Look for any podcast host, guest or anyone
Showing episodes and shows of

Kringvarp Føroya

Shows

Við Tórði á túriVið Tórði á túriLovisa Luðvíksdóttir: Hevði tað hart undir toskakrígnum75 ára gamla Lovisa Luðvíksdóttir í Hvalba, sum er ættað úr Íslandi, hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hon og maðurin Magnar Ellendersen úr Hvalba komu at kennast sum ung á Akranesi, og Lovisa kom til Føroya fyrstu ferð sum 16 ára gomul. Lovisa Luðvíksdóttir, vanliga nevnd Lullan, sigur, at tað var gott at vera barn á Akranesi, har hon vaks upp. Har vóru trý flakavirkir, og sum ung lærdi hon á tí stóra flakavinum, samstundis sum ungi hvalbingurin Magnar Ellendersen sigldi við skipi av Akranesi. Tey komu at kennast blaðung og longu sum 16 ára gomul kom hon fyrs...2025-05-0550 minVágskálinVágskálinVágskálin: Heimastýri í heimspolitikki og monologarSámal Matras ummælir bókina "Heimsins nalvi" um føroyskan uttanríkispolitikk, og vit hoyra, hvørjir monologar vunnu virðislønir í sambandi við árligu skrivikappingina hjá Runavíkar kommunu Uttanríkistænastan hjá Føroya landsstýri hevur verið virkin síðan 1998, men viðurskifti uttan úr heimi hava rinið við Føroyar nógv longri enn so.  Í bókini "Heimsins nalvi - føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld" nevnir Hans Andrias Sølvará, at longu undir Napoleonskríggjunum fór Nólsoyar Páll at virka fyri føroyskari skipasigling og fríhandli.  Undir fyrra heimsbardaga vendu føroyingar sær beinl...2025-04-3052 minOrðavalOrðavalOrðaval #11: Føroyskt í fótbólti og at flyta málsliga til FøroyaÍ Fótbóltssambandi Føroya leggja tey seg eftir at hava góð føroysk orð fyri alt tað, ið stendur í fótbóltslógini. Lassen Isaksen er dómaraleiðari í FSF og greiðir frá, hvussu hetta verður gjørt. Eitt er at flyta landafrøðiliga til Føroya, men hvussu er at flyta málsliga? Tað tosa vit Liége Dimon, ið er úr Brasil, um. Lagt til rættis: Øssur Egholm.2025-02-1038 minVágskálinVágskálinVágskálin: Bókadeild Føroya Lærarafelags á breddanumBókadeild Føroya Lærarafelags varð stovnað í 1956, og síðan tá hevur folagið givið út millum 6.000 og 7.000 bøkur til børn og ung.  Fyrstu árini hekk alt arbeiðið á herðunum á nevndarlimunum, men frá 1986 varð Ingrið Sondum sett sum leiðari burturav, og tá gjørdist virksemið miðvísari. Niels Jákup Thomsen kom í ritstjórnina á Barnablaðnum í 1981, og fyrstu tímarnar fyri sjálva Bókadeildina arbeiddi hann í 1985 sum bókhaldari. Í 1986 gjørdist hann ritstjóri.  Í 1996 tók hann við sum stjóri á Bókadeildini, og í summar fer hann frá. Bókin er ikki deyð, eins og spátt varð fyri 10 árum síðan, og tí hevur Bókadeild...2025-02-0452 minGudstænastur í sjónvarpiGudstænastur í sjónvarpiGudstænasta úr Havnar kirkjuSálmar 105 Jól hava eingaljóð 110 Í Betlehem, í Dávids stað 116 Himmalsins harpur tóna hátt - 132 Føgur er foldin 95 Gleðilig jól  Kirkjutænarar: Elsa Johanna Høgenni, deknur Anna Sofía Restorff, klokkari Leif Hansen, organistur Uni Næs, dómpróstur Kamarkórið syngur Kringvarp Føroya: Jóhannes Berthelsen, sjónvarpsframleiðari Finnur Hansen, ljóðtøkningur Brandar Heðinsson, MCR og undirtekstir   Samskipað hevur Armgarð Arge2024-12-251h 27BreddinBreddinBreddin: Fráflyting og altingsvalEin triðingur av føroyingunum, sum búgva í Danmark, hava útbúgving á heilsu- og umsorgarnarøkinum. 258 eru útbúgvin innan barnaansing ella ungdómstilboð, harav størsti parturin av teimum eru námsfrøðingar. Og hetta eru júst nakrar av teimum starvsfólkunum, sum vit mangla í Føroyum.  Vit tosa vit Sannu á Løgmansbø, forkvinnu í Føroya Pedagogfelag.  og líkt er til, at íslendingar fara til vinstru, tá teir í morgin fara í valhølini til Altingsval. Tað er ymiskt hvat veljarkanningarnar siga um úrslitið, men líkt er til, at Samfylkingin verður størstur flokkur.  Vit tosa við Hannu í Horni, sendikvinna Føroya í Í...2024-11-2926 minVágskálinVágskálinVágskálin: Regnar á listina og pappírið undir trýstiHvussu leingi kann Listasavn Føroya halda fram sum nú? Ikki leingi aftrat, sigur nýggi stjórin á Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, tí savnið hevur stóran tørv á umvælingum. Tað regnar inn á savnið, og soppur ger um seg. Haraftrat er ógjørligt at stýra hitaviðurskiftunum, og hetta kann alt skala tey 2.800 listaverkini. Listasavnið verður tí útbygt og umvælt í næstum, og stjórin vónar, at arbeiðið verður liðugt í 2026 og fer at tryggja savnið í minst 30 ár. Vit eru eisini til móttøku á Føroyaprenti, sum fríggjadagin 27. september hátíðarhelt sín 20 ára stovninga...2024-10-0949 minGuðstænastur í útvarpiGuðstænastur í útvarpiGuðstænasta á ólavsøku 29. juli 2024Ólavsøku guðstænastan 2024  Sálmar:  243 Fedranna kirkja í Føroya tjóð  596 Harri, tær vit vilja takka  243 Fedranna kirkja í Føroya tjóð  596 Harri, tær vit vilja takka    326 Tú gavst mær, o, Harri, her livilig kor  132 Føgur er foldin  585 Tú alfagra land mítt  Framførslur:  Præludium: Ari Hammer Joensen og Ernst Remmel spæla Voluntary eftir John Stanley fyri trompet og orgul.  Introitus: Kórið í Christianskirkjuni syngur Úr eystri rísur sólin stinn – B.S. Ingemann/Hilmar Jan Hnsen týddi til føroyskt, lag: N.W. Gade.  Kórið í Christianskirkjuni syngur: Kirkjan hon er eitt gamalt hús – Grundtvig/ J. Dahl týddi til...2024-07-291h 15SummarmorgunSummarmorgunSummarmorgun fríggjadagur 12. juliSunnudagin verður heitt á øll fólk um at týna garðaskøruna, sum breiðir seg um alt landið og ger av við aðrar plantur. Føroya náttúru- og umhvørvisfelag hevur tikið stig til garðaskørutýningardagin. Vit tosa við Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðing. Nú eru 100 ár liðin, síðani Sunneva Katrina Luid, vanliga nevnd Trina í Meiðlendi, andaðist, hava nøkur ættfólk tikið stig til at seta henni minnisstein uttan fyri savnið á Mýri í Hovi. Trina var heimadoktari og kend fyri at lekja fólk. Hon ferðaðist um alla Suðuroynna, og mong komu eisini...2024-07-121h 15VágskálinVágskálinVágskálin: Háskúlamaðurin við tí stóra lívsviljanumBókin "Rasmus á Háskúlanum" hjá Guðruni Gaard verður løgd á vágskálina hesaferð Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði stovnaðu Føroya Fólkaháskúla í 1899. Hetta var ódnartak, sum fekk stóran týdning fyri andsmenningina hjá mongu næmingunum, ið fóru at ganga har. Háskúlin