Look for any podcast host, guest or anyone
Showing episodes and shows of

Trubodin

Shows

Trúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastTrúpoddurin: Hvørjum fylli eg meg viðSo var aftur ein trúpoddur á skránni. Hesaferð tosa vit um evnið “hvørjum fylli eg meg við” Bjarta og Kartin tosa um, hvønn týdning tað hevur at fylla seg við Jesusi og andaligum tilfari.  Vit í trúpoddinum vilja eisini takka Kristiliga lurtara- og hyggjarafelagnum fyri teirra arbeiði! 2024-04-2818 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastTrúppodurin Special við Lisa BørudTað er ein heilt serligur dagur í studionum. Sjúrður og Bjarta hava fingið vitjan av norsku sangstjørnuni Lisu Børud. Hennara sangir hava spælt ein stóran leiklut í uppvøkstrinum hjá Bjartu og nógvum øðrum børnum og ungum í Føroyum og Norra. Sjúrður og Bjarta hittu Lisu og fingu eitt stutt prát við hana beint eftir konsertina á Kristfest 24. 2024-04-1813 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastTrúpoddurin við the CochrensTrúpoddurin Special við Cochren   Í dag er Kristfest í Nesvík. Fyrr í dag vitjaðu Bjarta og Sjúrður Michael og Leah á teirra hotelli og tosaðu við tey um teirra tónleik, og hvat gevur teimum íblástur.   2024-04-1321 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastTrúpoddurin 15 við Kartin HøgnesenVælkomin til Trúpoddin. Í dag fer Trúpoddurin at snúgva seg um lív, trúgv og tænastu. Bjarta og Sjúrður hava fingið vitjan av nýggja ungdómsráðgevanum Kartin Høgnesen. 2024-04-0324 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Petur Jákup Sigvardsen (6. partur)Í Glugganum fær Símun Persson Jacobsen fyri seinastu ferð vitjan av Petur Jacob Sigvardsen. Í eini samrøðu, sum skiftir millum fortíð og ævinleika, tosa teir báðir um mongu yrkingarnar og umsetingarnar av sálmum og sangum, sum Petur Jacob hevur gjørt. 2024-03-2949 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastTrúpoddurin 14: At elska næsta tín sum sjálvan tegSo er næsti partur av Trúpoddinum her!😃 Hesa vikuna tosa Bjarta og Sjúrður um næstrakærleika. “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg”. 2024-03-2724 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastTrúpoddurin 13 Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg2024-03-2025 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Petur Jákup Sigvardsen (5. partur)Gluggin er aftur og Símun Persson Jacobsen hevur enn einaferð vitjan av Petur Jacob Sigvardsen. Hesuferð snýr samrøðan seg um tær nógvu yrkingar, sum Petur Jacob hevur gjørt ígjøgnum árini. 2024-03-0645 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHvar ert tú - CluedoGerhard Mikkelsen talar Anton og Fríðunn í Liljudali framføra Lovsangur Innsavnað verður til Heimamissiónsungdóm 2023-11-0944 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHvar ert tú - FunninStórmøtini 2023 5/11-23 í Høllini á Giljanesi Jákup Brusá talar 2023-11-0834 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHvar ert tú - eftirlýstStórmøtini 2023 4/11-23 í Høllini á Giljanesi Mariann Djurhuus Poulsen talar 2023-11-0829 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastLukas Brosbøl: Eitt livandi offur til Guð (Róm.12.1-2)17+ Legan 2023 Lukas Brosbøl: Eitt livandi offur til Guð (Róm.12.1-2) 2023-10-0727 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastLukas Brosbøl: Tey, sum eru leidd av anda Guðs, eru Guðs børn17+ Legan 2023 Lukas Brosbøl: Tey, sum eru leidd av anda Guðs, eru Guðs børn (Róm.8.12-17) 2023-10-0729 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastLukas Brosbøl: Trá holdsins er fíggindskapur móti Guði17+ Legan 2023 Lukas Brosbøl: Trá holdsins er fíggindskapur móti Guði (Róm.8.1-11) 2023-10-0732 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastTorgeir Petersen: Loyst frá syndini, nú vorðin tænarar hjá rættvísini17+ Legan 2023 Torgeir Petersen: Loyst frá syndini, nú vorðin tænarar hjá rættvísini (Róm.6.15-23) 2023-10-0741 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastTorgeir Petersen: Einki hold verður rættvísgjørt av lógargerningum17+ Legan 2023 Torgeir Petersen: Einki hold verður rættvísgjørt av lógargerningum (Róm.3.19-26)   2023-09-1937 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastJohnn Hardang 3: