Look for any podcast host, guest or anyone
Showing episodes and shows of

Bjarni Steintun

Shows

OrðavalOrðavalOrðaval #21: Tá føroyskt gjørdist norrønt málHvussu gjørdist føroyskt  ein grein av norrønum? Tað verður millum annað tosað um. Gestur er Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.2025-05-1933 minOrðavalOrðavalOrðaval #9: Indoeuropeiska málfamiljanIndoeuropeiska málfamiljan er evnið í sendingini, har Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur. Øll europeisk mál hoyra til indoeuropeisku málfamiljuna við undantaki av baskiskum, ið er eitt sjálvstøðugt mál, og so finskum, sámiskum, estiskum og ungarskum, ið hoyra til finsk-ugrisku málfamiljuna.  Tey iransku málini, serliga persiskt, og mál, ið eru skild við persiskt, eitt nú nøkur indisk mál, eru eisini partur av indoeuropeisku málfamiljuni.2025-01-2134 minOrðavalOrðavalOrðaval #6: Málsøga og orð um sjóninaÍ sendingini hesaferð greiðir Bjarni Steintún, ið arbeiðir á føroyamálsdeildini, frá um málsøguna, ið føroyskt hoyrir til. Eisini verður tosað um orð, sum hava við eygu og sjón at gera, eitt nú brillur og linsur. Eisini verður tosað við Sonna Smith fyrrverandi útvarpsmann m.a. um hvussu málið broyttist tey 20 árini, ið hann starvaðist í útvarpinum.2024-12-1634 minOrðavalOrðavalOrðaval #2: Upprunin til føroysktUpprunin til føroyska málið og serliga orðið "halga" vóru evnini hesa ferð. Bjarni Steintún og Helgi Abrahamsen vóru gestir.2024-11-1133 minMissiónshúsið LibanonMissiónshúsið LibanonFamiljan sum liður í at byggja Guds ríkiFamiljan er ein sentralur liður í Guðs ríki. Í skapanarsøguni lesa vit, at Guð bað menniskjuna vera barnríka og fjølgast og uppfylla jørðina og leggja hana undir seg. Og Guðs lyfti til Ábraham var, at hann skuldi fáa gudiligt avkom, óteljandi eins og stjørnurnar. Tá ið Pætur steig fram og talaði á hvítusunnudegi, segði hann: "Tí at tykkum er fyrijáttanin ætlað og børnum tykkara". Allan vegin ígjøgnum skriftirnar síggja vit, at Guð hevur innsett familjuna og virðismetir hana, og at hon er eitt sentralt amboð í Guðs...2024-08-3144 minMissiónshúsið LibanonMissiónshúsið LibanonKongabøkurnar (triði partur)Í Júda ríki vóru fleiri góðir kongar, ið av øllum alvi royndu at reinsa landið fyri avgudadýrkan, men teir høvdu ikki fólkið við sær, og ikki varð hirt nóg nógv um Guds lóg, sum satt at siga varð horvin og funnin aftur av Hilkia, meðan Jósia var kongur. Eisini gingu summir av Júda kongum undir ójavnt ok við við Ísraelskongar, og tað var Júda ríki til fals. Eftir herleiðslu Júda var ein 70-ára sabbatshvíld í landinum, inntil Kýrus Persakongur gav teimum loyvi at fara a...2024-03-1851 minMissiónshúsið LibanonMissiónshúsið LibanonKongabøkurnar (annar partur)Annar partur um Kongabøkurnar.  Tá Ísrael sleit frá Júda, fóru tey at elta aðrar gudar og at liva syndafullan lívstíl. Tá sendi Gud profetar sínar at áminna Guds útvalda fólk, men tey lurtaðu ikki eftir, og endin var, at fólkið varð burturflutt.  -- Bjarni Steintún talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 3. mars 2024. 