helt fyrstu árini til í Føgrulíð á Borðoynni og flutti í 1910 út í Hornabø í Havn, har hann hevur verið síðan. Rasmus Rasmussen varð føddur í 1871 í Miðvági og stóð til at arva stóran garð. Hann gjørdi heldur av at fara bókliga vegin og gekk á tveimum háskúlum í Danmark, Val...2024-05-1549 minGudstænastur í sjónvarpiGudstænastur í sjónvarpiGuðstænasta úr Gøtu kirkjuSálmar nr. 211: Páskablóma hvat vilt tú? nr.195 : Deyði hvar er nú broddur tín? nr. 96 : Rís upp úr grøv, Guds páskaól nr. 205 : Heiður tær verið Gøtu kirkju ungdómskór undir leiðslu av Símuni Hammer syngur: Introitus: Til tín Guðs son vit stíga fram. Chr. Præstholm / týtt til føroyskt: Símun Hammer  Nærri mín Guð til tín (Tekstur eftir Sara F. Adams / Útseting: James L. Stevens)  Kirkjutænarar Deknur: Sonny Dalheim. Organistur: Símun Hammer og Ari Petersen Klokkari: Jákup Øre Deknur: Sonny Da...2024-04-011h 34VágskálinVágskálinVágskálin: 80 ára gamlir og framvegis alvirknirVit eru á risastóru framsýningini hjá Bárði Jákupssyni í Müllers Pakkhúsi í Havn og tosa við hann um eitt langt lív í listini, nú hann er vorðin 80 ár. Hann greiðir m.a. frá síni tíð sum lærari á Føroya Fólkaháskúla, leiðari á Føroya Fornminnissavni og stjóri á Listasavni Føroya. Kinna Poulsen ummælir framsýningina í Müllers pakkhúsi og heldur, at hon er bæði áhugaverd og stórtøkin. Tróndur Patursson og Brandur Patursson sýna fram í Listasavni Føroya í sambandi við, at Tróndur 1. mars fylti 80. Fyrr hjálpti Brandur nógv pá...2024-03-0650 minMálteigurinMálteigurin'Omsorgssvigt' kann ikki eita umsorganarsvik á føroyskumÍ dagsins Málteigi tosa vit um orðasmíð. Hetta evnið er so mikið stórt, at vit fara at viðgera tað í fleiri sendingum.  Hesa ferð tosa vit um reglurnar, tá ið navnorð verða gjørd til sagnorð, og í tí sambandinum tosa vit millum annað um, hví danska orðið omsorgssvigt ikki kann eita umsorganarsvik ella umsorganarsvíkur á føroyskum.  Ongar avgjørdar reglur eru um orðasmíð, men vit hava ymsar siðvenjur, nakrar mátar, sum hava verið nýttir í øldir og framvegis kunnu nýtast. Tað eru heilt nógvir mátar, sum ymisk orð kunnu hava somu rót, ella hvussu nýggj orð verða t...2024-02-2645 minVágskálinVágskálinVágskálin: Ein tendensiøs hetjusøga um fyrimynd høvundansPetur Mohr Dam varð føddur í 1898 og var við til at stovna Føroya Javnaðarflokk í 1925. Saman við Maurentiusi Viðstein varð hann valdur á ting í 1928. Í 1936 gjørdist Petur Mohr Dam formaður í flokkinum, og hann var formaður, til hann doyði í 1968. Løgmaður var hann frá 1959 til 1963 og aftur frá 1967 til 1968. Virgar Dalsgaard kallar Petur Mohr Dam Føroya fremsta sosiala arkitekt og er hugtikin av bæði manninum og politikaranum. Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, heldur bókina vera ov selektiva og tendensiøsa, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, sigur, at høvundurin hevur skrivað eina hetjusøgu um Petur Mo...2024-02-2152 minStakar sendingar - sjónvarpStakar sendingar - sjónvarpBiit: Hugskot við Ellu"Hugskot við Ellu" eitur ein nýggj sending, sum Biit ger. Ì sendingini ummælir miðlagrafikarin Ella útvald føroysk búmerki. Hon kemur millum annað við ymiskum boðum uppá, hvussu búmerkini kundi riggað betri. Í fyrsta parti viðger Ella búmerkini hjá ávíkavist Betri-samtakinum, Føroya Keypssamtøku, Trin 27, Býarbókasavninum og Kringvarpi Føroya.2024-01-2406 minJóla- og nýggjárssendingar (úv)Jóla- og nýggjárssendingar (úv)Nýggjárskonsertin 2024Tónleikaskráin var undirhaldandi, álvarsom og nemur við alt kensluraðið við stórbærum verkum frá miklum tónaskøldum. Nýggjárskonsertirnar bera sum altíð brá av vakurleika og hátíðarligum veitsludámi. Tríggir solistar og kór eru við í konsertini.   Nýggjárskonsertin 2024 Ivan Magrí (ITA) Heimsklassa tenorurin Ivan Magrí, ið hesaferð vitjar Føroya Symfoniorkestur, hevur nomið sær útbúgving á lærda tónleikaháskúlanum í Giuseppe Verdi í Milano. Hann hevur eisini fingið holla vegleiðing frá víðagitna Luciano Pavarotti. Hann hevur vunnið altjóða virðislønir í Riccardo Zandonai kappingini og Francesco Maria Martini kappingini. Ivan Magrí ferða...2024-01-081h 52Við Tórði á túriVið Tórði á túriVið Tórði á túri - fransiskanarsystrarnar faraTað er ein lítil øld síðani tær fyrstu fransiskanarsystrarnar komu til Føroya. Og um fáar mánaðir er virksemið hjá teimum her søga. Í juni fara tær av landinum, tí tær eru blivnar ov fáar og ongar ungar koma hendavegin. -Torføru viðurskiftini viðvíkjandi innferðarloyvi og arbeiðsloyvi hava eisini gjørt sítt til støðuna, staðfestir Marisa Spiteri Cremona, fransiskanarsystir. Hon greiðir frá torføru støðuni hjá yngstu nunnuni, Rossppin Croos úr Sri Lanka, sum kom til Føroya í fjør, men enn ikki hevur fingið arbeiðsloyvi. -Eg...2023-12-0446 minMeg minnistMeg minnistMeg minnist - Svanbjørg Manai (1:2)Vit hitta Svanbjørg Manai, sum er farin úr starvi á frímerkjadeildini eftir 47 ár. Hon tók við starvinum tann 1. apríl 1976, tá føroysku myndugleikarnir yvirtóku danska postverkið í Føroyum undir heitinum Postverk Føroya. Frímerkjadeildin hevur verið eitt spennandi arbeiðspláss við mongum avbjóðingum. Hesi árini eru framleidd heili 1000 ymisk frímerki, sum hava stóran áhuga millum savnarar um allan heim. Tað var tann tíð, tá frímerkini trygggjaðu Postverki Føroya avlop í rakstrinum. Nú verða ikki longur so nógv frímerki seld til vanliga nýtslu. Tað minkar um avlopið.2023-10-2037 minVit kunnu so nógv meiraVit kunnu so nógv meiraVit kunnu so nógv meira - 6. parturAnna Maria Sivertsen og maðurin Mórits Sørensen hava festi í Streymnesi, har tey hava gott og væl 400 áseyðir. Tað fáa vit eitt prát um og vit tosa eisini við hana um eplini, sum hon og maðurin hava gjørt rættiliga nógv við í seinastuni. Í bygdini hava tey tvær veltur, sum eru umleið 4.000 fermetrar til víddar og tær geva teimum umleið átta tons av eplum. Vit eru eisini á vitjan í Leirvík, har vit hitta Rasmus Norup, sum fyri tíggju árum síðan kom til Føroya at taka sær av garðinum í Leirvík, sum tá s...2023-10-1040 minVið Tórði á túriVið Tórði á túriVið Tórði á túri á oynni EgholmVerpápi Armgarð Mariu Weihe, prestadóttir á Reynagarði í Havn, varð føddur á Damgarðinum á Egholm. Sonur hansara, Niels Sørensen Egholm, var hattamakari í Keypmannahavn og tað rann saman millum hann og Armgarð. Seinni flutti Armgarð aftur til Føroya við børnunum og soleiðis kom Egholm-navnið til Føroya. Armgarð verður oftast rópt Madam Egholm, og hon verður nevnd við virðing. - Í dag eru eini 10 prosent av Føroya fólki so ella so ættað av hesari oynni í Limfjørðinum, sigur Øssur Sverrason Egholm, sum skipaði fyri ættarstevnuni. Í sendingini í dag hitta vit fleiri av teimum, sum vóru við á ættarste...2023-09-2551 minBrunsjBrunsjBrunsj við Jens Jákup HansenJens Jákup Hansen er útlærdur sum snikkari, fjallabjargari og sjónvarpsfotografur og starvast fast á Mentanar-deildini í Kringvarp Føroya.  