Ófrelst menniskju eru bert ”eina bøn frá at vera frelst”2023-06-0749 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastJohnn Hardang 2: kom aftur til Jesus2 2023-05-3146 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastJohnn Hardang 1: ferðin úr Jerusalem til Emmaus.Sera gott møtið í kvøld við Johnn Hardang har hann talaði um ferðina úr Jerusalem til Emmaus. Vælkomin at lurta Leirvíkar Missiónshús 21/04-23   2023-05-2439 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastOg ikki er frelsa í nøkrum øðrumUngdómsársmøti 2023 Alfred Petersen úr Havn talar Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við. Ápostlasøgan 4:12 2023-05-1025 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastFilipibrævið2023-04-2937 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastBlívi eg ríkur ella fátækur at geva til Guð2023-04-2319 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastKristi Kransur2023-03-2526 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHvussu leiðir GuðTorleif Johannesen, Sjómanstrúboðari, undirvísti á senior skeiðinum hjá Háskúlanum í Nesvík um evni "Hvussu leiðir Guð" 2023-03-1643 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastKristus høvuðsprestur okkaraJógvan Højgaard, trúboðari, undirvísti á senior skeiðinum hjá Háskúlanum í Nesvík um evni "Kristus høvuðsprestur okkara" 2023-03-0936 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Elisabeth Poulsen (4. partur)2023-01-0234 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastLestur til fjórða sunnudag í adventNú er advent og vit fyrireika okkum til jóla Í ár ber til at lurta eftir einum lestri til hvønn sunnudag í advent. Lesturin til fjórða sunnudag í advent er tikin úr lestrarbókini “Í Lýsing” eftir Jákup Dahl. Andrias Magnussen lesur lestarnar, sum eru valdir soleiðis, at teir passa til dagsins evangeliutekst í Fólkakirkjuni. 2022-12-1813 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastUng tosa um Advent og JólTá talan er um adventina, er tað ymiskt hvussu fólk halda hana. Eg spurdi tí nøkur ung, um hvussu tey halda adventina. Og nú tað skjótt eru jól tosaðu vit eisini um tey. 2022-12-1718 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Elisabeth Poulsen 3. parturEnn eina ferð fær Símun Persson Jacobsen vitjan av einum sera royndum trúboðarar, tá ið hann og Elisabeth Poulsen møtast til prát í sendingini Gluggin.   Elisabeth Poulsen er í løtuni útsend til Liberia ígjøngum danska felagsskapin Promissio. Liberia er eitt av fátækastu londunum í heiminum. Í frítíðini er hon drívmegin í føroyska missiónsfelagsskapinum Tæn Afrika.  2022-12-1637 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastLestur til triðja sunnudag í adventNú er advent og vit fyrireika okkum til jóla Í ár ber til at lurta eftir einum lestri til hvønn sunnudag í advent. Lesturin er tikin úr lestrarbókini “Í Lýsing” eftir Jákup Dahl. Andrias Magnussen lesur lestarnar, sum eru valdir soleiðis, at teir passa til dagsins evangeliutekst í Fólkakirkjuni. 2022-12-1114 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastLestur til annan sunnudag í adventNú er advent og vit fyrireika okkum til jóla Í ár ber til at lurta eftir einum lestri til hvønn sunnudag í advent. Lesturin til annan sunnudag í advent er tikin úr lestrarbókini “Í Lýsing” eftir Jákup Dahl. Andrias Magnussen lesur lestarnar, sum eru valdir soleiðis, at teir passa til dagsins evangeliutekst í Fólkakirkjuni. 2022-12-0416 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHvussu halda starvsfólkini í Nesvík adventTá talan er um adventina, er tað ymiskt hvussu fólk halda hana. Eg spurdi tí starvsfelagar mínar, hvussu tey halda advent. Hetta er annar partur av samrøðum um adventina. 2022-12-0307 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHvussu og hví halda vit advent?Hvørt ár tá jólini nærkast hugsi eg altíð um hví vit halda advent. Jú, tað er ein partur av kirkjuárinum, og hjálpir okkum at minnast á Jesu komu, men hvat hugsa vit í veruleikanum um adventina? Eg setti meg niður at tosa um hetta saman við Dann Johannesen. Hetta er fyrsti partur av samrøðum um adventina. 2022-11-3015 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastMenn í kjóla: Eitt sindur um adventina og kirkjuáriðEftir steðg eru Menn í kjóla aftur. Við Sundalagnum í baksýni.  