podcast
details
.com
Print
Share
Look for any podcast host, guest or anyone
Search
Showing episodes and shows of
SPROTIN
Shows
SPROTIN
Skunda tær at elska
Sprotin gav út væl fagnaðu bókina Brenn øll míni brøv eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fram Skunda tær at elska, sum var bókin, ið gjørdi Alex Schulman kendan.Hon snýr seg um pápa hansara og um lívið í teirra húski, tá ið pápin verður gamal og sjúkligur meðan synirnir framvegis eru ógviliga ungir. At pápin er ússaligur elur fram ótta í Alexi, um at hann einki fer at orka ella kanska doyr. Og tað ger papin. Hann doyr, tá ið Alex er 27 ára gamal...
2025-05-30
50 min
SPROTIN
Málningurin av Dorian Gray
Málningurin av Dorian Gray er heimspekilig fiksjón og gotisk ræðslusøga eftir írska høvundin Oscar Wilde, skrivað í 1890. Gotisk skal verða skilt sum skaldsøga, ið lýsir bardagan ímillum menniskju og ónatúrligan óndskap (óndskap, sum stundum er mannskaptur, stundum yvirnatúrligur) í einum kúgandi og troystarleysum heimi, har ið eingin rýming er møgulig. Bókin verður mett at vera klassikari millum gotiskar skaldsøgur.Søgan snýr seg um eina andlitsmynd av Dorian Gray sum Basil Hallward málar. Basil er vinur Dorian, og listamaðurin er trøllabundin...
2025-05-15
53 min
SPROTIN
Knívin í eldin
Knívin í eldin er ein hugtakandi søgulig skaldsøga úr Finnmørkini – sum fær teg at kenna kuldan úr kavanum, hitan úr bálinum og gevur tær tevið av blóði, tá ið reindjórini verða flett.Árið er 1859. Brita Caisa Seipajærvi fær sær skíðirnar á føturnar, tí hon fer at gera langa ferð úr Finnlandi til Noregs. Brita Caisa er bæði vøkur og sterk, og hon eigur evnini at lekja bæði fæ og fólk. Við sær á ferðini hevur hon sínar báðar smáu synir, sum føddir eru uttan fyri hjúna...
2025-05-15
47 min
SPROTIN
Saltleiðirnar
Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk. Høvundurin fylgir søguni frá tí, at hálendskir fiskimenn í hundraðtali komu til hetlandsleiðirnar í 16. øld og upp til avbjóðingarnar í fiskiídnaðinum nú á døgum. Alla frásøguna kryddar hann við minnis- og heimildarbrotum um toskafiskiskap í 19. øld undir Føroyum og Grønlandi og um sildatíðina, sum fekk Hetland at stórblóma tíðliga í 20. øld. John Goodlad hevur skrivað yrkisbókina Saltleiðirnar. Regin av Steinum týddi úr enskum, og Sprotin gav út í vetur. Gestir í Les...
2024-12-12
58 min
Stakar sendingar - útvarp
Lesikrókurin - Saltleiðirnar
Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk. Høvundurin fylgir søguni frá tí, at hálendskir fiskimenn í hundraðtali komu til hetlandsleiðirnar í 16. øld og upp til avbjóðingarnar í fiskiídnaðinum nú á døgum. Alla frásøguna kryddar hann við minnis- og heimildarbrotum um toskafiskiskap í 19. øld undir Føroyum og Grønlandi og um sildatíðina, sum fekk Hetland at stórblóma tíðliga í 20. øld. John Goodlad hevur skrivað yrkisbókina Saltleiðirnar. Regin av Steinum týddi úr enskum, og Sprotin gav út í vetur. Gestir í Lesikrókinum eru Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokk...
2024-12-12
58 min
SPROTIN
Sigmundur og gullringurin
Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við henni er at leggja søguna fyri ein nýggjan lesaraskara og kveikja lív í fólkini og umhvørvið í søguni um Sigmund Brestisson og systkinabarn hansara og teirra hendingaríku lívsleið.Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin kom út í 2024. Tim Ecott hevur skrivað, Vagnur Streymoy týddi úr enskum, og Sprotin gevur bókina út – bæði á enskum og føroyskum.Gestir í Lesikrókinum eru Jónleif Johannesen, skúlastjóri á Skúlatrøð, og Tjóðhild Patursson, vinnurekandi og skribe...
