podcast
details
.com
Print
Share
Look for any podcast host, guest or anyone
Search
Showing episodes and shows of
Bui Tyril
Shows
Mikrofonin
Tóra við Keldu, MEGD: ‘Hví føla borgararnir at teir ikki verða møttir?’
Tóra við Keldu greiðir í spennandi samrøðu við Mikrofonina frá um arbeiðið hjá meginfelagnum MEGD, ið umvegis 24 limafeløg umboðar fleiri túsund borgarar í Føroyum sum bera brek av onkrum slag. Hon er útbúgvin lærari men er ikki minni kend sum góður svimjari ið vann nógvar kappingar fyri árum síðani. Tey seinastu átta árini hevur hon verið forkvinna í MEGD, og hon hevur greiðar meiningar um ymiskt innan føroyskan sosialpolitikk og umsiting av almennum tænastum. Hon metir at játtanir og serfrøði eru ikki teir størstu trupulleikarnir á økinum, men hel...
2021-12-28
32 min
Mikrofonin
Fann eitt arktiskt ævintýr millum inuitar í Kanada: Rannvá E. Simonsen
Rannvá Erlingsdóttir Simonsen er útbúgvin arktitektur og hevur eisini arbeitt sum slíkur; men hon er meira kend sum designari innan skinnvørur, serliga klæði men eisini ymiskt annað. Hon hevur í mong ár búð í Baffin Land (sum nú alment eitur Baffin Island) í tí stóra Nunavut landslutinum í Kanada. Hetta er eitt veldugt øki sum liggur langt norðuri í Arktis, og er størsta región í Kanada, og hevur eisini lægsta fólkatal — ja, verður roknað sum eitt av heimsins mest fjarskotnu og fólkafátækastu økjum. Meginparturin av teimum tilsamans umleið 35.000 íbúgvunum eru inuitar. Rannvá hevur leing...
2021-11-24
45 min
Mikrofonin
Játtanin til fólkaskúlan má hækkast við fimtingi — Annbritt Toftegaard
“Føroyski fólkaskúlin hevur nakrar risa avbjóðingar við børnum við serligum tørvi, og støðan stendur við og versnar,” skrivaði Annbritt Toftegaard, skúlastjóri á Skúlanum á Giljanesi, herfyri í einari greinarøð undir heitinum ‘Fólkaskúlin er fyri øll — eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi.’ “Tíðin er komin,” segði hon, “har politiska skipanin veruliga tekur hesa støðuna og gongdina í álvara og setir í verk nakrar munagóðar loysnir og karmar fyri henda serliga málbólkin av børnum ella næmingum. Tey átøk sum higartil eru sett í verk muna alt ov lítið — tørvurin á hjálp e...
2021-08-30
57 min
Mikrofonin
“Tað verður ikki bara el” — stjórin á Magn um grøna orku, framtíðina og tænastur tøkar 24/7
Rokna við at tað fer at kosta so mikið sum minst 7 milliardir krónur, ja kanska upp til 10 milliardir, at leggja Føroyar um til grøna orku eftir teimum almennu ætlanum sum fyriliggja. Finn Jakobsen, stjóri á Magn, er útbúgvin sum elektro-mekanikari og sterkstreyms verkfrøðingur. Hann arbeiddi í mong ár á SEV, fyrst sum verkfrøðingur og síðan sum tekniskur stjóri; so fór hann í starv sum tekniskur stjóri á Magn, har hann í 2020 gjørdist forstjóri. Undir hansara leiðslu er Magn vorðið rættiliga sjónligt innan vindorku, og stjórans alment orðaða, fremsta uppgáva er at tryggja...
2021-06-13
42 min
Mikrofonin
Poul Rustin sigur frá øllum millum sjómenn á vitjan og høvdasúpan til tað frægara slagið: Muntra 50 ár
Av teimum mongu úr øllum heraðshornum ið hava vitjað Fuglafjørð millum ár og dag munu fá teljast ið ikki hava verið inni á Muntra og fingið ein góðan bita og kanska eisini eitt prát við eigaran ið framvegis rekur ta traditiónsríku matstovuna. Teir gestirnir umfata alt millum sjómenn úr einari røð av londum, fólk sum arbeiða í Fuglafirði, ferðafólk, ja og kongalig við. Poul Rustin er nú 70 ára gamal men hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær enn, og skjótt kemur eisini hennara hátign Margretha drotning á vitjan har, skilst. Umframt...