Sunnudagurin 27. november er 1. sunnudagur í advent. Adventin er tíðin undan jólum. Men hvat eyðkennir adventina? Hetta umrøða Menn í kjóla í filmsstubbanum niðanfyri. Eisini skifta Menn í kjóla orð um kirkjuárið, sum byrjar 1. sunnudag í advent. Gott at vera aftur 2022-11-2823 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastLestur til fyrsta sunnudag í adventNú er advent og vit fyrireika okkum til jóla Í ár ber til at lurta eftir einum lestri til hvønn sunnudag í advent. Fyrsti lesturin er tikin úr lestrarbókini “Meðan hildið verður heilagt” eftir Jákup Dahl. Andrias Magnussen lesur lestarnar, sum eru valdi soleiðis, at teir passa til dagsins evangeliutekst í Fólkakirkjuni. 2022-11-2715 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHIN PODDURINHIN PODDURIN - Poddvarpið hjá Háskúlanum í Nesvík   Í hesi røðini tosa vit við ung og eldri, sum hava verið á (Bíbliu) háskúlum ymsastaðni runt heimin. Vit tosa um hví tey valdu at fara, hvussu tey upplivdu lívið á skúlanum og hvat tey gjørdu. Um tú ynskir at bjóða teg fram sum gest, set teg í samband við Jákup E Petersen á jep@kirkjan.fo. Tað kann bæði vera um tú nýliga hevur verið ella um tað liggur longri afturi í tíðini. Tann fyrsti v...2022-11-1849 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÚr trúarinnar heimi: Tann óvirkandi grundvøllurin"Úr trúarinnar heimi"  Andakt 10 Kai Jensen hevur skrivað PJ Sigvardsen umsetti Sigrun Hammer lesur andaktina 2022-11-1503 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÚr trúarinnar heimi: At søkja friðskjól hjá Gudi"Úr trúarinnar heimi"  Andakt 9 Kai Jensen hevur skrivað PJ Sigvardsen umsetti Sigrun Hammer lesur andaktina 2022-11-1503 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÚr trúarinnar heimi: Óttast ikki"Úr trúarinnar heimi"  Andakt 8 Kai Jensen hevur skrivað PJ Sigvardsen umsetti Sigrun Hammer lesur andaktina 2022-11-1503 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÚr trúarinnar heimi: Hvat vita vit um Gud"Úr trúarinnar heimi"  Andakt 7 Kai Jensen hevur skrivað PJ Sigvardsen umsetti Sigrun Hammer lesur andaktina 2022-11-1503 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÚr trúarinnar heimi: Vár Gud er føst og haldgóð borg"Úr trúarinnar heimi"  Andakt 6 Kai Jensen hevur skrivað PJ Sigvardsen umsetti Sigrun Hammer lesur andaktina 2022-11-1503 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÚr trúarinnar heimi: Guds umsorgan"Úr trúarinnar heimi"  Andakt 5 Kai Jensen hevur skrivað PJ Sigvardsen umsetti Sigrun Hammer lesur andaktina 2022-11-1502 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÚr trúarinnar heimi: Í Guds hond verða træðrirnir tvinnaðir"Úr trúarinnar heimi"  Andakt 4 Kai Jensen hevur skrivað PJ Sigvardsen umsetti Sigrun Hammer lesur andaktina 2022-11-1502 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÚr trúarinnar heimi: Lagnutrúgv ella forsjónartrúgv----more---- "Úr trúarinnar heimi"  Andakt 3 Kai Jensen hevur skrivað PJ Sigvardsen umsetti Sigrun Hammer lesur andaktina ----more---- 2022-11-1503 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÚr trúarinnar heimi: Gud, hin alvalda"Úr trúarinnar heimi"  Andakt 2 Kai Jensen hevur skrivað PJ Sigvardsen umsetti Sigrun Hammer lesur andaktina 2022-11-1503 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÚr trúarinnar heimi 1 Hjálp mín frá Harranum kemur"Úr trúarinnar heimi"  Andakt 1 Kai Jensen hevur skrivað PJ Sigvardsen umsetti Sigrun Hammer lesur andaktina 2022-11-1503 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Elisabeth Poulsen 2. parturEnn einaferð fær Símun Persson Jacobsen vitjan av einum sera royndum trúboðarar, tá ið hann og Elisabeth Poulsen møtast til prát í sendingini Gluggin.   Elisabeth Poulsen er í løtuni útsend til Liberia ígjøngum danska felagsskapin Promissio. Liberia er eitt av fátækastu londunum í heiminum. Í frítíðini er hon drívmegin í føroyska missiónsfelagsskapinum Tæn Afrika.  2022-11-1141 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÁtrúnað í almenna rúminum 2. parturSeinasta týsdag løgdu vit fyrra part av upptøkunum frá tiltakinum”Trúgv og Samfelag” út. Tað var Háskúlanum í Nesvík, sum bjóðaði til fyrilestrar og kjak um átrúnað í almenna rúminum.   