Jens Jákup hevur altíð kent seg øðrvísi enn onnur, og í januar 2022 fekk hann staðfest ADHD.2023-06-172h 16BrunsjBrunsjMartin Mouritsen er gestur í BrunsjMartin Mouritsen er føddur í 1955 í Havn, har hann eisini er uppvaksin og búsitandi. Hann er útbúgvin á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og spælir klarinett við millum øðrum GHM og Føroya Symfoniorkestri. Síðan 1986 hevur Martin undirvíst og arbeitt í musikkskúlaskipanini. Í sekstan ár var hann dirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri, og í dag 1. apríl 2023 hevur Martin 25 ára starvsdag sum stjóri í Musikkskúlanum.2023-04-012h 13Meg minnistMeg minnistMeg minnist - Edmund Joensen - (5:7)Sum stjóri og medeigari í virkinum O.C. Joensen á Oyri var Edmund Joensen limur í umboðsráð-num og starvsnevndini í l/f Føroya Fiskasølu. Hon stílaði fyri útflutninginum hjá sínum limum, ið vóru so at siga øll fiskavirki og skip. Fiskasølan hevði deildir í Grimsby og Hirtshals og samstarvaði eisini við Coldwater Seafood í USA. Eitt skifti sendi Fiskasølan eitt farmaskip um vikuna til USA við føroyskum flaki. Setningurin hjá Fiskasøluni var bæði at selja og fíggja virksemið hjá sínum limum. Fíggjarkreppan í Føroyum í nítiárunum tók eisini lívið av Føroya Fiskasølu.2023-03-1941 minMálteigurinMálteigurinHvørkikynsorð og ðHvørkikynsorð og ð-endingar eru til viðgerðar í hesi sendingini. Fyrst av øllum: ð sum ending kann bara vera í orðum, sum eru hvørkikyn. Er talan um kallkyn og kvennkyn, so er ð aftast bara tá ið tað er partur av orðinum/stovninum, ikki sum ending. Ein stivli ella ein hosa kann aldrin fáa ð skoytt upp í seg. - Hvørkikynsorðini eru torførari, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. Eitt hús, tað húsið. Her hoyra vit mun. Men so eru tað hvørkikynsorðini, sum enda við i ella a: Eitt kvæði, hitt kvæðið; eitt eyga, hitt eygað...2023-02-1343 minBrunsjBrunsjBrunsj við Ingvør NolsøeIngvør Nolse er fødd í 1951 í Klaksvík, har hon vaks upp og búði, til hon sum átjan ára gomul flutti til Keypmannahavnar at útbúgva seg til Art Director innan marknaðarføring og samskiftið. Afturkomin til Føroya sum 25 ára gomul stovnaði hon Føroya fyrstu marknaðarføringsfyritøku "Teknistovan hjá Ingvør", sum seinni broytti navn til "Stephanssons hús". Fyritøkan var einaráðandi innan marknaðarføring í Føroyum í 10 ár.2022-06-192h 07Jóla- og nýggjárssendingarJóla- og nýggjárssendingarÍ fyrstuni var orðið...Kringvarp Føroya ynskir øllum Føroya fólki eini gleðilig jól.2021-12-2606 minJóla- og nýggjárssendingarJóla- og nýggjárssendingarMen tað hendi...Kringvarp Føroya ynskir øllum føroya fólki eini gleðilig jól.2021-12-2506 minDansivalDansivalHans Mainhard Djurhuus 100 ár (1:2)Mainhard Djurhuus týddi eisini Tíðrikssøgu, sum hann las upp í Útvarpi Føroya fyrst í 1970-árunum2020-12-291h 28PressanPressanPressan: Stríðið um almenna rúmiðSjúkrarøktarfrøðingar eru í verkfalli. Kunnu sjúkrarøktarfrøðingarnir aftur vinna stríðið um undirtøku millum kvinnur og menn. Í 2017 vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir eisini í verkfalli, og tá tókist greiður samhugi vera við teirra verkfalli. Hvussu er hesaferð? Við hvøjrum orðum royna partarnir at vinna samhuga fyri sínum sjónarmiðum. Partar av okkum brúka nógv tíð til aðrar miðlar enn Kringvarp Føroya. Ja, hesin parturin kanska bara veksur. Og hvar endar so Public Service-stovnurin Kringvarp Føroya? Yngra ættarliðið hevur nógvar miðlar at velja ímillum, og tað er neyvan Kringvarp...2020-10-2355 minPressanPressanPressan: Tilbúgving í miðlunumMen útvarpið og hinir miðlarnir halda seg eisini hava skyldu at veita borgarunum tænastur, tá veðrið er ringt ella aðrar hendingar ávirka gerandisdagin. Men heilsutilbúgvingin liggur einsamøll hjá heilsumyndugleikunum. So kunnu miðlarnir sjálvir velja og vraka millum hvørjar upplýsingar teir velja at bera víðari. Sveinur Tróndarson verður nýggjur blaðstjóri á Dimmalætting. Gestir: Andras Marr Poulsen, samskipar av Tilbúgving Føroya, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin og Sveinur Tróndarsson, nýggjur blaðstjóri á Dimmalætting. Við tøknipultin: Øssur Egholm L2020-03-0656 minÁ quiztinumÁ quiztinumÁ Quiztinum - 3. innleiðandi umfarTað verða eldhugaðir útvarpsvertir við støði í tí andaliga og í tí ítróttarliga, ið fara at kappast á Quiztinum hesuferð. Annað liðið verður mannað av Tór Arna Samuelsen og Jóhan Petur Johannesen frá Lindini, og hitt liðið verður mannað av ítróttarfrásøgufólkunum Mariu Ziskason Nesá frá Kringvarpi Føroya og Tróndi Arge frá Miðlahúsinum og FM 1. Tú kanst hoyra sendingina her.2020-02-011h 07PressanPressanPressan: Grindamyndir órógva G!Gestir: Sigvør Laksá, stjóri G-festivalurin, Gunnar Skúvadal, stjóri vg.fo Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum Ivan Niclasen, stjóri, Kringvarp Føroya Skjøl um Public Service: https://kvf.fo/kvf/um-kvf/public-service Við tøkniupultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig Hetta er seiansta sending fyri summarfrítíðina.2019-06-1454 minPressanPressanPressan: TIlflytarar í KvF og Løkke í miðlunumKnappliga boðaði Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, frá, at hann kom til Føroya at reka valstríð - hvussu nógv pláss eigur forsætismálaráðharrin at fáa í føroysku miðlunum. Gestir: Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin, Jóhann Lützen, stjóri Norðlýsi. Um integrasjón og miðlar: Siri Helgadóttir Tórgarð, integrasjónsamskipari Tórshavnar Kommuna, og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig2019-05-3154 min25 minuttir25 minuttir25 minuttir: Katarina NolsøeKatarina Nolsøe er útbúgvin sjónleikari. Hon er