2021-05-08
51 min
Mikrofonin
Eivind Jacobsen um fiskivinnu og annað mangt: Vit hava ongantíð oytt toskastovnin undir Føroyum
Eivind Jacobsen, fyrrverandi borgmeistari á Strondum, fyrrverandi fiskiskipari og fyrrverandi radiovertur á R7, sigur frá um eina granskingarverkætlan hann arbeiðir við fyri tíðina, har nógv av tí vit halda okkum vita um botnfisk undir Føroyum verður vent á. Eivind hevur eisini viðmerkingar um aktuell mál, eitt nú gølusøguna um mutur kring fiskirættindi í Namibia, og dylir ikki fyri hvat hann meinar har. Eisini sigur hann sína hugsan um bústaðarpolitikk í Føroyum og meinar at flestu kommunur stykkja alt ov lítið út, og at hetta hevur grundleggjandi ávirkan á prísirnar á grundstykkjum. Men nak...
2021-04-23
1h 08
Mikrofonin
Stovnar megna ikki at geva børnum grundleggjandi umsorgan: Rósa Samuelsen um sosialar avbjóðingar í Føroyum
Ov mong børn liggja í einari grázonu hvat viðvíkur rættindum og detta burturímillum í dagsins samfelag, sum ikki í nøktandi mun tekur atlit til tann grundleggjandi tørvin á umsorgan, serliga hjá teimum ið av ymiskum orsøkum eru meira viðkvom enn onnur. Meira kann gerast fyri at varpa ljós á viðgerðir ið kunnu bøta munandi um neurlogiskt ólag hjá børnum og vaksnum, eitt nú viðgerðir kring sjón, hoyrn og rørslur umframt kostráðgeving. Reglurnar um hjálp til børn við ávísum diagnosum hava verið ov stirvnar, men tann nýggja lógin á ø...
2021-04-10
43 min
Mikrofonin
Sølumaður, ævintýrari og koyrilærari vil seta í gongd nýtt lokalútvarp fyri Havnina: Benny Ejdesgaard
Tørvurin á einum veruligum lokalradio fyri Havnina er stórur, meinar Benny Ejdesgaard, ið flest øll munu kenna sum Koyrilæraran. Benny hevur eina áhugaverda yrkisleið aftan fyri seg, fyrst sum sølumaður í mong ár, síðan sum útbúgvin dekoratørur ið fann sær einki minni enn Lego í Danmark sum lærupláss. Tann útbúgvingin snúði seg serliga um visuella marknaðarføring, sum Benny metir gav nógvan nyttigan lærdóm. Seinni tók hann eisini útbúgving sum koyrilærari og stovnaði egnan koyriskúla tá hann kom aftur til Føroya — og Koyrilærarin koyrir framve...
2021-03-27
39 min
Mikrofonin
Sveinur Tróndarson um menning á Dimmalætting, miðlamál og mutur
Vit hitta hesuferð blaðstjóran á Dimmalætting, sum umframt at hava arbeitt leingi innan miðlaheimin er útbúgvin grannskoðari. Sveinur Tróndarson letur væl at gongdini á blaðnum, har hann á øðrum sinni varð settur sum ábyrgdarblaðstjóri fyri skjótt einum ári síðan. Vit tosa um menningina á Dimmalætting, sum sambært Svein hevur fingið óvæntað góða vend í seinastuni. Vit tosa eisini um serligar avbjóðingar hjá føroyskum miðlum og um broytingar sum henda á økinum. Blaðstjórin sigur sína hugsan um miðlapolitikk íroknað miðlastuðul, og hann vísir á at tíðindabløð í okkara grannalond...
2021-03-12
48 min
Mikrofonin
Ein stolt skúta: Norðlýsið skjótt klár aftur eftir umfatandi umvæling — nú undir leiðslu av Frank Djurhuus Jacobsen
Tann væl umtókta skonnartin Norðlýsið hevur verið til høvuðsumvæling, samstundis sum tann navnframi skiparin og fyristøðumaðurin Birgir Enni er farin í pensión. Ein nýggjur útgerðamaður er settur at standa fyri arbeiðinum við sølu, marknaðarførslu og víðari menning, og tað er Frank Djurhuus Jacobsen, ein rættiliga væl kendur sølumaður ikki minst frá tíðini hann arbeiddi innan skrivstovu- og telduútgerð men eisini eitt nú innan miðlar. Hann hevur tó altíð havt eitt bein á sjónum og sleppur nú at royna seg í nøkrum hann sjálvur kall...