Jógvan Fríðriksson, biskupur og Heina í Skorini løgdu fyri við hvør sínum fyrilestri og eftir tað kjakaðust Ruth Vang, Jaspur Langgaard, løgtingslimir og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur – undir leiðslu av orðstýrara, Ova Brim.  Í dag leggja vit seinna partin út, har tú kanst lurta eftir kjakinum millum Ruth Vang, Jaspur Langgaard og Sjúrð Skaa2022-11-081h 09Trúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Elisabeth Poulsen 1. partur2022-11-0441 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÁtrúnaður í almenna rúminum 1. parturMikukvøldið 19. oktobur 2022 skipaði Háskúlin í Nesvík fyri fyrstuferð fyri tiltakinum ”Trúgv og Samfelag”, ið hesaferð snúði seg um átrúnað í almenna rúminum. Jógvan Fríðriksson, biskupur og Heina í Skorini løgdu fyri við hvør sínum fyrilestri og eftir tað kjakaðust Ruth Vang, Jaspur Langgaard, løgtingslimir og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur – undir leiðslu av orðstýrara, Ova Brim. Vit hava tikið fyrilestranar og kjakið upp, og tú kanst lurta við at trýsta á leinkið niðanfyri ella á Spotify ella á Apple Podcast. Í dag leggja vit fyrrra partin út, sum er...2022-11-0157 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHjá Gudi er alt gjørligtHansara heimur var fullur av hatri Martin Bentsen vaks upp í einum heimi uttan kærleika. Vantandi umsorgan fekk Martin at vera harðligan, ja somikið harðliga at bæði rockarar í Bandidos og sálarfrøðingurin søgdu, at Martin var uttanfyri “pædagogisk rækkevidde.” Men ein ávís biðjandi kvinna gloymdi ongantíð Martin...Í september var Martin á vitjan í Føroyum í samband við mannfólkavikuskiftið í Nesvík. Martin var høvuðstalari á leguni, og komandi vikurnar kanst tú her á Trúboðanum hoyra upptøkurnar frá vikuskiftinum. Í dag kemur fyrsta møtið, har luttakararnir hoyrdu um søguna hjá Martini. Tað er Gerhard Mikkelsen, prestur...2022-10-121h 01Trúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastJóannis Fonsdal: Bróðir Andreas: Smuglari Guds Miðskeiðis í 1950-unum byrjaði hálendingurin Anne van der Bijl, betri kendur sum Bróðir Andreas, at smugla bíbliur til tey forfylgdu kristnu handan Jarntjaldið. Soleiðis byrjaði felagsskapurin Open Doors. Jóannis Fonsdal fortelur í hesum áhugatíma frá Bíbliuskeiðnum 2022 um tað spennandi lívið hjá Bróður Andreas í tænastu fyri tey forfylgdu kristnu. Jóannis Fonsdal er sóknarprestur er sóknarprestur í Emdrup Kirkju. Legg merki til, at upptøkan er gjørd, áðrenn Bróðir Andrias andaðist.  2022-10-0658 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastJóannis Fonsdal: Bøn og forbøn Í hesum fimta og seinasta bíbliutíma á Bíbliuskeiðnum 2022 fer Jóannis Fonsdal í holt við seinastu avbjóðinga úr Jákupsbrævinum um bøn og forbøn. Eggjað verður til frímóð í bøn og forbøn við niðurlagnum “Verði vilji tín” í vissuni um, at Gud er faðir okkara og vil okkum tað besta. Nortið verður eisini við teir nívandi spurningar, sum stinga seg upp, tá ið undrið ikki hendir. Heitið á Bíbliuskeiðnum var "Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum" Jóannis Fonsdal er sóknarprestur í Emdrup Kirkju 2022-09-281h 12Trúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastJóannis Fonsdal: Tungan hevur mátt Í hesum fjórða av fimm bíbliutímum á Bíbliuskeiðnum 2022 fer Jóannis Fonsdal í holt ta avbjóðing úr Jákupsbrævinum, sum snýr seg um, tað vit siga, hvussu vit brúka tungu okkara, tí hon hevur stórt vald. Tað ræður um at nýggja og ikki gamla menniskjað í okkum hevur teymarnar. Heitið á Bíbliuskeiðnum var "Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum" Jóannis Fonsdal er sóknarprestur í Emdrup Kirkju 2022-09-2155 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastJóannis Fonsdal: Jákup og Paulus - trúgv og gerningarÍ hesum triðja av fimm bíbliutímum á Bíbliuskeiðnum 2022 fer Jóannis Fonsdal djúpari niður í ta stóru avbjóðing Jákups til okkara, at lív okkara skal svara til tað, vit trúgva á, at vit ikki bara skulu hoyra orðið, men eisini gera eftir tí. Tínæst verður kanna, hvussu vit kunnu sameina orðini hjá Jákupi við tað, Paulus skrivar um gerningar og trúgv. Heitið á Bíbliuskeiðnum var "Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum" Jóannis Fonsdal er sóknarprestur í