2024-11-25
52 min
New Books in Literature
Tim Ecott, "Sigmundur and the Golden Ring" (Sprotin, 2024)
Tim Ecott, who is well-known as a journalist and writer, has, in his last several books, turned his attention to the history and culture of the Faroe Islands. High in the North Atlantic, half-way between Scotland and Iceland, the islands' inhabitants remain closely connected to the Viking settlers who established communities on Faroe over one thousand years ago. Tim's most recent book, Sigmundur and the Golden Ring (Sprotin, 2024), offers a compelling re-telling of the Faroese saga. It's a complex Viking revenge tragedy: two teenage cousins are wronged by an older distant relative; they set out to right those wrongs; but th...
2024-11-03
38 min
New Books in Historical Fiction
Tim Ecott, "Sigmundur and the Golden Ring" (Sprotin, 2024)
Tim Ecott, who is well-known as a journalist and writer, has, in his last several books, turned his attention to the history and culture of the Faroe Islands. High in the North Atlantic, half-way between Scotland and Iceland, the islands' inhabitants remain closely connected to the Viking settlers who established communities on Faroe over one thousand years ago. Tim's most recent book, Sigmundur and the Golden Ring (Sprotin, 2024), offers a compelling re-telling of the Faroese saga. It's a complex Viking revenge tragedy: two teenage cousins are wronged by an older distant relative; they set out to right those wrongs; but th...
2024-11-03
38 min
SPROTIN
Eden
Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslund. Fólk í bygdini har í nánd fáa knappliga áhuga fyri málvísindum. Høvuðspersónurin fær upp í hendurnar handritið til eitt yrkingasavn eftir ein fyrrverandi næming sín, sum snýr seg um kærleikan hjá einum ungum manni til eina eldri kvinnu. Í hesi skaldsøgu verður megin í máli og náttúru kannað, og spurnartekn sett við, hvørja ábyrgd menniskja eigur í nútímans skiftistíðum, har fáment mál og ná...
2024-10-28
50 min
Vágskálin
Vágskálin: Ógvusligar søgur um kúgan og kynsliga tráan
Sprotin skrivar um tær sjey stuttsøgurnar, at tær lýsa tilveruna á mótinum millum veruleika og hugflog, og at evnini í søgunum eru bæði sjáldsom og forvitnislig. Her er talan um fólk, sum vantrívast í parlagi, konufólk, sum jagstra vakurleikan við botox, lívstrá, sum ikki vil doyggja við følnandi kroppum, og her verður skrivað um svartsjúku millum kynsliga lokkað børn og hevndina hjá teirri forsmáddu konuni. Sanna Klein og Hans Jacob Kollslíð ummæla savnið. Teimum dámar søgurnar og halda, at tær reisa fleiri moralskar og etiskar spurningar. S...
2024-10-14
52 min
Vágskálin
Vágskálin: Trubadurur við miðaldarligum klangi
Bókin er ikki færri enn knappar 500 síður, men evnið er umfatandi, tí Regin Dahl fekk sum yrkjari, tónasmiður og sangari ein heilan hóp frá hondini. Regin Dahl varð føddur í 1918 og doyði í 2007. Meginpartin av lívinum búði hann í Danmark, men hann yrkti altíð á føroyskum, og í hjartanum goymdi hann tað landið, hann flutti frá, og tær Føroyar, sum yrkjarar høvdu lýst í yrkingunum, hann setti løg til. Fræið til bókina ”Heimurin, ið hvarv” varð sátt í Tutl-handlinum í Havn í 2005, tá Knút Háberg Eysturstein sá útgávuna Atlantsløg, sum er 25 fløgur við 439 løgum efti...