gift við Hans Torgarð, og saman eiga tey tvey børn. Tóálv, ið er 18 ára gamal og Mariu, sum er 22. Í 2006 fekk Katarina álvarsamt tunglyndi, sum hevði við sær, at hon fleiri ferðir hevur verið innløgd á psykiatriska deplinum. Men nú hevur Katarina tað nógv betri, og við leikinum, sum verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í hesum døgum, Leitanin eftir at vera, greiður Katarina frá stríðnum hon hevur haft við tungdlyndinum, og um sína ferð gjøgnum ótta og angist.2019-04-1024 minRadarinRadarinRadarin: Grøn kós og svørt oljaÁ fimta sinni hevur veðurlagsverkfall verið uttan fyri løgtingshúsini í Havn, har FNU, átakið Ringrás, Reyði Krossur Føroya og trý politisk ungmannafeløg krevja, at stig verða tikin fyri at tálma vaksandi útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum elva til støðugt meira oyðileggjandi veðurlagsbroytingar. Innanfyri eru teir sjey politisku flokkarnir so smátt farnir undir sítt valstríð, og allir siga seg vilja ganga ta grønu kósina, men teir vilja samstundis sleppa at leita, finna, bora og selja føroyska olju. Hvussu hongur tað saman?2019-02-0652 minAlsoAlsoAndras: Giftir menn eiga at halda seg innangarðs!Longu í fyrstu Also-sending í vetur kom ferð á kjakið, tá panelluttakararnir skuldu taka støðu til hvør hevur skyldina, tá talan er um ótrúskap. Eisini varð kjakast um hvussu útlendskir makar hava tað, tá tey flyta til Føroya, og um eina kvinnu, sum er sannførd um, at mamman hatar seg.2018-09-291h 01RadarinRadarinRadarin: løn og lønarójavniÚtboð og eftirspurningur eru høvuðsorsøkirnar til, at lønarlagið er, sum tað er. Men fleiri onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi. Ójavni á arbeiðsmarknaðinum er neyðugur fyri at fáa fólk at kýta seg, men ov stórur ójavni er eisini samfelagsbúskaparliga óheppin. Luttakarar í sendingini: Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroyar Pedagogfelag, Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur, Esther Dahl, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súsanna Nolsøe, samráðingarfólk á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.2018-01-0352 minJóla- og nýggjárssendingarJóla- og nýggjárssendingarTórshavnar Big Band: Minnist tú ennKonsertin tók støði í sjónvarpssendirøðini "Minnist tú enn", sum Kringvarpið sendi fyri nøkrum árum síðani. Magnus Johannesen setti løgini út fyri orkestrið. Gestasangarar eru Kristina Bærentsen, Guðrun Sólja Jacobsen, Signar í Homrum, Sámal Ravnsfjall og Carlsen systrarnar. Sigurður Flosason stjórnar orkestrinum, og Suni Merkistein, sum gjørdi sendirøðina "Minnist tú enn" saman við Hans Peturi Hansen, er frásøgufólk á konsertini. Kringvarp Føroya tók konsertina upp.2017-12-121h 45SummartíðSummartíðSummartíð - 7. sept. 2017Vit fregnast um nýggja ferðavinnuskeiðið, sum byrjaði á miðnámi í Vestmanna í gjár. Vit fáa orðið á næmingar, umframt at vit spyrja inn til hvat útbúgvingin inniber, og hvat hon kann brúkast til. Í morgin byrjar ráðstevnan Nordic Meeting 2017, har umboð fyri ítróttarsambondini í norðurlondum hittast at umrøða tey øki, sum ymsu londini arbeiða við í løtuni. Petur Mittún, aðalskrivari í ítróttarsambandi føroya, sum er vertur fyri ráðstevnuni, kemur í útvarpsstovuna.2017-09-071h 49SummartíðSummartíðSummartíð - 39. sending, 25. august 2017Fróðskaparsetur Føroya og Universitetið í Keypmannahavn skipa fyri einari landslagskanning, hvørs endamál er at finna út av, hvat meinigi føroyingurin heldur um náttúruvirðini í føroyska landslagnum, og framtíðar menning av landinum. Vit frætta nærri um gongdina í kanningini. Hóskvøldið vóru fýra Embla Nordic Food Awards virðislønir latnar í Keypmannahavn. Føroyingar vunnu ikki færri enn tríggjar teirra. Ein av vinnarunum kemur á gátt.2017-08-261h 59SummartíðSummartíðSummartíð, 22. sending, 2. august 2017Ferðafólkatalið setur met so gott sum hvønn mánað, og í gjár var greitt, at fleiri enn 51.000 fólk ferðaðust um Vága floghavn í juli. Í sendingini fara vit á rundferð í Vága floghavn. Vit hava eisini verið til brúðarvígslu, har eitt norskt par giftist í Klaksvík í gjár, og tað vísir seg, at fleiri og fleiri útlendsk pør koma til Føroya fyri júst at giftast. Kópakonan og Kalsoyggin er eitt av heilt stóru ferðamálunum í norðoyggjum í ár, og tað er úrslit av góðari marknaðarføring og einum skipaðum heildagstilboði í Kalso2017-08-021h 46GeyminGeyminGeymin: Eitt betri lívJane kom til Føroya úr Filipsoyggjunum at hitta Jóhan á Ørg í Sørvági, sum hon hevði fingið samband við á netinum. Tveir mánaðar seinni giftust tey.2017-07-3135 minVitanVitanFara at avdúka ílegu-søguna hjá víkingum í ÚtnorðiTað eru vísindafólk frá Center for Geogenetik á Statens Naturhistoriske Museer í Keypmannahavn sum standa fyri hesi gransking.  Verkætlanin ber heitið “Population Genomics of Vikings”. Evnið, verkætlanin viðgerð, er at avdúka ílegu-søguna hjá víkingum og farleiðum teirra í Útnorði í 8-12. øld. Ætlanin er í høvuðsheitum at kanna og staðseta ílegurnar hjá niðursetumonnunum í Útnorðri.   Granskararnir taka sýnir úr gomlu beinagrindunum (Mynd: Søvn Landsins)   Víkingarnir eru kendir fyri ferðirnar, teir gjørdu úr heimlondunum í Skandinaviu, og har teir spjaddust víða um lond – ferðir, ið tóku seg upp einaferð í 8. øld. Víðakendur er týdningurin...2017-07-2020 minVitanVitanElisabet hevur kortlagt silvurfiskinSilvurfiskurin er eitt fyrndargamalt vongleyst skordjór, ið mentist fyri uml. 400 milliónum árum síðani. Skordýrið er vanligt í Føroyum og trívist best har tað er heitt og slavið. Tí er silvurfiskur oftast at finna í baðirúminum, undir køksvaskinum og í kjallarum.   