Emdrup Kirkju 2022-09-1457 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastTrúarverjaJonhard Jógvansson: Trúarverja Bíbliuskeið 2022 í Nesvík     2022-09-0956 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastJóannis Fonsdal: Sælur er tann maður, sum heldur út í freistingJóannis Fonsdal: Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting Í hesum øðrum av fimm bíbliutímum á Bíbliuskeiðnum 2022 er Jóannis Fonsdal inni á, at Gud roynir okkum fyri at menna trúgv okkara á hann og viðurskifti okkara við hann, men hann freistar okkum ikki. Tað er hvørki Gud ella Djevulin, men girndin í okkum sjálvum, sum hevur skyldina av freistingunum, men sum eitt endurføtt menniskja kunnu vit vinna á freistingum. Falla vit, ræður um ikki at verða liggjandi, men koma til krossin og fáa fyrigeving. Heitið á Bíbliuskeiðnum var "...2022-09-0757 minTrúboðin PoddkastTrúboðin Poddkast”Men Gud greb ind” 9. partur - P. Sofus SivertsenÁrið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis. Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir yvi...2022-09-0257 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastJóannis Fonsdal: Á ferð inn í JákupsbræviðÍ hesum fyrsta av fimm bíbliutímum á Bíbliuskeiðnum 2022 greiðir Jóannis Fonsdal frá Jákupsbrævinum sum heild, um rithøvund, móttakarar, snið og innihald. Tínæst fer hann eina lítla ferð inn í fyrsta partin av brævinum við denti á at lív okkara skal svara til tað, vit trúgva á og at tað ræður um at gera nakað við tað, vit síggja, tá ið vit spegla okkum í Guds orði. Heitið á Bíbliuskeiðnum var "Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum" Jóannis Fonsdal er sóknarprestur í Emdrup Kirkju 2022-08-3156 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Petur Jákup Sigvardsen (4. partur)Hann nærkast nú teimum 90. Men Petur Jákup Sigvardsen hevur enn nógv á hjarta. Her vitjar hann Símun Persson Jacobsen í upptøkustudiinum í Nesvík, har hann fer at greiða okkum frá um sítt langa lív og tær lívsroyndir, hann hevur gjørt sær. 2022-08-1238 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHans-Ole Bækgaard: Heilagi Andin, samkoman og eg – eitt lív fyri KristusÍ hesum síðsta fyrilestri av fýra um Heilaga Andan og virki hansara, hugsavnar Hans-Ole Bækgaard seg serliga um tvey meginevnir. Hann leggur út við at tosa um luthersku fatanina av Heilaga Andanum, sum hon verður lýst í Lítlu Katekismuni hjá Lutheri. Tí næst hyggur Hans-Ole Bækgaard nærri at evninum, Andans endurnýggjan. Hann spyr millum annað, um andaliga endurnýggjanin bert skal skiljast sum ein størri fatan av synd og náði, ella um andalig endurnýggjan eisini umfatar aðrar upplivingar sum náðigávur, trúarøsing og annað. Hans-Ole Bækgaard er cand teol...2022-08-0347 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Petur Jákup Sigvardsen (3. partur)Hann nærkast nú teimum 90. Men Petur Jákup Sigvardsen hevur enn nógv á hjarta. Her vitjar hann Símun Persson Jacobsen í upptøkustudiinum í Nesvík, har hann fer at greiða okkum frá um sítt langa lív og tær lívsroyndir, hann hevur gjørt sær. 2022-07-2943 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHans-Ole Bækgaard: Heilagi Andi – hvussu arbeiðir tú? Vit eru nú komin til triðja av fýra fyrilestrum um Heilaga Andan, ið Hans-Ole Bækgaard helt í Tórshavn á hvítusunnu 2022. Hans-Ole Bækgaard, ið er virkandi formaður í Indre Mission í Danmark, lutar gávumildur út til okkara av stóru vitan síni í bíbilsk viðurskifti, alt meðan hann kemur nærri at uppgávum Heilaga Andans og hvussu Hann virkar í og við okkum. Tú kanst heinta notur til røðuna(PowerPoint) her 2022-07-2752 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHans-Ole Bækgaard: Heilagi Andin – Hvør ert tú og hvat vilt tú?Vit halda í dag fram við øðrum av fýra fyrilestrum um Heilaga Andan og gerning hansara í okkum sum einstaklingar og í kirkjuni. Upptøkan er frá hvítusunnustevnuni 2022 í Meinigheitshúsinum í Havn, og tað er formaðurin í Indre Mission í Danmark, Cand. Teol. Hans-Ole Bækgaard, ið undirvísir.   