í esport, so hevur hann allarhelst spælt nógv telduspøl, tá hann var smádrongur. Vit práta við Vivian Sundstein um foreldraleiklutin, tá sonurin trívist best framman fyri telduna. Eisini vitja vit á Elekstron, har FM í esport fer av bakkastokki um eina lítla løtu. Vit práta við Bjarna Due Zachariasen sum skal kappast, og Petur Pete...
2019-04-13
3h 26
25 minuttir
25 minuttir: Búi Rouch
Búi Rouch hevur drúgvar royndir innan samtíðardans, koregrafi og sjónleik. Hetta heldur hann vera ein styrki, tí hesar listagreinarnar hanga nógv saman. - Dansur kann vera søguforteljing, men eg havi mest arbeitt við at lýst evnir ella fyribrgidir, sigur Búi Rocuh. Innan dans hevur hann serliga viðgjørt evni sum seksualitet, ognartøka, patriarki og digitalar miðlar. Búi Rouch býr í München í Týsklandi, har hann starvast og undirvísir á einum dansi-akademi. Men hann ætlar sær at flyta heim til Føroyar, har hann hevur fleiri verkætlanir fyri framman.
2019-01-23
25 min
Radarin
Radarin: Vøkstur, vøkstur, vøkstur
Og nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer at leggja fram seinasta uppskotið til fíggjarlóg hjá hesari samgonguni á stórum tíðindafundi fríggjadagin, fer hon heilt vist eisini at leggja áherðslu á vøkstur. At vit mennast sum samfelag. At tað er búskaparvøkstur í Føroyum. At fólkatalið veksur. At produktiviteturin veksur. Tí politikarar vilja vísa á framgongd allatíðina. Tey vilja vísa, at tey hava verið við til at syrgt fyri, at tað er vøkstur í Føroyum. At Føroyar nørast sum samfelag, nú tey sita við róðrið.
2018-09-27
54 min
Vágavarpið
Hans Eli Hansen frá Slættanesi
Hans Eli Hansen, 93 ára gamal og búsitandi í Sandavági, fortelur okkum eitt sindur um Slættanes og hví bygdin avtoftaðist. Harafturat tosa vit um Sandavág og Føroyar sum heild í gomlum døgum.
2018-07-06
1h 36
Radarin
Radarin: Mæla til at umskipa Ríkisfelagsskapin
Tað er ein ríkisfelagsskapur í einari broytingartíð, sum Aksel V. Johannesen, Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen fara at skifta orð um á árliga ríkisfundinum í næstu viku. Øðrvísi tónar Garvaði vinstrapolitikarin, 73 ára gamli Bertel Haarder, heldur, at danska Grundlógin er merkt av, at Danmark hevur ræðið á bæði Grønlandi og Føroyum. Tí, heldur hann, eiga Danmark, Grønland og Føroyar at skriva eina felags yvirlýsing, har tað verður greitt, at trý lond hava sjálvboðin valt at loysa nakrar uppgávur saman í einum felagsskapi.
2018-06-07
54 min
Radarin
Á markamótinum millum politikk og átrúnað.
Føroyar eru eitt kristi land, siga fleiri politikarar, og týdningurin av kristnitrúnni skal onkursvegna staðfestast í eini komandi stjórnarskipan. Men hvussu kann eitt land vera kristið, og hvørjar sersømdir ella hvønn politiskan stuðul, skal kristnitrúgv í Føroyum kunna fáa?
2018-03-07
43 min
Radarin
Radarin: Virðisøking í ójavnari kapping um rávøru
Útflutningurin frá føroysku fiskivinnuni skal tvífaldast næstu 10 árini. Tað er ítøkiliga málið, orðað í nýggju fiskivinnulóggávuni, sum kom í gildi á nýggjárinum. Í viðmerkingunum til lógina um sjófeingi stendur, at komandi 10 árini skulu Føroyar tvífalda útflutningsvirðið av sjófeinginum, sum vit veiða árliga.