2024-03-041h 03Missiónshúsið LibanonMissiónshúsið LibanonKongabøkurnar (fyrsti partur)Fyrsti partur um Kongabøkurnar. Ísrael vildi hava kong, tí tey vildu ikki vera undir Guds valdi, men verðsligum. Hóast Ísrael sveik Gud ferð eftir ferð, lovaði Gud vegna trúfesti Dávids at staðfesta ríki hansara ævinliga. Her er talan um hitt andaliga ríkið, sum er grundað á Jesus.  -- Bjarni Steintún talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 25. februar 2024. 2024-03-0144 minMissiónshúsið LibanonMissiónshúsið LibanonHví kom Heilagi andin?--Bjarni Steintún talar. Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 29. januar 2023.2024-02-2328 minMissiónshúsið LibanonMissiónshúsið LibanonFilippibrævið 4: Friður, gleði, takksemi og nøgdsemiPaulus dugdi at eiga ovmikið og at hava lítið. Hann var nøgdur uttan mun til fíggjarstøðuna. Hansara nøgdsemi var nevniliga ikki grundað á lagaligar umstøður, men á Kristus sjálvan. Bera vit tráanir okkara fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk, so gevur Gud okkum sín frið, sum stígur upp um alt vit og skil. Harí liggur okkara gleði og nøgdsemi. Í álitinum á Gud. --Bjarni Steintún talar.Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 1. oktobur 2023.2023-10-0139 minMissiónshúsið LibanonMissiónshúsið LibanonFilippibrævið 3: Rættvísi - men frá hvørjum?Í triðja kapitli í Filippibrævinum ávarar Paulus filippimenn ímóti falslærarum, sum hava "rættvísi sína í holdinum".Hóast Paulus hevði meir enn teir allir í holdinum, so metti hann tað alt við skarn, fyri at hann kundi vinna Kristus og verða funnin í honum.Latið okkum vraka ta følsku rættvísina, sum fæst við holdinum og stremba eftir tí sonnu rættvísini, sum fæst frá Kristusi við trúgv!--Bjarni Steintún talar.Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 24. septembur 2023.2023-09-3044 minMissiónshúsið LibanonMissiónshúsið LibanonVíðgongda kristna lívsførslanPaulus eggjar teimum trúgvandi í Filippi til at liva, sum tað sømir seg gleðiboðskapinum.Tað inniber millum annað at í einleika stríðast fyri gleðiboðskapin, tað er ein náði at líða fyri gleðiboðskapin, at taka sær av hvør øðrum og lyfta hvønn annan upp og at arbeiða upp á frelsu okkara, so vit kunnu vera ljós í einum myrkum heimi. Hetta megna vit ikki í okkum sjálvum, men Gud við sínum góða Heilaga Anda virkar tað í okkum.Fil. 1, 27 - 2, 30.--Bjarni Steintún talar.Upptikið í M...2023-06-1943 minMissiónshúsið LibanonMissiónshúsið LibanonTrúfesti móti gleðiboðskapinumPaulus upplivdi stóra mótgongd vegna gleðiboðskapin, men leinkjur hansara góvu teimum trúgvandi uppaftur størri dirvi til at tala Guds orð. Paulus sýnir filippimonnum, hvussu dýrabar trúgv okkara er, tá hann sigur: "Lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur".- Filippibrævið 1, 1-26--Bjarni Steintún talar.Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 11. juni 2023.2023-06-1239 minMissiónshúsið LibanonMissiónshúsið LibanonOffur og lýdni, umvending og fyrigeving, tilbiðjan og takksemiOffur fyllir nógv í gamla testamenti. Men Gud var ikki áhugaður í sjálvum ofrinum, men hjartanum hjá tí, sum ofrar.At venda við er sum eitt offur. Tað kennist svárt í løtuni, men tað lønar seg altíð í longdini. Somuleiðis við tilbiðjan og takksemi. Tað er ikki altíð lætt, men tað lønar seg.--Bjarni Steintún talar.Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 27. novembur 2023.2023-05-2039 min