I hesum fyrilestri  lýsir Hans-Ole Bækgaard millum annað, hvør Heilagi Andin er og hvat hann ikki er. Tú fert at hoyra um fatanina av andum og trúarvillum í fornkirkjuni, eins og orð verða sett á munir í hvítusunnurørsluni og luthersku læruni av Heilaga Andanum og gerningi hans. Í fyrilestrinum viðmælir...2022-07-2058 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Petur Jákup Sigvardsen (2.partur)2022-07-1541 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Petur Jákup Sigvardsen (2. partur)Hann nærkast nú teimum 90. Men Petur Jákup Sigvardsen hevur enn nógv á hjarta. Her vitjar hann Símun Persson Jacobsen í upptøkustudiinum í Nesvík, har hann fer at greiða okkum frá um sítt langa lív og tær lívsroyndir, hann hevur gjørt sær. 2022-07-1543 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHans-Ole Bækgaard: Hvat fer at henda? - Arbeiði Heilaga Andans í okkum og í allari kirkjuniÁ hvítusunnu 2022 hevði Meinigheitshúsið í Havn vitjan av Cand. Teol. Hans-Ole Bækgaard, ið er formaður fyri Indre Mission í Danmark. Gjøgnum fýra møtir setti Hans-Ole Bækgaard sjóneykuna á Heilaga Andan, og gerning hansara í okkum sum einstaklingar og sum kirkja. Í sínum fýra fyrilestrum lutar Hans-Ole Bækgaard út av síni stóru vitan í læru Bíbliunnar, og høvið verður givið at hugsa gjølla um evnið. Vit trúgva, hetta er eitt sera viðkomandi og týdningarmikið evni, sum mong okkara hava tørv á at skilja betri. Tí fara vit frá í dag av og komandi trí...2022-07-1345 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastSamrøða við Asbjørni Jacobsen2022-07-0841 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHeilagi Andin. Tala við Jógvani HøjgaardJógvan Højgaard, trúboðari, talar Missiónshúsið Karmel á Eiði 12. juni 2022   2022-07-0635 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Petur Jákup Sigvardsen (1. partur)Hann nærkast nú teimum 90. Men Petur Jákup Sigvardsen hevur enn nógv á hjarta. Her vitjar hann Símun Persson Jacobsen í upptøkustudiinum í Nesvík, har hann fer at greiða okkum frá um sítt langa lív og tær lívsroyndir, hann hevur gjørt sær. Í hesum fyrsta parti leggja vit út við at hoyra um óvitaárini og uppvøksturin við Gjógv. Vi sleppa innum skúladyr og hoyra um skúlalív hansara, har sálmar vórðu lærdir uttanat. Eftir hetta fylgja vit Petur Jákup Sigvardsen og hansara leið suður t...2022-07-0140 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Ingolfi Johannesen (4/4)2022-05-1330 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin Gluggin við Ingolfi Johannesen (3/4)Í hesum triðja parti greiður Ingolf Johannesen um ein vanlukkuligan tilburð, ið hendi undir fiskiskapi við Bornholm. Har fingu Ingolf og restin av manningini eina seinkaða heilsan frá 2. heimsbardaga. Og hetta fekk avleiðingar fyri teir allar. 2022-05-0636 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Ingolfi Johannesen (2/4)Ingolf Johannesen heldur á fram at greiða frá um menniskju, hann hitti og upplivingar, hann hevur havt í lívi sínum. Vit fara saman við Ingolfi gjøgnum lív hansara, bæði á og um havið.  2022-04-2930 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Ingolfi Johannesen (1/4)Í dag seta vit á eitt nýtt umfar í poddkast-røðini, Gluggin. Hesuferð hevur Símun Persson Jacobsen fingið vitjan av Ingolfi Johannesen úr Sandavági. Í hesum fyrsta partinum opnar Ingolf Johannesen upp fyri teim royndum, hann hevur gjørt sær í sínum trúarlívi saman við persónum og hendingum, ið vóru við at mynda barn-og ungdóm hansara. 2022-04-2231 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastVið hjarta, munni, hendi – eyðkenni viðvekingarrørslumFyrilestur “Við hjarta, munni, hendi – eyðkenni v/vekingarrørslum”  við Jákup Reinert Hansen. Heimamissiónin hevur arvað fleiri eyðkenni frá teimum gomlu vekingarrørslunum. Fyrilesturin greiðir frá pietismuni í 17. og 18. øld og setir spurningin, um hesi eyðkenni framvegis síggjast aftur í Heimamissiónini í dag – og um tey yvirhøvur hava týdning longur.  Jákup Erlingsson Petersen og Heri Kjærbo viðmerkja. Ársmøti  Nesvík, 02. Apríl 2022 2022-04-2057 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Jógvani Fríðriksson (4/4)Gluggin er nýggja poddkast røðin hjá Trúboðanum, har formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen tekur ímóti gestum í studiinum í Nesvík. Gestur í teim fyrstu 4 sendingunum verður biskupur, Jógvan Fríðriksson. 