Silvurfiskar, sum Elisabet hevur fangað og granskað (Mynd: Elisabet Thomsen)   Silvurfiskur er ljósskjarur og flýggjar ella situr pinnastillur, so skjótt sum ljósið verður tendrað. Silvurfiskur heldur til í rivum og holum og er sera kravlítil. Hann kann liva í fleiri mánaðir uttan at eta. Silvurfiskinum dámar alt, ið hevur sukur og stívilsi í sær, so...2017-07-1213 minSummartíðSummartíðSummartíð, 6. sending, 10. juli 2017Eisini frætta vit um floksmannadagarnar, sum vóru í Fugloy um vikuskiftið, eins og Føroya Regatta 2017, sum júst hevur verið. Tú kanst hoyra sendingina her!2017-07-101h 49MentanarkaféinMentanarkaféinMyndlist, Grøna Herbergið og maritim mentanWilliam Heinesen var ikki bara skald og rithøvundur, hann skrivaði eisini tónleik, spældi uppá klaver, eins og hann var ein sera fjøltáttaður myndlistamaður. Og nú tað fríggjadagin lat upp ein stór framsýning við verkum eftir William Heinesen á Listasavni Føroya, hava vit hitt Maluna Marnersdóttir, professara, og Nils Ohrt, stjóra á Listasavni Føroya. Framsýningin er framhald av bókini, sum Bárður Jákupsson hevur skrivað, og sum Sprotin legði úr hondum í fjør. Og vit leita eisini aftur á ummæli, sum Kinna Poulsen tá gjørdi um bókina.2017-05-101h 50Skil fiskin!Skil fiskin!Skil fiskin! - Uppboðssøla (5:9)Forsprákarar fyri at selja veiðirættindi á uppboðssølu siga, at ein marknaðargrundað skipan í longdini hevði gjørt vinnuna meira gjøgnumskygda, effektiva og at landið hevði fingið rættan prís fyri tilfeingið, sum fólkið sambært lóg eigur. Men hóast uppboðssølan tykist skilagóð á pappírinum, so er ein full og frí uppboðssøla Terra Incognita - eitt ókent øki - í fiskivinnuhøpi. Mótstøðufólk siga, at frí uppboðssøla hevði elvt til ótryggleika í vinnuni, verri fíggingarsømdir frá peningastovnum, og at hon hevði gjørt seg inn á tey, sum hava ein søguligan...2017-04-1211 minSkil fiskin!Skil fiskin!Skil fiskin! - Hví fiskivinnunýskipan? (1:9)GG: fyrsta sluppin kom í 1872, ikki í 1882, sum sagt verður í sendingini. Fiskivinnan skal skipast av nýggjum frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvørjar eru orsøkirnar til, at vit eru í eini nýskipanartilgongd júst nú. Og hvat er tað, kjakast verður mest um? Hesir spurningar eru óloysiliga tengdir at øðrum hendingum seinastu hálvthundrað árini. --- Fyrr var føroysk fiskivinnan púra fræls. Í slupptíðini vóru næstan ongar avmarkingar - bæði á føroyska fiskiskapinum í eitt nú Grønlandi og Íslandi og á útlendska fiskiskapinum í føroyskum sjógvi. Skipini ferðaðust víða um...2017-03-2910 minRøddinliveRøddinliveRøddinLive: MóðurmáliðLinnéa L. Petersen og Elsa Brestisdóttir Patursson eru gestir í sendingini, tí tær hava sera ymiskar hugburðar um tað føroyska málið. Eisini práta vit við Málráðið og Bókadeild Føroya Lærarafelags.2017-03-1754 minKvF 60 ár, útvarpKvF 60 ár, útvarpKvF 60 ár - Samrøða við Sonnu av SkarðiAxel Tórgarð, sum var fyrsti fyristøðumaður Útvarp Føroya, gjørdi millum 25-30 samrøður. Ofta við eldri fólk um lívið á landi og á sjógvi. Hann hevði eina aðrasamrøðu við Sonnu av Skarði í 1959, Dagar í Føgrulíð, um fyrstu árini á Føroya Fólkaháskúla í Føgrulíð. Axel Tórgarð var fyristøðumaður í Útvarpinum frá 1957 til 1960.2017-02-1621 minKvF 60 ár, útvarpKvF 60 ár, útvarpKvF 60 ár - Listin er sjálvur andadrátturinSigmund Poulsen, sum byrjaði sum journalistur í Útvarpi Føroya í 1978, var fyrst og fremst tíðindamaður. Men hann gørdi eisini nógvar sendingar millum ár og dag. Eitt nú hevði hann samrøður við listafólk, og gjørdi eina sendirøð um ymisk trúarsamfeløg í Føroyum.2017-02-1632 minKvF 60 ár, útvarpKvF 60 ár, útvarpKjak um tónleikaprofilin hjá KringvarpinumØll árini, síðan Útvarp Føroya kom í oyra fyri 60 árum síðan, hevur útvarpið havt stóran týdning fyri útbreiðsluna av føroyskum og útlendskum tónleiki í Føroyum; og útvarpið hevur eyðsæð havt stóra ávirkan á, hvat føroyingar hava lurtað eftir og ikki. At myndin nú er nógv broytt, er lætt at staðfesta. Hvønn týdning hevur Kringvarpið í dag fyri føroyskan tónleik og útbreiðsluna av tónleiki sum heild? Og hvussu megnar Kringvarpið "sum mentanarstovnur at miðla tónleik og skapa áhuga fyri føroyskum tónleiki", sum tað stendur í Public Service-sáttmála2017-02-1038 minMentanarkaféinMentanarkaféinMentanarkaféin 1. februar 2017Tjóðpallur Føroya framførir í hesum døgum grikska sorgarleikin Elektra, og vit fáa tveir ummælarar á gátt, Vár B. Jacobsen og Gullu Øregaard. "Eg eri ikki eg, eri eg", er heiti á MA-ritgerð, sum Lydia Didriksen hevur skrivað MA-ritgerð á Fróðskaparsetri Føroya um autofiktión. Lydia lýsir autofiktión í føroyskum skaldskapi. Endaloysi er evni á listaframsýning, sum Beinta av Reyni hevur á Listasavni Føroya. Vit práta við Beintu sjálva og Solveig Hanusardóttir Olsen, listafrøðing, um framsýningina.2017-02-021h 52VitanVitanVitan: Føroya demografi fra midøld til nútið- Í næstan 500 ár búði nøkur heilt fá túsund fólk í Føroyum, greiðir Hans Pauli Strøm frá. Hann starvast, sum sosiologur á Hagstovuni, og hann hevur hugt at, hvussu og hví okkara fólkasøga er komin at síggja soleiðis út.  - Tað var ikki fyrr enn í seinnu helvt av 1700talinum, og fólkatalið byrjaði so smátt at kvinka uppeftir, men tað var ikki fyrr enn í 19. øld at rættligur fólkavøkstur kom, sigur Hans Pauli. Hvussu og hví so er, greiðir Hans Pauli Strøm frá í sendingini.   Fólkatalið í Føroyum frá 1350 til dagin í dag2017-01-2455 minMentanarkaféinMentanarkaféinLISA 35 árListafólkasamband Føroya fyllir 35 ár. Marita Dalsgaard, Guðrið Poulsen, Jóhan Martin Kristiansen, Súsan í Jákupsstovu og Ingi Joensen greiða frá byrjanini av Lisa, framtíðarvónir og endamál2017-01-1226 minMentanarkaféinMentanarkaféinFyrsta mentanarkaféin í 2017Føroya Symfoniorkestur byrjaði leikárið 2017 við Nýggjárskonsertini; Eirikur Skála og Ólavur Jakobsen ummæla verk, solistar, orkestur og kór. Spennandi skaldsøguhandrit eftir William Heinesen er endurfunnið; vit tosa við Berg Mobert Rønne, sum hevur lisið handritið. Eivør hevði upptøkukonsert um vikuskiftið; vit vóru í Sjónleikarhúsinum. LISA fyllir 35; vit tosa við verandi og fyrrverandi nevndarlimir um framtíðarvónir og endamál.2017-01-121h 59AfturáafturAfturáafturAfturáaftur: Norðurlendskir pengar ella boykottÁfturáaftur hesiferð nemur við sendingina um Høgna Kunoy Dávason í Søldafirði, um norðurlendskan samleika og norðurlendskar pengar og um A.P. Møller pengar til Føroya.2016-12-0245 minSkáinSkáinSkáin: Inntøkubýti og ójavni í FøroyumHugskotið til evnið í Skáanum er komið frá einum lurtara, ið millum annað skrivar soleiðis: "Eg kundi hugsað mær, at tit viðgjørdu evnið um inntøkubýtið í Føroyum, serliga við denti á háinntøkur og tess týðning fyri samfelagið út frá einum samfelagsbúskaparligum sjónarhornið". Gestir í sendingini eru Høgni Vilhelm frá Hagstovu Føroya, Herman Oskarsson búskaparfrøðingur, og Djóni Eidisgaard leiðari hjá Barnabata.2016-11-2853 minMentanarkaféinMentanarkaféinMentanarcaféin