2018-01-31
53 min
Radarin
Radarin: løn og lønarójavni
Útboð og eftirspurningur eru høvuðsorsøkirnar til, at lønarlagið er, sum tað er. Men fleiri onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi. Ójavni á arbeiðsmarknaðinum er neyðugur fyri at fáa fólk at kýta seg, men ov stórur ójavni er eisini samfelagsbúskaparliga óheppin. Luttakarar í sendingini: Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroyar Pedagogfelag, Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur, Esther Dahl, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súsanna Nolsøe, samráðingarfólk á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
2018-01-03
52 min
Summartíð
Summartíð, 22. sending, 2. august 2017
Ferðafólkatalið setur met so gott sum hvønn mánað, og í gjár var greitt, at fleiri enn 51.000 fólk ferðaðust um Vága floghavn í juli. Í sendingini fara vit á rundferð í Vága floghavn. Vit hava eisini verið til brúðarvígslu, har eitt norskt par giftist í Klaksvík í gjár, og tað vísir seg, at fleiri og fleiri útlendsk pør koma til Føroya fyri júst at giftast. Kópakonan og Kalsoyggin er eitt av heilt stóru ferðamálunum í norðoyggjum í ár, og tað er úrslit av góðari marknaðarføring og einum skipaðum heildagstilboði í Kalso...
2017-08-02
1h 46
25 minuttir
25 minuttir: Hanus Kjølbro
Veturin í ár, hevur verið tann lýggjasti vetur, síðan Danmarks Meterologisk Institut, fór undir at gera mátingar í Føroyum, fyri meiri enn 100 árum síðani. Miðalhitin vetrarmánaðirnar var 6,1 hitastig, og eru tað góðar 2,5 stig hægri, enn miðalhitin hevur verið tey seinastu 30 árini. Men um jóltíðir komu ódnirnar. Serliga tær báðar ódnirnar, ið raktu Føroyar tollaksmessudag og jóladag vóru ógvusligar.
2017-05-31
24 min
The Faroe Islands Podcast
EP: 278: The Gay Whale Podcast
We've noticed that our podcasts about whales get big download numbers, as do our shows on gay rights. So, we thought, how about doing a show about gay whales? Consider it done! We talk to Eiler Fagraklett, the head of LGBT Foroyar about a Faroese children's book that features... wait for it... a gay whale. OK, maybe it's gay. It's probably gay. So we read from the book and talk a little about how life has changed for LGBT people (sorry, whales) in the Faroes over the last ten years. Then we stand in a...
2017-05-26
21 min
Skil fiskin!
Skil fiskin! - Lívfrøðilig burðardygd (2:9)
Toska- og hýsustovnurin er niðurfiskaður og fiskiskapurin má minkast. Soleiðis hevur tilmælið hjá Havstovuni ljóðað á hvørjum ári síðan 2004. Tilmælini eru ongantíð fylgd, og í dag er toska- og hýsufiskiskapurin søguliga lágur. Men nú fiskivinnunýskipanin stendur fyri durum tykjast stóru politisku flokkarnir tó, á pappírinum, at vera upptiknir av at fáa eina burðardygga fiskivinnu frá 1. januar 2018. Bæði samgongan og fólkaflokkurin leggja stóran dent á lívfrøðiliga burðardygd í sínum løgtingsuppskotum um fiskivinnunýskipan. Og eitt rit, sum Sambandsflokkurin almannakunngjørdi longu í november, leggur eisini dent á stovnsrøkt og at...
2017-04-03
09 min
Skil fiskin!
Skil fiskin! - Hví fiskivinnunýskipan? (1:9)
GG: fyrsta sluppin kom í 1872, ikki í 1882, sum sagt verður í sendingini. Fiskivinnan skal skipast av nýggjum frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvørjar eru orsøkirnar til, at vit eru í eini nýskipanartilgongd júst nú. Og hvat er tað, kjakast verður mest um? Hesir spurningar eru óloysiliga tengdir at øðrum hendingum seinastu hálvthundrað árini. --- Fyrr var føroysk fiskivinnan púra fræls. Í slupptíðini vóru næstan ongar avmarkingar - bæði á føroyska fiskiskapinum í eitt nú Grønlandi og Íslandi og á útlendska fiskiskapinum í føroyskum sjógvi. Skipini ferðaðust víða um...