2024-10-02
52 min
SPROTIN
Brenn øll míni brøv
Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvussu nógv hendan kenslan, vreiði, fyllir hjá honum. Alex ger av at fara í terapi, og her verður hann biðin um at tekna sína ættartalvu niður fyri at finna rótina til sína vreiði. Í beinari linju vísir vreiðin seg at stava frá kenda svenska rithøvundinum, Sven Stolpe, sum er abbi Alex í móðurætt. Hetta er byrjanin til eina kanningarferð hjá Alex, sum førir hann aftur til summarið 19...
2024-09-30
51 min
Vágskálin
Vágskálin: Stórt verk um føroyska táttayrking
Tá Tórður Jóhannesarson gekk á Fróðskaparsetri Føroya frá 1994 til 1998, skrivaði hann høvuðsritgerð um føroyska táttayrking - frá teimum elstu táttunum, sum eru varðveittir, til V4-sendingarnar hjá útvarpinum fyrst í sjeytiárunum. Nú hevur Sprotin givið út tvær bøkur eftir Tórð Jóhannesarson, sum lýsa táttayrkingina frá bóndasamfelagnum heilt upp at okkara døgum. Fyrra bindið, sum er 350 síður, er søgan um táttaykringina í Føroyum, og í seinna bindinum endurgevur høvundurin á 425 síðum ein hóp av tættum. Tættir hava ikki fingið nógva rúmd í føroyskum bókmentasøgum, m...
2024-09-11
50 min
SPROTIN
Maria Stuart
Maria Stuart er bara seks dagar gomul, tá ið hon í 1542 verður drotning í Skotlandi. Sum sekstan ára gomul verður hon har umframt drotning í Fraklandi. Seinni liggur hon í stríði við Elizabeth I um rættin til ensku trúnuna. Lívið hjá Mariu Stuart lagaði seg sum ein ógvisligur tilburður fyri og annar eftir, til hon endaði sínar dagar á høggstabbnum í 1587.Eysturríkski rithøvundurin Stefan Zweig skrivaði kenda bók um Mariu Stuart. Hesa bók hevur Edvard Olsen týtt til føroyskt, og Sprotin gevur út. Gestir í Lesikrókinum eru Sirið Ste...
2024-06-14
52 min
SPROTIN
Hvaðan kom kvinnan
Menniskjasøgan hugsavnar seg í høvuðsheitum um mannin. Tað eru í mestan mun menn, sum hava skrivað søguna, og nógvir teirra eru púra býttir av stóra veiðimanninum, sum fór rennandi á tveimum beinum út á savannuna at veiða. Kvinnuna hava teir líkasum tagt burtur. Tað heldur walisiska Eliane Morgan, sum hevur skrivað nógv umtalaðu og umstríddu bókina Hvaðan kom kvinnan. Hon leggur fram annað ástøði um, hvussu menniskjan hevur ment seg, og hon skrivar kvinnur og børn inn í menningarlæruna.Bókin, sum kom út í 1972, er víða gitin og ka...
2024-05-24
49 min
SPROTIN
Reyðhærda kvinnan
Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir seg alt longur niður í lendi, og um kvøldarnar leita teir sær stundum inn í býin at keypa vøru og taka sær av løttum.Eitt kvøldið hendir nakað, sum fær stóra ávirkan á lívið hjá Cem. Hann fær eygað á eina vakra, reyðhærda kvinnu og verður púra burtur í henni. Samstundis gongur striltið hjá Mahmut meistara at finna vatn, men teir halda fram við arbeiðnum. Ein dagin hendir na...
2024-04-26
52 min
Vágskálin
Vágskálin: Gott stuttsøgusavn um tað absurda í tí gerandisliga
Í savninum eru 12 stuttsøgur, og um bókina sigur Sprotin, at hon viðger menniskju, sum eru steðgað upp og læst av fordómum og sínum umhvørvi. Savnið lýsir tey fólkini, sum sjáldan fáa talutíð, og sum fá skilja, hvørt við sínum lýtum og einsemi í einum samfelag, har fólk vita av hvørjum øðrum, sneyta og eru illgrunasom. Flestu stuttsøgurnar hava stutt heiti. Tær eita m.a. "Upp eftir enda", "Við harðari hond", "Grannin", "Tey avgjørdu", "Skuggin, "Gásareygu", "Tey", "Marmorrósan" og "Eg beri so nógv". Tað longsta heitið...