við fjølbroyttum innihaldiLeygardagin 29. oktober skipaði Listafólkasamband Føroya, LISA, fyri ráðstevnu um føroyskan listapolitikk. Limir í starvsnevndini í LISA og yrkislistakvinna kjakast um ráðstevnuna. Regin Guttesen er aktuellur við nýggjari fløgu. "Momento", sum fløgan nevnist, varskógvar nýtt stílbrigdi hjá føroyinginum í Suðuritalia. Bólkurin 200, sum Niels Arge Galan, Michael Blak og Una Árting manna, hava givið út sjeyndu útgávu teirra við heitinum, Reytt pass. Niels tosar um føroyska málið, tjóðskaparkenslu- og samleika, og um hví 200 ikki flokka seg sum punkbólk.2016-11-031h 59AfturáafturAfturáafturAfturáaftur: Saltsilo og um at pløga Føroya BankaHvat hendir við kommunuvalinum á Tvøroyri, og eigur Suðuroyggin at vera ein kommuna? Og skulu øll ferðast ókeypis við Strandferðsluni?2016-10-2143 minSkáinSkáinSkáin: Um løggilda fletting og føroysk seyðaskinn"Ull er ikki longur Føroya gull", men "skinn er in", so tað er ikki heilt av leið. Jógvan Nordendal frá Oikos greiðir frá søguni hjá virkinum og teirra arbeiði við føroyskum seyðaskinni. Vertur er Eyðfinn Jensen.2016-10-1755 minMentanarkaféinMentanarkaféinSeks skínandi stjørnur til »Einaferð var tað eg«Leygarkvøldið var nýggi sjónleikurin Einaferð var tað eg ? eitt nýfeministiskt ævintýr, ið er skrivað av Mariann Hansen, Duritu Dahl Andreasen og Búa Dam, frumspælt í Perluni í Havn. Og saman við Riu Tórgarð, sjónleikara og leikstjóra, og Marnu Jacobsen, forkvinnu í Demokratia og ritstjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelag, fara vit at ummæla nýskrivaða leikin.2016-10-121h 58MentanarkaféinMentanarkaféinHavfrúgvin backstage og Tórsbyrgi 40 árNógv hendir á føroyska mentanarpallinum í løtuni, og hetta merkir eisini fyrstu Mentanarcaéina hesa vetrarskránna. Leygarkvøldið verður nýggi leikur eftir Jóanes Nielsen, Havfrúgvin, frumsýndur á Tjóðpalli Føroya. Og talan er um eina fult og heilt føroyska framleiðslu. Vit hitta leikstjóran, Eyðun Johannesen, pallsmiðin, Sámal Blak, og tónleika- og ljóðgandakallin, Jens L. Thomsen, og vit leita aftur á samrøðu, sum Kári Olsen hevði við rithøvundan, Jóanes Nielsen, í síðstu viku.2016-09-162h 01FerðaliðiðFerðaliðiðUpptøkurnar byrja um eina vikuFyrr í summar gjørdi Visit Faroe Islands eitt átak, sum tey róptu SheepView360. Tey settu nøkur myndatól á nakrar seyðir , sum gingu og mólu í haganum, og hetta varð so væl móttikið, at øll verðin hugdi at myndinum, sum seyðirnir tóku. Visit Faroe Islands vildi lokka Google Street View til Føroya, og tað riggaði. Í seinastuni hava fólk hjá Google verið í Føroyum og gjørt fyrireikingararbeiðið til Google Street View. Øll loyvir eru fingin upp á pláss, og um eina viku byrja upptøkurnar. Hetta fer væntandi at taka ein mánað, alt valdast veðr2016-08-3111 minLívið eftir 65Lívið eftir 65Lívið eftir 65 - Ingeborg VintherIngeborg Vinther úr Vági stóð á odda fyri Føroya Arbeiðarafelag í samfull 31 ár, og fakfelagsarbeiði hevur fylt nógv meginpartin av lívi hennara. Eitt, sum eyðkendi tíðina hjá Ingeborg í fakfelagsarbeiði hennara var, at hon ongantíð var bangin fyri at siga sína hugsan - sjálvt um tað til tíðir leikaði hart á.2016-08-1927 minLívið eftir 65Lívið eftir 65Lívið eftir 65 - Henning BøgesvangHenning Bøgesvang, sum í dag býr í Søldafirði, ætlaði sær ikki at vera prestur, men jetpilot. Tá hetta ikki bar til, valdi hann sær aðra lívsleið, sum umframt at hava ført hann víða um, eisini førdi hann til Føroya, har hann hevur starvast sum prestur í mong ár. Longsta tíðarskeiðið var hann í Klaksvík, og sjálvt um hann er pensjóneraður, so sæst hann ofta á prædikustólinum kring landið2016-06-2834 minMentanarkaféinMentanarkaféinTað er mentanin, ið bindur fólkið og landið samanÁ Mentanarcaféini hesuferð hitta vit Susanne Andreasen, stjóra á Grønlands Nationalteater, og Jenny Petersen, stjóra á Tjóðpalli Føroya. Eisini fara vit eina mini-cruiseferð saman við Katrin Dahl Hanusson, har vit vitja tríggjar av leikunum, sum vóru á palli á Døgunum 2016, nevniliga íslendska leikin Ikea Travels, svenska klovnaleikin Flugo!, og donsku heima við hús uppsetingina av Eitt dukkuheim. Hóskvøldið 12. mai lat Sólrún Michelsen úr hondum nýtt yrkingasavn ? Ein farri av fráferð. Vár í Ólavsstovu ummælir nýggja yrkingasavnið.2016-06-012h 02Jóla- og nýggjárssendingar (úv)Jóla- og nýggjárssendingar (úv)»Fróir flúgva fuglar millum fjalla«Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri, hevur sett saman eina tíðarmynd við subjektivum hugleiðingum um Føroyar í 60-árunum, tá ið Amnesty Føroya Deild varð stovnað. Eyðun var boðin til Føroyar at bera fram røðu í samband við 50 ára dagin hjá Amnesty International Føroya Deild 19. november í ár. Kringvarpið fekk Eyðun at bera fyrilesturin fram sum tíðarmynd í útvarpinum nú á jólum.2015-12-2632 minAnno 2016Anno 2016Granskari: Hugsa væl um hvat fer í matpakkanFleiri og fleiri foreldur avgera, at teirra børn ikki skulu eta sukur - hvørki heima ella á stovni. Men ger tað nakað, um børnini fáa okkurt søtt við í matpakkan? Vit tosa við Miriam Johannesen, stovnsleiðara á stovninum Sólareygað, Honnu Flóvinsdóttir, ið er mamma at gentu, ið ikki fær sukur, og við Magna Mohr, ítróttagranskara og lektara á Fróðskaparsetri Føroya, um hetta evnið. Vit spyrja eisini Hannebeth Dam, námsfrøðing, hvussu nógv matpakkin er broyttur seinastu 50 árini.2015-12-0341 minVegamótiðVegamótiðMátti rýma úr Kanada til FøroyaTað sá alt so ljóst út. Maria A. Hentze hevði funnið mannin, ið hon vildi liva saman við restina av lívinum, og tey skuldu liva saman í Kanada, haðani maðurin var. Men lagnan vildi tað annarleiðis. Maður Mariu var alkoholikari. - Tað byrjaði í smáum, men vant upp á seg. Hann kundi vera úti frá mær og børnunum í nakrar dagar, og vit vistu einki um, hvar hann var, ella hvussu hann hevði tað. Eg livdi í einum støðugum ampa hasa tíðina, sigur Maria A. Hentze.2015-11-1751 minMáltíðMáltíðMÁLTÍÐ: Føroyskt og avbjóðingarÍ hesi fyrstu málsendingini, sum hevur fingið heitið, Máltíð, verður føroyskt mált og vigað í breiðum týdningi, har Eivind Weyhe, lektari í málfrøði, og Elin Henriksen, rættlesari og týðari, skifta orð um størstu avbjóðingarnar hjá føroyska málinum.  