2017-03-29
10 min
Vitan
Vitan: »Fyrstu føroyingarnir«
Í 2015 vóru nakrir útlendskir granskarar í Føroyum, og tóku kjarnuroyndir úr fimm ymiskum vøtnum. - Við at kanna kjarnuroyndirnar, kunnu vit siga, nær seyður og harvið eisini fólk komu til Føroyar, sigur professarin í jarðarvísindum Raymond Bradley. Tey hava borað tríggjar metrar niður í fimm ymisk vøtn í Føroyum, Eiðisvatn, Saksunarvatn, Sandsvatn, Gróthúsvatn og Stóravatn, umfram at ein kjarnuboring varð gjørd í Tjørnuvík. Niðast í hesum kjarnuboringum finna tey eitt tjúkt øskulag, sum kann tíðarfestast til at verða 10.300 ára gamalt. Hetta er eitt kent øskulag, rópt Saksunarvatnøskula...
2017-01-17
49 min
Vitan
Vísindavøkan 2016 (1:2)
Í hesi sending verða tríggir fyrilestrar sendir, ið vóru hildnir á Vísindavøkuni 2016, sum granskingarráðið skipaði fyri. Tann fyrsti fyrilesturin, er um grøna elframleiðslu og orkugoymslur. Annar fyrilesturin eru um varandi orkukeldur -visión Føroyar 2030 og tann triðji og seinasti, er um framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi. Tey ið halda fyrilestrarnar er: Bjarti Thomsen, ið starvast á umhvørvisstovuni, heldur fyrilesturin við heitinum Grøn elframleiðsla og orkugoymslur. Lau Blaxekjer, lærari á søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilesturin um visiónina at gagnnýtan varandi orkukeldurnar í Føroyum. Og Firouz Gainin, lærari á søgu og samf...
2017-01-03
54 min
The Faroe Islands Podcast
EP 262: LGBT Rights 2016: Love Wins
On April 30, 2016, the Faroese parliament legalized same-sex marriage in the Faroe Islands. In the wake of this historic vote, we talk to Eiler Fagraklett, the head of LGBT Foroyar. We'll talk about what it was like to be in the Law Thing when the vote was cast, and we'll revisit some of the important moments in the fight for gay rights in the Faroes over the past five years.
2016-05-06
39 min
Jóla- og nýggjárssendingar (úv)
»Fróir flúgva fuglar millum fjalla«
Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri, hevur sett saman eina tíðarmynd við subjektivum hugleiðingum um Føroyar í 60-árunum, tá ið Amnesty Føroya Deild varð stovnað. Eyðun var boðin til Føroyar at bera fram røðu í samband við 50 ára dagin hjá Amnesty International Føroya Deild 19. november í ár. Kringvarpið fekk Eyðun at bera fyrilesturin fram sum tíðarmynd í útvarpinum nú á jólum.
2015-12-26
32 min
Ítrottartíðindi
Ein føroyingur kann verða heimsmeistari í talvi
Seinasta umfari í EM-kappingini í talvi í dag millum Føroyar og Eysturríki endaði 2½-1½ til Eysturríki. John Rødgård tapti á 1. borði, hinir tríggir - brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen - telvaðu javnt. Føroyar fingu í gjár eitt sera gott úrslit móti Danmark. Støðan gjørdist 2-2 tá allir leikirnir vóru telvaðir. Úrslitið var heilt óvæntað, tí við trimum stórmeistarum var Danmark stórfavorittur at vinna. Helgi Dam Ziska vann á 1. borði á stórmeistaranum Sune Berg Hansen, sum er sjeyfaldur danmarkarmeistari. Rógvi Egilstoft Nielsen vann eisini sítt ta...
