Look for any podcast host, guest or anyone
Showing episodes and shows of

Hermann Eliassen And Gudmund Helmsdal

Shows

Hermann & HelmsdalHermann & Helmsdal28 Years Later Ummæli + Mega zombiefilm prát!28 Years Later er seinasti filmurin hjá Danny Boyle. Hetta er tann 3. filmurin í "28" røðini,  og at tosa um hetta hava vit  vitjan av - the one and only - Rúna.  Friis Kjær. Saman ummæla vit filmin, og vit tosa eisni um zombie filmsjangruna sum heild (okkurt av tí endar við at verða nokkso groteskt:)2025-07-151h 26Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHow to Train Your Dragon UmmæliHow to Train Your Dragon, sum í stóran mun gongur fyri seg í Føroyum, er komin í biografin, og sjálvandi ummæla vit filmin í Hermann&Helmsdal.How to Train Your Dragon er eitt so kallað "live action remake" av kenda teknifilminum, so vit tosa eisini eitt sindur um hetta útbreidda fenomenið, har klassiskir filmar vera umgjørdir til spælifilmar. Tað er eitt sindur svingandi, hvussu hetta eydnast frá filmi til film, so hetta tosa vit eisini eitt sindur um:)2025-06-1452 minHermann & HelmsdalHermann & HelmsdalSeinasta Paradís á Jørð.Sakaris Stórá er háaktuellur við filminum Seinasta Paradís á Jørd, sum hann hevur bæði skrivað og leikstjórað.Sakaris vitjar Hermann&Helmsdal á øðrum sinni, og sigur okkum søgur um, hvussu filmurin var gjørdur.   2025-06-0955 minHermann & HelmsdalHermann & HelmsdalTórbjørn JacobsenEr hann nevndur, er hann kendur! The man himself: Tórbjørn ( Tobbi) Jacobsen vitjar Hermann&Helmsdal. 2025-03-291h 27Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalH&H - Stephen Cleary ReturnsNavnframi filmhandrits konsulenturin/ráðgevin (scripdoktarin) Stephen Cleary er aftur á vitjan í Føroyum, og sjálvandi máttu vit í Hermann & Helmsdal fáa eitt prát við hann aftur. Geytin er háaktuellur, so tað er upplagt, at prátið hesuferð snúgvar seg um stuttfilmin sum ein serstøk filmsjangra. Hvat er ein stuttfilmur? Hvussu langir skulu teir vera? Hvat skulu teir handla um?Hvussu slær ein ígjøgnum við einum stuttfilmi? Hetta er alt nakað, sum Stephen dagliga arbeiðir við, og hann greiðir okkum frá øllum!2025-02-0258 minHermann & HelmsdalHermann & HelmsdalH&H - Nadia Abrahamsen - Barnafilmfestivalurin.Vit tosa við powerhouse framleiðaran Nadiu Abrahamsen, sum saman við Filmhúsinum, hevur lagt til rættis og skipar fyri Barnafilmfestivalinum. Eisini hevur Nadia tikið stig til afturvendandi Minority Filmfestivalin. Oooooog so tosa vit eisini við Nadiu um hennara (heila) skelkandi rollu í filminum No Rest for the Wicked.2025-01-1758 minHermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal - 2024 - Árið, ið fór.Fyrsti partur av H&H í 2025!Vit báðir hugleiða um filmar, vit sóu í farna árinum. Hvørjar filmar dámdu vit væl? Hvørjar dámdu vit slett ikki!? Og hví?2025-01-101h 30Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal - Torfinnur JákupssonEr hann nevndur, er hann kendur! Lead-guitaristurin úr tónleikabólkinum Gestir...eisini hevur hann gjørt Trom...Torfinnur Jákupsson er Gøtumaðurin aftanfyri fyrstu - og inntil víðari - einastu føroysku altjóða krimi-sjóvarpsrøðina Trom. Hoyr alt um, hvussu dagdroyming á fiskavirkinum í Gøtu leiddi til eina yrkisleið innan film. Eisini tosa vit eitt sindur um, hvat er næst á skránni hja Torfinni.2024-10-251h 07Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal - Joker - Folie Au DeuxVit ummæla Joker 2, og tosa eisini nógv um 1'aran. 2024-10-111h 00Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalUntitled Episode2024-10-011h 04Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal - Thomas Koba - Bass Elvis og Jesus á Mallorca2024-09-3058 minHermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal - Alien Romulus Ummæli + Prát um Alien filmsrøðina.2024-08-301h 01Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal - No Rest for the Wicked SPECIAL2024-08-231h 10Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal - Beverly Hills Cop 4/80'ara Action SkemtifilmarSaman við Rúna Friis, hava H&H hugt eftir Netflix aktuella Beverly Hills Cop, sum er tann 4. filmurin í filmsrøðini um Axel Foley. Við støði í Beverly Hills Cop tosa vit um Eddie Murphy, stand-up, skemtifilmar, 80'ini, buddy cop action filmar.... ja, í stuttum, so verður nørd-o-metrið sprongt í luftina í hesum nýggjasta partinum av H&H. 2024-07-1253 minHermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal - Sakaris StóráSakaris er føroyingur! Sakaris er skopuningur! Sakaris ger filmar!í 2012 gjørdist Sakaris fyrsti vinnarin av Geytanum, og hetta var fyri filmin Summarnátt. Eisini hevur hann gjørt filmin Vetrarmorgun, sum varð virðisløntur á altjóða Berlin Filmfestival. (Vetrarmorgun vann IKKI Geytan hetta árið), men (í núvernadi løtu) er Sakaris kanska mest kendur fyri at gera filmin Dreymar við Havið. Sakaris bæði leikstjórar og skrivar sínar egnu filmar, og í dagsins H&H tosa vit við Sakaris um hansara lívsleið innan film; hvussu gjørdist hannfilmsleikstjóri, og hvussu arbeiðir hann? Hvussu sær hann film...2024-07-051h 31Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal - Horizon ummæli og kovboyfilmar genereltÍ hesum partinum loypa vit í saðilin og ummæla fyrsta part av episku kovboyfilms verkætlanini hjá Kevin Costner: “Horizon: An American Saga.” Vit borðreiða eisini við einum snarskeiði í nøkrum, sum liggur øllum føroyingum sera nær: Koboyfilmssøgan! Yeehaw!2024-06-281h 05Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal tosa við Eir í Ólavstovu Vit siga ofta at Atlantic Rapsody er tann fyrsti føroyski filmurin. Hetta var í 1989, men Eir skrivaði og gjørdi sjónvarps barnafilmin Alfred  longu í 1986, so kanska føroyska filmsøgan skal umskrivast eitt sindur?Eir hevur verið við heilt frá byrjanini! Sum fáur hevur hon verið við til at menna, skapa og forma tað føroyska miðlandslagið. Hon var við sum ung genta, tá Krigvarpið (Svf) byrjaði í 1984, har hon arbeiddi saman við Zacharias Hammer og gjørdi m.a. barnaløtuna, sum var ein tann fyrst framleidda sendingin í føroyskari sjónvarpssøgu - áðrenn Dagur og Vika!Í...2024-06-211h 20Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal - Føroyskur filmskúli er settur á stovn!Anton Petersen og Gorm Just hava stovnað ein føroyskan filmskúla, sum byrjar longu í august!!!2024-06-1428 minHermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal um Filmshúsið - vit hitta Marjun NiclasenFilmshúsið hevur fingið nýggjan stjóra! Tí vóru vit sjálvandi við til almennu móttøkuna hjá nýggja stjóranum Marjun Niclasen, á Vestaru bryggju, fríggjadagin 31/05/24. Mikudagin settu vit so Marjun stevnu, fyri at hoyra eitt sindur um hana, um filmshúsið og um hennara ætlanir við filmshúsinum næstu árini. 2024-06-071h 15Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal - Challengers/Immaculate ummæli.Hermann & Helmsdal ummæla aktuellu filmarnar Challengers við Zendayu í høvuðsrolluni og ræðufilmin Immaculate, har Sydney Sweeney hevur høvuðsrolluna. Tær ungu Sweeney og Zendaya eru báðar kendar úr røðini Euphoria og m.a. hugleiða Hermann & Helmsdal um, hvørjar tær "nýggju" ungu filmstjørnurnar munnu vera í dag? Tosað verður um góð og ring sjónleikara avrik, musicals, ræðufilmar. Vit seta eisini spurningin; nær er filmur so vánaligur, at ein reisir seg og fer úr biografinum? 