2021-02-26
39 min
Mikrofonin
Jens L. Thomsen koyrir á við ljóðmyndum og leggur síðstu hond á tvær nýggjar Orka útgávur: Mitt millum ljóð, tónleik og list
Ljóðlistamaðurin Jens L. Thomsen býr nú aftur Innan Glyvur og er í ferð við festa røtur aftur sum føroyingur — aftan á mong ár í London, har hann lærdi alt um bretska tónleikaframleiðslu og nýggjastu tøkni innan tónleik og ljóð. Hann tók eina bachelor innan Music Technology á Thames Valley University meðan hann gjørdi tónleik ikki minst í slóðbrótandi Orka høpi umframt at framleiða fyri onnur. Eisini gjørdist hann alsamt meira áhugaður í ljóðlist so væl sum ljóðtøkni, og nýliga nam hann eina master útbúgving á London South...
2021-02-13
56 min
Mikrofonin
Sosialir miðlar, bibbuskógvar og ross: Michel Nielsen
Michel Nielsen, ein ung havnarkvinna úr Vestmanna, er rættiliga kend millum rossafólk men eisini í ymiskum øðrum høpi; millum annað hevur hon stovnað tænastuvirkið Spark Media, ið ráðgevur fyritøkum og hjálpir teimum at brúka sosialar miðlar. Harafturat rekur Michel Nielsen nethandilin Ravna.fo har ikki minst teir væl umtóktu “bibbuskógvarnir” fáast. Hon sigur at hon droymir um at menna sítt vinnuliga virksemi til at gerast størri, men hevur eina meira persónliga enn yrkisliga tilgongd tá tað kemur til hugtøk sum tænastu og kundarøkt. Tá talan er um bústaða...
2021-01-29
45 min
Mikrofonin
Útvarp, tónleikur og tunlar: Jákup ‘Disco Beiggjon’ Magnussen um lívið sum stakur plátuvendari
At Jákup Magnussen, radio dj og vertur í sendingini Plátubarrin, hevur Føroya bestu útvarpsrødd, munu helst fleiri vera samd um. Men hann er eisini útbúgvin sum journalistur og sleppur — ólíkt teimum sum arbeiða á tíðindaredaktiónini á Kringvarpinum — at seta neyðuga tíð av til at seta seg inn í tey evnir hann dekkar; tí hann er ikki bundin av dagligum tíðinda deadline’um. Plátubarrin er nevniliga ein væl researchað sending. Jákup hevur meiningar um ymiskt, frá roykiforboðum og undirsjóvartunlum til samfelagsviðurskifti og filosofiskar spurningar um lívið og tilveruna. Hvussu broyttist tónleiku...
2021-01-15
58 min
Mikrofonin
Føroyingar kunnu fáa nógv meira burtur úr fíggjarligari tøknifrøði — Niklái Nysted
Niklái Nysted, stjóri í fyritøkuni Knassar, sum m.a. eigur Portal.fo og Vevlýsingar, sigur sína hugsan um miðlastuðul og hví hann ikki tekur undir við slíkum. Hann tosar síðan um ta nýggju lógina um datavernd sum kemur í gildi aftan á nýggjár og tann sonevnda talgilda samleikan, umframt um tøknifrøði á tí fíggjarliga økinum. Her setir hann spurning við føroyskan vinnupolitikk á hesum økjum og ávarar staðiliga ímóti verandi tilgongd, ið hann metir setir bæði okkara fólkaræði og okkara sjálvbjargni í vanda.
2020-12-11
44 min
Mikrofonin
Annika Bolton Mortensen um slagsíðu í tíðindum og hótt fólkaræði
Hon er fødd í Englandi, uppvaksin á Tvøroyri og mamma at tveimum børnum, útbúgvin sum journalistur í Englandi og sum yoga lærari í India. Hevur starvast á Kringvarpi Føroya, Rás2, The Copenhagen Post og aðrastaðni, og tey seinastu árini hevur hon verið á R7. Hon er nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU). Annika Bolton Mortensen tosar við Mikrofonina um tíðindaflutning í Føroyum og aðrastaðni; um hví mong uppliva at miðlar sum eitast at vera óheftir kortini tykjast partískir; um samfelagsliga óhepnar og anti-demokratiskar tilgongdir eitt nú í Danmark, har heilsumálaráðharrin nú skal hava sera...
2020-11-27
59 min