2015-11-22
05 min
Vitan
Vitan: Hvalateljingar
Hetta eru tvey av evnunum í sendingini Vitan hesaferð. Iris Thomsen, havsúgdjóralívfrøðingur var í 2014 niðri á Falklandsoyggjunum og samskipaði ta fyrstu hvalateljingina nakrantíð har. Hon greiðir frá, hvussu tað var at verða har, um oyggjarnar og hvussu hvalateljingin var løgd til rættis. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, samskipaði í summar føroyska partin, í stórari hvalateljing í norðuratlantshavinum. Føroyar luttók saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi og greiðir Bjarni frá, hvussu hetta varð samskipað, hvussu tey taldu hval og hvussu merkingarnar á grindahvali hevur riggað. Hoyr eisini Rógva Biskupstø greiða frá, hvussu tað kom í la...
2015-10-13
52 min
Ítrottartíðindi
Ein javnleikur er eitt gott úrslit í kvøld
Uppgávan er ikki einføld hjá U-21 landsliðnum í kvøld á Tórsvølli kl 17.30. Mótsstøðan er Týskland, sum telist millum trý tey fremstu londini í U-21 fótbólti. Eli Hentze hjálparvenjari og Andrias Eriksen, liðskipari viðurkenna at uppgávan er stór, men um allir ellivu leikararnir avrika betur enn 100 %, so ber til at fáa eitt gott úrslit. Føroyar hava spælt tveir dystir í EM undankappingini og hava framvegis einki stig. Føroyar hava tapt 1-0 fyri Aserbajdan á heimavølli og 3-0 fyri Finnlandi á útivølli. Eli Hentze sigur at venjaratoymið minnir leikararnar á, at...
2015-10-13
19 min
Vitan
Vitan: El Niño vs tosk
El Niño er partur av veðurlagsfyribrigdinum "ENSO" (El Niño - Southern Oscillation) í tropiska partinum av Kyrrahavinum, og fevnir um broytingar bæði í havinum og luftini. Ein stórur partur av Kyrrahavinum gerst væl heitari tá El Niño er, og hetta sæst aftur í øktum miðalhita á jørðini. Tann øvugta støðan, við einum kaldari Kyrrahavi, verður nevnd La Niña. Greinin heldur fram undir myndini. Mynd av tí sera máttmiklu El Niño í 1998 (mynd: Havstovan) Í sendingini Vitan, fara Osmund Justinussen, Hjálmar Hátún og Hanus Kjølbro, at greiða frá ENSO og tess møguligu ávirkan...
2015-09-15
50 min
Ítrottartíðindi
Jóan Símun: Kennist sum eg havi svikið hópin
Jóan Símun var hugtungur og vónbrotin, tá vit hittu hann aftaná tapið fyri Norðurírlandi í gjárkvøldið. Dysturin var bert fáar minuttir gamal, tá dómarin metti at fyrsta takklingin hjá Jóan Símuni Edmundsyni í dystinum, skuldi kosta honum eitt gult kort. Gula kortið hevði sjálvandi við sær, at Jóan Símun varð noyddur at ansa sær, soleiðis at hann ikki fekk eitt gult kort afturat. Jóan Símun aftur har hann skal vera Stutt fyri hálvleik kemur Jóan Símun at standa í eini sera góðari støðu, eftir at Sonni Ragnar N...
2015-09-05
02 min
The Faroe Islands Podcast
EP 241: Ghetto Foroyar
This week, we visit what some call the second-largest Faroese settlement, but it's not in the Faroe Islands. Instead, we're heading to a rather bland looking concrete housing complex that scores of Faroese students call home. What's it like living in this little slice of the Faroes hidden in Denmark? We'll ask someone who lives there. Also, we've been nominated for a Podcast Award. Please head to the Podcast Awards website and vote for us in the "Travel" category (it's way at the bottom of the page).