2022-04-0844 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Jógvani Friðriksson (3/4)Gluggin er nýggja poddkast røðin hjá Trúboðanum, har formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen tekur ímóti gestum í studiinum í Nesvík. Gestur í teim fyrstu 4 sendingunum verður biskupur, Jógvan Fríðriksson. 2022-04-0143 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastUngdómsstevnuni 1979: Ljós og SaltUndómsstevna Kirkjuliga Missiónsfelagið 1979 Runo Karlsen talar (norskt mál) 2022-03-3027 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Jógvani Friðriksson (2/4)Gluggin er nýggja poddkast røðin hjá Trúboðanum, har formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen tekur ímóti gestum í studiinum í Nesvík. Gestur í teim fyrstu 4 sendingunum verður biskupur, Jógvan Fríðriksson.   2022-03-2741 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGluggin við Jógvani Friðriksson (1/4)2022-03-1840 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastMen Gud greb ind 8. partur: Nicoline SimonsenÍ poddvarpsrøðini Men Gud greb ind hoyra vit eina røð av vitnisburðum, sum nakrir føroyingar skrivaði í 1960. Í dag skulu vit hoyra ein vitnisburð som Nicoline Simonsen hevur skrivað. 2022-03-1521 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastSo mangt er mær dult á tí fullkomna vegiSangur: Borgfríð Fonsdal Johannesen Orð og lag: Øssur Berghamar So mangt er mær dult á tí fullkomna vegi, sum tú hevur leitt meg inn á. So mangan eg kenni, at lítil er megi, og illa eg leiðina sá. Men frelsari kæri, hvar enn ið eg fari, frá tær tó eg flýggja kann ei, og orð títt so mangan mær gjørdist tann varði, sum lýsti mær aftur á leið. Tað hendir so mangt, ið eg illa kann skilja, og ivin meg køvir viðhvør...2022-03-1004 minTrúboðin PoddkastTrúboðin Poddkast”Men Gud greb ind” 7. partur – Petronelle ReinertÍ poddvarpsrøðini Men Gud greb ind hoyra vit eina røð av vitnisburðum, sum nakrir føroyingar skrivaði í 1960. Í dag skulu vit hoyra ein vitnisburð som Petronelle Reinert, lærarinna, hevur skrivað. 2022-02-0710 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastMen Gud greb ind: 6. partur - Høgni Poulsen, presturÁrið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis. Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir y...2022-01-2814 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastMen Gud greb ind: 6. partur - Høgni Poulsen, presturÁrið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis. Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir y...2022-01-2814 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHjá Jesusi finni eg friðinHanus á Gørðum, prestur Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði.   Í meira enn 3000 ár hevur søgan víst okkum, at tað hevur bara verið friður í heiminum í uml. 8% av tíðini.  Frá 1945 og til 1988 doyðu uml. 20 mió fólk í 91 kríggjum. Og tá hava vit ikki nevt turkur, vatnflóð, pest og korona. Og vit hava...2022-01-0920 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastStórmøtini á netinum: Hjá Jesusi finni eg friðinVælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda triðja og seinasta møtið undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Vit hava biðið Hanus á Gørðum koma og tala um friðin, sum Jesus gevur okkum. Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði.   Í meira enn 3000 ár hevur søgan víst o...2022-01-0947 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastHvar finni eg frið? – í mini órógvVælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda fyrsta av trimum møtum undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Tá ið bilurin er umvaldur og tannlæknarokningin er goldin. So er tað líka rokningin frá Taks og eitt av børnunum skal hava nýggj klæðir. Samstundis er ein av mínum bestu vinum fluttur, og tá ið eg sjálvur eri í vandabólki, so havi eg siti einsamallur undir korona, og tað hevur ikki verið lætt at funnið nýggjar vinir.  Tað er ikki altíð, at lívið gongur, sum vit...2022-01-0929 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastKann ótti vera góður?Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda annað av trimum møtum undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Í kvøld er tað Mariann Djurhuus Poulsen sum talar, og vit seta spurningin: Kann ótti vera góður? Í Bíbliuni verður tosað um tvey sløg av ótta. Annar óttin er skaðiligur og hann eigur ikki at fáa fótafesti í okkara lívi.  