2024-04-17
51 min
SPROTIN
Staklutirnir
Staklutirnir er ein skaldsøga við fýra persónlýsingum og túsund staklutum, um tumlaðar fikkubøkur, psykedeliskan dans og nøtrandi fjáltur. Hvat er tann perfekti millenniumkjólin? Kann eitt elskað menniskja veruliga hvørva? Og hvør er tað í roynd og veru, sum skal myndast, persónurin á myndini ella tann, sum heldur á penslinum?Svenski rithøvundurin Ia Genberg skrivaði skaldsøguna. Jákup í Skemmuni týddi, og Sprotin gav út.Tey, ið umrøða bókina, eru Turið Johannessen, Rakul í Gerðinum og Urd Johannesen.Vertur er Eyðun Klakstein
2024-03-30
50 min
SPROTIN
Kærleikin
Laki Sarris nærkast teimum fjøruti, hann er giftur við Lenu, og tey eiga fýra ára gamla Jóhan. Lívið verður endavent, tá ið Laki verður fullkomiliga burtur í aðrari kvinnu – ein so ógvisligur kærleiki fær vald á honum við einum longsli, sum ger, at skilvísi er óhugsandi. Hann elskar bæði konu sína og ta nýggju kvinnuna. Hvat skal hann gera? Hvat fær hann gjørt? Theodor Kallifatides hevur skrivað skaldsøguna "Kærleiki". Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. Tey, ið umrøða bókina, eru Ragnhil...
2024-03-02
51 min
SPROTIN
Merking
Fríða Ísberg hevur skrivað hugvekjandi skaldsøguna "Merking", sum eitt nú viðger, hvussu javnvágin millum einstaklingarættindi og samfelagsáhugamál skal vera. Turið Sigurðardóttir týddi bókina til føroyskt, og Sprotin gav út.Íslendska tjóðin er klovin, onnur helvtin vil hava tryggari samfelag, hin helvtin rættvíst samfelag. Høvuðspersónarnir í skaldsøguni, Vetur, Oya, Ólavur og Tristan, hava øll noyðst at laga seg til tað nýggja siðalagið, og fyri framman er tjóðaratkvøða um, hvørt merkingarskylda skal vera lógarbundin. Gestir í Lesikrókinum eru Katrin Kall...
2023-12-22
52 min
SPROTIN
Fiskahúsið
Tann miðaldrandi Jón og tann eldri pápabeiggin Ívar fara niðan til smáttuna við vatnið at vera í eina viku. Teir seta gørn um kvøldið, taka tey upp tíðliga á morgni, og síðan snýr tað seg um at eta nakrar máltíðir og práta saman.Ívar hevur gjørt av, at Jón skal arva smáttuna, økið rundan um og rættindini til at fiska í vatninum. Jón er tónleikari og hjálparlærari, og hann hevur ongantíð fingist við slíkt og hevur ongan áhuga í tí. Nú skal hann læra at fiska, hvussu og...
2023-11-25
46 min
SPROTIN
Upplesarin
"Upplesarin" er ein tølandi søga um kærleika og loyndarmál, ræðuleikar og samkensluSummarið 1958 verður heilt serligt fyri 15 ára gamla Michael Berg. Ein dagin hittir hann 36 ára gomlu Honnu Schmitz, sum býr nærindis. Tey fáa eitt heilt serligt samband, sum kemur at ávirka tey restina av lívinum. Í Lesikrókinum verður bókin "Upplesarin" umrødd. Týski rithøvundurin Bernhard Schlink skrivaði, og Beinir Bergsson týddi til føroyskt.Gestir eru Marjun Bæk, Eirikur í Jákupsstovu og Eilen Anthoniussen. Vertur er Eyðun Klakstein.