2015-03-03
26 min
Speki
Speki: Reyðæti - havsins góðgæti
Reyðæti er høvuðsføði hjá teimum stóru ferðandi stovnunum av sild og makreli. Hesi fiskasløgini koma í stórum tali í havøkið norðan fyri Føroyar um summarið fyri at eta reyðæti. Tað er reyðæti sum avger, hvussu stórir hesir stovnar av uppsjóvarfiski kunnu vera. Seinastu árini eru broytingar hendar í vistskipanini í havøkinum norðan fyri Føroyar. Størri nøgdir av uppsjóvarfiski ferðast til okkara leiðir og verða verandi í eitt longri tíðarskeið, samstundis sum nøring og nøgd av reyðæti eru broytt. Liviumstøðurnar hjá reyðæti eru tengd...
2014-06-18
19 min
In mente
In Mente: Wacken Metal Battle Føroyar 2014
Leygarkvøldið 8. mars verður á triðja sinni skipað fyri Wacken Metal Battle Føroyar. Vit hitta Teit Egholm Fossáberg, ið er ein av fyriskiparunum, og Theodor Kabnas, ið spælir guitar í Hamferð, ið vann bæði føroysku og altjóða kappingina í 2012. Og í mentanarálmanakkanum frætta vit um eitt nú Spælimenninar í Hoydølum, sum í ár runda tey 40, Trónd Patursson, sum fríggjadagin hevur fernisering í Steinprenti, Fuglafjarðar Hornorkestur og Sørvágs Tónleikarfelag, sum hava tvær konsertir saman, og Sosialin, sum 14. mars letur úr hondum nýtt mentanarblað. Í sendingini hitta vit Teit Egholm Fossáberg, Theodor Kabnas, Kristian Blak...
2014-03-04
51 min
The Faroe Islands Podcast
EP 182: Foroyar 5.2 and Jens Thomsen
This week, we talk to ORKA founder Jens Thomsen about his project Foroyar 5.2, which blends music, geology, and video. We'll ask Thomsen how this unique collaboration came about and listen to some of the composition. We also give special thanks this week to our Kickstarter supporters David Pleasant, Sean Cearley, and Bill Schwab for helping make this week's episode possible.
2013-08-08
22 min
Sjónarhornið
Kvinnurættindi fyri ST
Hósdagin, skulu Føroyar saman við Danmark og Grønlandi lata ST áttandu frágreiðingina um um kvinnurættindi. Bergljót Debes Hentze hevði kvinnurættindi á skránni í Eyðgleiðingini í Góðan Morgun Føroyar týsmorgunin. Hoyrið meira í Sjónarhorninum!
2013-05-22
21 min
FM204
Børnini skulu fáa Føroyar inn í sálina
Listakvinnan Hansina Iversen ynskir, at børnini skulu fáa Føroyar inn í sálina, og er tí flutt aftur til Føroya saman við manni og børnum. Hansina hevur búð uttanlands, síðani 1988. Hon hevur búð bæði í Íslandi, Finnlandi og Danmark. Hansina fer at leita sær eftir einum atelieri at mála í og ætlar at vera virkin í listarliga umhvørvinum í Føroyum. Hansina harmast um, at Listasavnið er sjálvsognarstovnur og fer saman við øðrum at arbeiða fyri at fáa politikarar at gera lógir fyri Listasavnið. Hesar lógir skulu fylgjast, óansæð hvør tað er, sum starvast í Listasavninum. L...
2011-08-19
08 min
Perspektiv
Føroyar eru dýrasta landið í Europa!
Hví eru Føroyar dýrasta landið í Europa? Hvussu nógv dýrari er tað í miðal at búgva í Føroyum? Hvørjar eru orsøkirnar? Og hvat merkir hetta fyri føroyska búskapin? Hesar og fleiri spurningar seta vit í Perspektiv, nú vit í dagsins sending hava sett Hera á Rógvi, búskaparfrøðingini, ið hevur gjørt drúgva verkætlan um evnið, stevnu.
2011-04-05
49 min
Fólksins rødd
Fólksins rødd: Um forboðs-Føroyar
Forboðs-Føroyar - spurningar um moral og etikk hava við jøvnum millumbili sett dagsskránna í føroysku miðlunum. Í hvønn mun skal samfelagið regulera, hvussu vit liva okkara lív og ikki minst, hvør skal gera reglurnar?
2010-05-06
30 min