Hin óttin er góður og gagnar okkum, og hendan óttan skulu vit eggja til. Tað er Gudsóttin. Hesin óttin merkir ikki beinleiðis, at vit eru ba...2022-01-0834 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastGamalt gull: Missiónstímin, Ungdómsstevnuni 1979,Missiónstímin, Ungdómsstevnuni, Emmaus, Klaksvík 1979, Esmar A Jacobsen talar. 2022-01-0740 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastStórmøtini á netinum: Hvar finni eg frið? – í mini órógvVælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda fyrsta av trimum møtum undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Tá ið bilurin er umvaldur og tannlæknarokningin er goldin. So er tað líka rokningin frá Taks og eitt av børnunum skal hava nýggj klæðir. Samstundis er ein av mínum bestu vinum fluttur, og tá ið eg sjálvur eri í vandabólki, so havi eg siti einsamallur undir korona, og tað hevur ikki verið lætt at funnið nýggjar vinir.  Tað er ikki altíð, at lívið gongur, sum vit...2022-01-0755 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastMen Gud greb ind. 5. partur Josias Matras2021-12-3125 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastTala við Símun Persson JacobsenFlestu missiónshús hava nú aftur møtir. Men ert tú ein av teimum, sum av onkrari orsøk ert forðaður í at luttaka í felagssakpinum og hoyra boðskapin, so fært tú her møguleikan at endurhoyra taluna, sum hjá formaðurin í Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen, helt á Stórmøtunum 2020.Stórmøtini 2020(c) Trúboðin2021-11-2225 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastMen Gud greb ind. 3. partur - Chr HøiÁrið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis.Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir y...2021-09-1814 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastMen Gud greb ind - 2. partur - Henriette HansenÁrið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis.Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir y...2021-08-3032 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastMen Gud greb ind - 1. partur Clement EliassenÁrið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis.Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir y...2021-08-2336 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastÚr savninum: Ávegis móti eini sjálvstøðugari føroyskari fólkakirkjuÁ vári 1996 varð arbeitt nógv við fyrireikinunum til at yvirtaka fólkakirkjuna sum føroyskt sermál. Hetta var ein spennandi tíð, har hugsað varð nógv um, hvussu tann komandi føroyska fólkakirkjan skuldi síggja út.Og sjálvandi var tann komandi yvirtøkan høvuðsmálið á ársaðalfundinum hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir hetta árið. Ymsir fyrilestrarhaldarar greiddu frá ymsum kendum hættum, sum ein kundi skipa kirkjur eftir.Trúboðin kann almannakunngera eina bandupptøku frá hesum fundi, har tann táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, greiddi frá sínum hugsanu...2021-06-2246 minTrúboðin PoddkastTrúboðin PoddkastSangskeiðið 1991Í kjallaranum í Leguhúsinum í Nesvík hava vit funnið nøkur gomul kasettubond. Á einum av bondunum eru upptøkur frá Sangskeiðnum í Klaksvík í 1991.Upptøkurnar eru nú fluttar yvir á teldu, soleiðis at tær kunnu verða varðveittar í eini framtíð, har fólk ikki hava bandavspælarar. Niðanfyri ber til at lurta eftir allari upptøkuni.Um tú hevur eina søgur ella eina mynd frá Sangskeiðnum 1991, so vilja vit fegin frætta frá tær. Tú kanst skriva søguna í teigin til viðmerkingar á facebook, ella senda okkum ein teldupost á trubodin@mission.fo2021-06-0357 minTrúpoddurinTrúpoddurinTrúpoddurin 7. partur Enn ein hósdagur og aftur ein nýggjur Trúpoddur!Hesaferð tosa vit eitt sindur um: At vera lýðin og ólýðin! Hvat er tað at vera lýðin, hvat sigur Gud um tað, og hvussu uppliva við lýdni og ólýdni? Lurta við her ella á Spotify – Trúboðin Poddkast. 2020-05-2845 minTrúpoddurinTrúpoddurinTrúpoddur 6. partur Enn ein hósdagur og aftur ein nýggjur Trúpoddur!Hesaferð tosa vit eitt sindur um: At vera lýðin og ólýðin! Hvat er tað at vera lýðin, hvat sigur Gud um tað, og hvussu uppliva við lýdni og ólýdni? Lurta við her ella á Spotify – Trúboðin Poddkast. 2020-05-2141 min