2024-05-311h 12Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal Cannes SPECIAL! og Furiosa ummæliÍ hesum serliga partinum av Hermann & Helmsdal geva vit okkara ummæli av filminum Furiosa og vit hoyra eina spennandi frásøgn frá sjálvum Cannes filmfestivalinum, har Gudmund var við til heimsfrumsýningina av Furiosa: A Mad Max Saga. (Herman var altso IKKI við í Cannes. Vit skulu líka undirstrika enn eina ferð, at Hermann var verandi heima í Føroyum, ímeðan Gudmundur var í Cannes. Altso: Gudmundur var í Cannes, sum er í Fraklandi. Hermann var ikki í Cannes, tí hann var í Føroyum, sum jú ikki er í Fraklandi) 2024-05-241h 19Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal speak to Stephen ClearyStephen Cleary knows what he’s talking about. For years he’s been active in international film industry, spanning across several continents. His passion is the story, the script; the very foundation of any good film. As a script consultant and story developer, he’s all about what makes a good film tick. What is the essence of a great story? What is a great character, and how might this vary across different cultures and different countries? As a producer, writer, and as a director he’s worked on over 250 films! Stephen Cleary travels the world lend...2024-05-1757 minHermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal meet Daniel Bandeira - Full EpisodeThis is the full episode of our chat with Brazilian director Daniel Bandeira, who visited  the Faroes as part of the Pop-up Film Recidency back in November 2023.Off course, Hermann & Helmsdal couldn’t pass on the opportunity to have Daniel come join us on our podcast. In addition to talking to Daniel about his new film Property – which was screened in Havnar Bio by Filmsfelagið – we also touch upon what drives Daniel as a filmmaker. Is he a political filmmaker? Is he a social commentator? And, off course, we also delve into what films we love, what inspires...2024-05-1028 minHermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal hitta Birgir Kruse og Ole WichHesa vikuna hitta vit Birgir Kruse og Ole Wich. Í eitt mannaminnið hava teir báðir staðið á odda fyri Filmsfelagnum - fremsta og elsta áhugafelagið fyri filmselskandi føroyingar. Anekdotirnar fúka í allar ættir og vit válka okkum í øllum frá blasfemiskum meistaraverkum frá 20 øld til at geva føroyinginum nýggjar og óvæntaðar filmsupplivingar. Vælkomin í Filmsfelagið!2024-05-031h 29Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal hitta Rúna Friis KjærHesa vikuna hitta vit Rúna Friis Kjær. Rúni er filmsmaður, kameramaður og filmskennari um ein háls. Vit tosa millum annað um filmsútbúgving, íslendska filmsvinnu, føroyska filmsvinnu, føroyskt skemt á filmi, um leikstjórar frá David Lynch til Michael Bay til Michael Mann og um listafólk, Agurk, Klippfisk og Jákup Veyhe. Snøgt sagt vit koma víða um.2024-04-261h 44Hermann & HelmsdalHermann & HelmsdalHermann & Helmsdal chat with Daniel BandeiraIn their debut mini episode, "Hermann & Helmsdal" host a candid chat with filmmaker Daniel Bandeira on his latest socio-political thriller, "Property. Get a sneak peek into "Property," as the trio discusses inspirations and challenges. Stay tuned for the full episode, promising an unfiltered exploration into "Property" and the intricacies of filmmaking.2023-10-3010 minHyggjuráðiðHyggjuráðiðHyggjuráðið: Innstillaðu Oscars-filmarnirTað er februar mánaður, og tað merkir, at tað aftur er tíð til Oscar-handanina. Sunnukvøldið 24. februar verða The Academy Awards hildnar fyri 91. ferð í Los Angeles. Sendingin Hyggjuráðið fer at ummæla filmarnar, ið eru tilnenvdir til "Besta film," og geva eina forsøgn uppá møguligar vinnarar. Í Hyggjuráðnum hesaferð eru Rúni Friis Kjær, Gudmund Helmsdal Nielsen og Hermann Eliassen.2019-02-2100 min