2023-09-29
48 min
SPROTIN
Pløg beinagrindir teirra deyðu
"Pløg beinagrindir teirra deyðu" er bók um heldur øðrvísi kvinnu, áhugamál og atburð hennara. Bókin er eisini øðrvísi krimisøga – skemtilig og hugvekjandi.Pólski rithøvundurin Olga Tokarczuk skrivaði, Vagnur Streymoy týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út.Janina er komin nakað til árs og hevur búsett seg í fjarskotnari bygd har suðuri í Póllandi nærindis markið til Kekkia. Hon hevur lítið lærarastarv ein dag um vikuna, og um veturin ansar hon eftir summarhúsunum har á leiðini. Stóra áhugamál hennara er astrologi, o...
2023-06-19
50 min
SPROTIN
Ukrainska dagbókin
Tá ið ukrainski forsetin VIktor Janukovitj í 2013 noktaði at skriva undir samstarvsavtalu við ES, fóru fólk út á gøturnar at mótmæla. Miðdepilin fyri mótmælini var Frælsisplássið – Maidan – í Kiev.Sum fráleið harðnaði stríðið millum mótmælisfólk, myndugleikar og prorussiskar bólkar, og tað leiddi til kollvelting í Ukraina. Um sama mundið tók Russland Krim hálvoynna, ukrainski forsetin flýddi til Russlands, og stríðið í Donbas har eystur í Ukraina varð alt meira blóðugt.Nærindis Frælsisplássinum í Kiev búði rithøvundurin Andrej Kurkov, og hann skrivaði huglei...
2023-05-19
57 min
SPROTIN
Renna úlv
RENNA ÚLVLívið hjá veiðimanninum og skógrøktarmanninum Ulf Norrstig broytist, samstundis sum hann hittir ein úlv í skóginum nærindis heimið. Hendan løtan saman við úlvinum fær stóra ávirkan á Ulf, sum fer at hugsa nærri um náttúruna, veiðina og lívið. Svenski rithøvundurin Kerstin Ekman hevur skrivað bókina "Renna úlv". Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. Gestir í Lesikrókinum eru Aref Tórson Olsen, Dorthe Pedersen og Jens Christian Carlsson. Vertur er Eyðun Klakstein.
2023-05-08
50 min
SPROTIN
304 dagar
Skaldsøgan “304 dagar” er um kríggj og vinalag, kærleika og familju, og um hvussu ein krígsveteranur úr Afganistan roynir at fóta sær í friðinum heima.Nicholas, sum er krígsveteranurin úr Afganistan, stendur einsamallur í skóginum oman fyri húsini, til reiðar at beina fyri sær, tá ið tað gerst honum greitt, at hann verður noyddur at siga næstringum sínum frá ætlanini. Hann lovar mammuni at halda sær á lívi til jóla, sum liggja 304 dagar fyri framman.Ígjøgnum 304 brot verða tvær søgur sagdar: Nicholas fer í krígg...
2023-03-24
54 min
Málteigurin
Gamla talskipanin er einfaldari
Nær fara vit aftur at brúka fjøruti, fimmti og seksti fyri ikki at siga tvey hundrað og sjeytitrý? Hetta spyr lurtari, sum við árunum er farin at halda tað vera púra logiskt at nevna tølini í røttu raðfylgju, og nógv lættari at læra børnini tey stóru tølini. Elin Henriksen, málkøn, er samd við lurtaran og sigur, at tað hevði uttan iva verið øgiliga nógv lættari hjá børnum at lært at telja og at rokna, um vit søgdu talorðini, sum hóska til tíggjutalsskipanina heldur...
2023-03-13
44 min
SPROTIN
Bardagin um Troiuborg
Í skaldsøguni “Bardagin um Troiuborg” verður Illionskvæðið um stríðið í Troia flættað saman við fólkum í lítlari grikskari bygd, sum nasistar hava hersett undir seinna heimsbardaga.Vit eru stødd í lítlari bygd í Grikkalandi, sum týskarar hava hersett undir seinna heimskríggi.Ímeðan bumburnar frá bretskum bumbuflogførum regna niður yvir bygdina, fer lærarinnan við børnunum í lívd í helli og fer undir at siga teimum søguna um Troia. Vit fylgja eisini gongdini í bygdini, har týskarar leita eftir einum mótstøðufólki, sum hevur verið við til at drepa týskan heryv...