Eisini verður kavað niður í útvarpssavnið, har arbeiðið at talgilda tilfarið í savninum í eini verkætlan, sum eitur Savnsgull, gongur við rúkandi ferð. Vit finna gamlar tíðindastubbar fram, sum onkursvegna fáa okkum at steðga á málsliga. Journalistar á Aktuelt-deildini í Kringvarpi Føroya meta um orðingarnar í gomlu skjølunum.2015-11-1045 minSurkSurkBonderøven í føroyskari troyggjuHalla Debes úr Havn er ivaleyst føroya størsti fjeppari av Bóndanum og hansara familju. Fyri einum góðum árið síðani sendi hon bóndanum, konu hasara og og báðum børnunum hvør sína troyggju, sum hon sjálv hevur bundið. Hon fekk eina tíð aftaná bræv og mynd frá bóndanum, har hann og familja hansara takka fyri troyggjurnar. Og so tá seinasta sending av bóndanum var í sjónvarpinum, var bóndin í troyggjuni frá Hallu.2015-02-2103 minVegamótiðVegamótiðÆttleiðingarnar hava kollvelt lívið- Tað eru so nógv ting, sum eru annarleiðis, tá tú kemur heim til Føroya við einum ættleiddum barni, enn tá tú kemur av føðistovuni við einum biologiskum barni. Fólk skulu fyrihalda seg á ein heilt annan hátt enn vanligt til tað nýggja, ættleidda barnið, og tað kann elva til fleiri truplar støður, sigur Barbara Brattaberg, sum umframt at hava ein biologiskan son eisini hevur ættleitt tveir dreingir úr Kina og Korea.2015-02-1150 minBarnaútvarpiðBarnaútvarpiðBÚ: Um bókadagar í NorðurlandahúsinumÍ dag eru vit á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Her greiðir Beinta Johannesen frá bókadøgunum í Norðurlandahúsinum. Har er nógv spennandi á skránni.2014-11-2114 minTíðindabrotTíðindabrotRættarskipanin riggar ikkiRættarskipanin riggar ikki sum hon skal. Tað sigur Gvøðbjørg West í felagsskapinum Kris, eftir at tað er komið fram, at ein maður, sum varð dømdur í Føroya Rætti og bíðaði eftir dómi í Landsrættinum, gjørdi seg kynsliga inn á enn eina gentu.   Mynd: Gvøðbjørg West2014-10-2803 minTíðindabrotTíðindabrotSkipanin svíkurHóast abbi Guðruna varð funnin sekur í Føroya Rætti, gekk hann leysur í eitt ár, áðrenn landsrætturin staðfesti dómin. Hetta er eitt tekin um, at skipanin ikki riggar, heldur mamma Guðruna, Turið Horn.2014-10-2403 minTíðindabrotTíðindabrotGekkafepur um alt landiðSeinni í kvøld verður greitt, um høvuðsvinningurin í Gekkinum hjá Kringvarpi Føroya, verður vunnin. Fyrr í dag mátaðu vit hitan á Føroyum, sum mugu sigast at hava fingið sannan gekkafepur.2014-10-2403 minIn menteIn menteIn Mente, Sjónvarp Føroya 30 ár1. apríl 2014 eri 30 ár síðani Sjónvarp Føroya sendi á fyrsta sinni, og í hesum sambandi viðgera Per Zachariassen, sjónvarpsframleiðara, Høgni Mohr, tíðindamaður, og Erika Hayfield, ph.d. og adjunktur í samfelagsvísindum, høvuðsspurningarnar hvønn týdning hevur sjónvarpið havt fyrstu 30 árini, og hvør verður leiklutur sjónvarpsins framyvir.2014-04-0141 minBarnaútvarpiðBarnaútvarpiðBÚ: Vitjan á Føroya BjórBarnaútvarpið vitjar Føroya Bjór.2014-03-2714 minSjónarhorniðSjónarhorniðBjørn Kalsø vil hava breiða fjølmiðlasemjuVið jøvnum millumbili stendst øsing um Kringvarp Føroya. Seinastu tíðina er tað ein avtala, sum leiðslan í Kringvarpinum hevur gjørt við eitt felag um sponsor-innsavnan, ið hevur elvt til øsing. Avvarandi landsstýrismaður, Bjørn Kalsø, hevur fingið ábreiðslur fyri at hava sovið í tímanum. Og tað er serliga privata Miðlahúsið, ið hevur funnist at Kringvarpinum og avvarðandi landsstýrismanni.2013-05-2219 minSjónarhorniðSjónarhorniðKommunufeløg verða løgd samanLeingi høvdu vit Føroya kommunufelag, sum var felagsskapur hjá flestu kommununum í Føroyum. Men í 1999 stovnaðu stóru kommunurnar Kommunusamskipan Føroya. Í byrjanini vóru 6 kommunur í nýggja felagnum, men síðan eru fleiri lagstar aftrat. Spurningurin er, hvussu leingi vit skulu hava TVEY kommunufeløg í Føroyum. Hoyr meira í Sjónarhorninum!2013-04-1114 minSunnudagsløtanSunnudagsløtanUm gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjólÍ dag fer Elin á Rógvi at lesa søguna Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla. Guðrun Gaard skrivaði og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005.2013-03-0310 minSunnudagsløtanSunnudagsløtanSøgan - Um svidnu pussifelluna og øvuta kúvinginÍ dag lesur Kristina Sundar Hansen bókina - Um svidnu pussifelluna og øvuta kúvingin. Guðrun Gaard skrivaði. Bárður Oskarsson teknaði myndirnar. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 20032013-02-2419 minSjónarhorniðSjónarhorniðTveir vilja koppa formannin í FiskimannafelagnumVal er í Føroya Fiskimannafelag í hesum døgum. Atkvøðuseðlarnir skulu vera inni 30. januar í 2013, og talt verður upp 31. januar. Umframt sitandi formann bjóða eisini tveir aðrir seg fram at stjórna Fiskimannafelagnum næstu trý árini. Seinastu seks árini hevur Jan Højgaard verið formaður í Føroya Fiskimannafelag, og tveir mans bjóða nú Jan Højgaard AV. Teir báðir eru Sakaris Zachariasen, úr Streymnesi, og Grímur Hammer, av Eiði.2012-12-1950 minSjónarhorniðSjónarhorniðKringvarpið á vegamótiKringvarp Føroya er á einum vegamóti. Roknskapurin hevur seinast árini givið hall, og fyrsta dagin verða millum 20 og 30 fólk verða søgd úr starvi. Longu nú er skráin skerd munandi. Spurningurin er, hvønn leiklut Kringvarp Føroya skal spæla í framtíðini. Í útvarpsstovuni eru Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum, Øssur Winthereig, journalistur og eyðgleiðari, Bjarni Djurholm, formaður í Løgtingsins Mentanarnevnd, og Gulla Øregaard, áhugaleikari, limur í MÁF í mong ár, og høvundi.2012-11-2251 minGeyminGeyminGeymin: Gestsins eygaAlt ov fá vita um okkum, heldur Ferðaráð Føroya. Gestirnir, bretska familjan Kerstie Pelling, Stuart Wickes og børnini Matthew, Cameron og Hannah hoyrdu um Føroyar av tilvild. Tey hava ferðast kring landið og kundu hugsað sær, at ábøtur vóru gjørdar í ferðavinnuni, og at vit vístu meiri av tí, sum vit longu hava.2012-09-1628 minTíðarinnar bakspegilTíðarinnar bakspegilTíðarinnar bakspegil: 1974, fyrri parturFleiri nýggj skip koma til landið, Føroya Eggvirkið í Rituvík er sera virkið, Føroya Fólkaháskúli rundar 75 ár, Felagsskúlin á Oyrabakka verður tikin í nýtslu, farið verður undir HF-skeið um landið, og Tekniski Skúlin í Havn fer undir TA og TF skeið. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eitt nú Steinbjørn B. Jacobsen, Elin Henriksen, Jógvan Mørkøre, Petur Martin Rasmussen, Sven Thulesen, Meinhard Djurhuus, Líggjas Joensen, Sigurd Simonsen, Ólav Gregersen og Tummas Arabo. Eisini hoyra vit nýggjar samrøður við Poul Mohr og Hilmar Kass.2012-04-2456 minTíðarinnar bakspegilTíðarinnar bakspegilTíðarinnar bakspegil: 1992, fyrri parturBúskaparkreppan setur eisini nýggj krøv til fiskivinnuna, og saman við Bjarta Mohr, ið var stjóri í Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking, og Helga Jacobsen, tíðindamanni, taka vit saman um føroyska fiskivinnu í 90?unum. Úr søgusavni kringvarpsins hoyra vit eisini samrøður við eitt nú Jógvan Sundstein, Atla Dam, Steingrím Nielsen, Sigurd Poulsen, Tage Benjaminsen, eins og vit fáa nýggjar samrøður við Jógvan Sundstein, Bjarta Mohr og Helga Jacobsen.2012-04-1357 minPressan (savnssending)Pressan (savnssending)Málburðurin í miðlunum kundi verið munandi betriEin av dómararnum var Birgir Kruse, sum í hesum sambandi hevur tikið stig til, at Móðurmálsvirðislønin í ár skal varpa serligt ljós á málið í miðlunum. Eisini stóru miðlarnir Dimmalætting, Sosialurin og Kringvarp Føroya eru við til at skipa fyri Móðurmálsvirðislønini. Í útvarpsstovuni at kjakast um týdningin av góðum máli í miðlunum eru Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, Brynhild Thomsen, blaðstjóri á Dimmalætting og Birgir Kruse, ritstjóri á Námi.2012-03-1618 minPressan (savnssending)Pressan (savnssending)Árni Gregersen: KVF undirgrevur pressufrælsiðHetta skrivar hann í oddagrein í Dimmalætting. Orsøkin var, at tað var komið fram, at Kringvarp Føroya hevði latið politiið hugt politiisendingarnar 14:48 ígjøgnum, áðrenn tær vóru sendar. Hetta metir ábyrgdarblaðstjórin vera so álvarsligt, at spurningurin er, um ikki Kringvarp Føroya á hendan hátt er í ferð við at undirgrava sjálvt pressufrælsið. Árna Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting og Anniku Mittún Jacobsen, Stjóri í Kringvarpi Føroya kjakast um evnið í útvarpsstovuni.2012-03-1612 minPressan (savnssending)Pressan (savnssending)KLH eigur at sita í stýrinum fyri Kringvarp FøroyaVit tosa við Thomas Juul Askman, Una Næss, formann í KLH, og landsstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, um evnið.2012-03-1612 minTíðarinnar bakspegilTíðarinnar bakspegilTíðarinnar bakspegil: 1991, 1 (2)Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar, eru eitt nú at nýggja telefonuppboðssølan hjá Lønjavningargrunninum fer at virka, innbrotið á deildini hjá Føroya Sparikassa í Skopun, eldurin í Faroe Marine í Hvalvík, fløgan Amnesty tónar, og at grasvøllurin á Svangaskarði alment verður tikin í nýtslu.2012-03-1356 minTíðarinnar bakspegilTíðarinnar bakspegilTíðarinnar bakspegil: 1990, 2 (2)Nevnast kunnu eisini hendingar sum at nýggi Handilsskúlin á Kambsdali, nýggi bygningurin hjá Fiskirannsóknarstovuni, og nýggi millumbylgjusendarin hjá Útvarpi Føroya verða tiknir í nýtslu.Osmundur Justinussen fær tveir nýggjar trolarar, ið leggja seg eftir betri góðskaðum fiski, eldur er í umborð á Ennibergi, Heldarstindur søkkur, og samgongan millum Fólka-, Sambands- og Tjóðveldisflokkin slitnar.2012-03-0657 minPressan (savnssending)Pressan (savnssending)Føroyskir miðlar og pressuetiskir spurningarÍ sendingini hoyra vit um nýggju sjónvarpssendingina MÆLT. Eisini verður kjakast, um tað var ein smeitur fyri pressufrælsið, tá ið Kringvarp Føroya lat løgregluna meta um løgreglusendingarnar 14:48, aðrenn tær vóru sendar? Ein lurtari spyr, hví Kristligt Lurtara- og Hyggjarafelag ikki situr í stýrinum fyri Kringvarpið? Og hví hevur tað almennan áhuga at fortelja, at ein aðalstjóri koyrdi fullur og rýmdi frá einum ferðsluóhappi?2012-03-0149 minSunnudagsløtanSunnudagsløtanMetbókin hjá RúnuÍ dag lesur Gunnvá Zachariasen bókina "Metbókin hjá Rúnu". Hannis Egholm týddi og Bókadeild Føroya Lærarafelag og Nám góvu út í 20112012-02-1225 minSunnudagsløtanSunnudagsløtanEingir ránsmenn eru í skógvinumÍ dag hoyra vit stuttsøguna "Eingir ránsmenn eru í skóginum", sum Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út av nýggjum í 2010. RIa Tórgarð lesur og Elin Súsanna Jacobsen týddi2012-02-0521 minÚtsýniÚtsýniPolitikkari fekk dánilsi:Góður fjølmiðlasiðu mynd?Í hesu sending hoyra vit um nýggja útvarpssending, sum eitur Tempo. Tað er Símin Jóanesarson Hansen sum leggur ta sendingina til rættis. Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður millum Kringvarp Føroya, Føroya Landfúta og Tilbúgvingarstovn Føroya, tað hoyra vit um í sendingini.2011-09-3035 minFM204FM204Føroyameistari við grillvanumJákup Suni Berg starvast sum vegleiðari í venjingarhøli. Har undirvísir hann í likamsrørslu og sunnum vanum, men tað eigur ikki at vera blandað saman við hansara egnu lívsførslu og vanum. Jákup Suni sigur, at tí at hann er vektlyftari, eru aðrar treytir galdandi fyri hann - um hann skal hava ein kjans í kappingini um at vera Føroya sterkasti maður. Tá skulu nógvar kaloriur niðurum. Elin í Stórustovu vitjaði Jákup Suna Berg á arbeiðsplássinum og fór síðani við honum oman í pylsuvognin á eystaru bryggju. Lurti her.2011-08-3015 minFM204FM204Rotta og ketta kunnu oyða ein fuglastovnRotta kom til Føroya fyri umleið 250 árum síðani, og í dag eru 11 av 18 oyggjum rottufríar. Tað eru serliga oyggjarnar, Skúvoy, Mykines og Nólsoy, sum skulu verjast ímóti rottu, tí her finst nógvur fuglur. Serliga eru tað lunda- og drunnhvítastovnarnir, sum eru viðbreknir. Rotta er eitt skaðadjór, og hon hevur stóra ávirkan á eina oyggj. "Vit vita, at lundastovnurin í Viðoy minkaði rættliga nógv, tá ið rotta kom í oynna" sigur Sjúrður. Í fyrstu syftu mælir hann til, at fólk hyggja eftir og boða frá, um tey síggja rottu, soleiðis at hon 2011-08-2413 minFM204FM204Børnini skulu fáa Føroyar inn í sálinaListakvinnan Hansina Iversen ynskir, at børnini skulu fáa Føroyar inn í sálina, og er tí flutt aftur til Føroya saman við manni og børnum. Hansina hevur búð uttanlands, síðani 1988. Hon hevur búð bæði í Íslandi, Finnlandi og Danmark. Hansina fer at leita sær eftir einum atelieri at mála í og ætlar at vera virkin í listarliga umhvørvinum í Føroyum. Hansina harmast um, at Listasavnið er sjálvsognarstovnur og fer saman við øðrum at arbeiða fyri at fáa politikarar at gera lógir fyri Listasavnið. Hesar lógir skulu fylgjast, óansæð hvør tað er, sum starvast í Listasavninum.2011-08-1908 min