2023-02-27
50 min
SPROTIN
Morgun og kvøld
Marna Jacobsen, Theodor Olsen og Christina Jensen viðgera bókina MORGUN OG KVØLD hjá Jon Fosse. Bókin er um byrjanina og endan á lívinum hjá útróðrarmanni á bygd. Skaldsøgan Morgun og kvøld er í tveimum pørtum og er um byrjanina og endan á lívinum hjá útróðrarmanni á bygd í Noregi. Jon Fosse hevur skrivað bókina. Marna Jacobsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. Í fyrra partinum verður Jóhannes føddur. Pápin Ólavur er spentur, nú konan Marta skal eiga. Hon føðir vælskaptan drong, og pápin ætlar, at sonurin skal verða útró...
2023-01-26
51 min
SPROTIN
Kóka bjørn
Tað er summarið 1852 í Kengis í norðasta Svøríki. Prósturin og vekingarprædikumaðurin Lars Levi Læstadius tekur bókstavliga ein ungan sámadrong upp av veitarbakkanum. Jussi, sum drongurin eitur, er rýmdur heimanífrá undan harðskapi og svongd. Prósturin tekur hann við sær, og Jussi verður næmingur hansara og trúgvi fylgisneyti á plantufrøðiligu gonguferðunum á Pajala-leiðini. Tá ið ein neytakona hvørvur og verður funnin deyð, og so ein onnur illa meidd, átekur prósturin sær við Jussa sum hjálparmanni uppgávuna sum detektivur. Bygdarfólkið ivast ikki í, at...
2022-12-22
48 min
SPROTIN
Havbókin
Tveir vinmenn fara á flot saman. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn. Teir eru eydnuríkir, og teir eru á veiðuferð eftir tí ómøguliga á Vesturfjørðinum í Lofoten.Meðan teir bíða – mangar og langar løtur allar ársins tíðir – siga teir søgur um hákellingar, greina lívið í sjónum, hugleiða um stórt og smátt, um sjógransking, vísindaligar hetjur, yrkjarar, listafólk, endaleysa stjørnuhimmalin og havdýpið undir okkum – upphavið til alt. “Havb...
2022-10-27
50 min
SPROTIN
Fontamara
Kristianna Winther Poulsen og Gunvá við Keldu viðgera skaldsøguna “Fontamara”. Bókin viðger lívið á bygd í Italia undir fasismuni í milllumkrígstíðini“Fontamara” er søgan um fátæku bøndurnar í fjøllunum innan fyri Róm, sum gjørdust alsamt kroystari av teimum, sum áttu ríkiligt frammanundan, sum myndugleikarnir altíð stuðlaðu væl. Tá ið armóðin næstan ikki kundi gerast verri, løgdust teir á lívgevandi vatnið. Bøndurnir mótmæltu tað dýrasta, teir vóru mentir, og myndugleikarnir tóku ikki ímóti teimum við mýkindum. Eirindaleyst og berkið, men eisini...
2022-09-29
46 min
SPROTIN
Børn í heimsveldi
Tá ið ST eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós, kravdi altjóða samfelagið, at øll lond skuldu lata hjálondini frá sær og geva teimum sjálvstýri. Tað merkti, at Danmark skuldi hjálpa Grønlandi at fáa sjálvstýri. Men heldur enn at gera tað, fóru danskarar undir ætlan at innlima Grønland í danska ríkið. Hetta var gjørt við at fjala sannleikan fyri grønlendingum, við at lata ST villleiðandi upplýsingar um viðurskiftini og við at seta í verk nútímansgerð, sum skuldi gera grønlendingar meira danskar.Í Lesikrókinum hesa ferð...
2022-06-17
51 min
SPROTIN
Blómudalurin
Súsanna Skaale, Bergur Djurhuus Hansen og Ann Hermansdóttir tosa um bókina “Blómudalurin”, sum Niviaq Korneliussen skrivaði.Sjálvmorð er sum umfarssótt í Grønlandi. Øll kenna onkran, ið hevur tikið lívið av sær, og mong stúra fyri, at onkur av teirra nærmastu kann gera tað. Sjálvmorð er næstan vorðin ótolandi normalitetur, sum eingin tekur ábyrgd av. Tað, sum fólk hava vant seg við. Hagtølini hjá løgregluni í Grønlandi siga ræðandi søguna. Millum 40 og 50 fólk hava á hvørjum ári síðan 2017 beint fyri sær. Árini frá 2017...
2022-05-09
53 min
SPROTIN
Magellan
Andras Sólstein, Randi Kúrberg og Jógvan Horn tosa um bókina “Magellan”, sum Stefan Zweig skrivaði.Í 1519 fór skipafylgið hjá portugisanum Ferdinand Magellan úr Spania við kós vestureftir. Magellan ætlaði at prógva, at tað bar til at sigla tvørtur um Suðuramerika og koma til Kryddoyggjarnar í Kyrrahavinum. Tey flestu mundu halda, at hetta var ørvitisferð, tí eingin visti um slíka siglingarleið. Men hetta gjørdist helst størsta og mest týðandi sjóferðin í mannasøguni. Hon broytti heimin, og hvussu vit hugsa um heimin. Ferðin verður lýst í bókini “Magellan...
2022-04-07
53 min
SPROTIN
Tollakur hjá Ingibjørg
Poul Guttesen, Bjørt Samuelsen og Páll Oddur Rubeksen tosa um bókina "Tollakur hjá Ingibjørg"Einkjumaðurin Tollakur býr í lítlum húsi í dali burtur frá búðplássunum. Hann er deyðiliga sjúkur og greiðir frá lívinum og ymiskum hendingum. Tollakur hevur boðsent báðum børnunum at koma heim, tí hann hevur nakað at siga teimum. Tollakur ber myrkt loyndarmál.Skaldsøgan "Tollakur hjá Ingibjørg" umrødd verður viðgjørd í hesum Lesikrókinum. Norski rithøvundin Tore Renberg skrivaði, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt mál...
2022-03-10
53 min
SPROTIN
Vatn er ein vátur logi
Malan Marnersdóttir og Pál Weihe tosa um bókina “Vatn er ein vátur logi – ein lívssøga”, sum Carl Jóhan Jensen skrivaði.Hvat hendir, tá ið aldurin liðar tilvitið sundur, so tað alt í einum liggur sum eitt hálvlagt putlispæl í høvdinum við mongum villfremmandum brotum?“Vatn er ein vátur logi” tekur demens-spurningin upp frá einum tilveruligum sjónarmiði og gevur honum eina samtíðarliga vídd í einum føroyskum samanhangi. Hetta er lívssøgan hjá eini eldri kvinnu, eins og hon minnist hana í sínum viknaða sinnisliga tilstandi, einsam...
2022-02-10
49 min
SPROTIN
Fáur fær tráðin heilt slættan
Bergljót av Skarði, Jóan Pauli Joensen og Óluva Klettskarð tosa um bókina “Fáur fær tráðin heilt slættan”, sum Sólrún Michelsen skrivaði.“Fáur fær tráðin heilt slættan” er triðja bókin í røð, sum Sólrún Michelsen hevur skrivað um familju í Suðuroy. Tríbókaverkið fylgir Helenu og systkjum hennara – serliga systrunum – eftir at mamman doyr í barnsburði. Í hesi triðju bókini eru vit komin upp í 1920’ini og 1930’ini, og søgan gongur fyri seg bæði í Føroyum, her vit fylgja Helenu og hennara familju, og í Danmark, har sys...
2021-12-09
45 min
SPROTIN
Hvør drap bambi?
Hvør drap bambi?Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Ragnhild Ellingsgaard, lærari, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, rithøvundur, og Marita Dalsgaard, sjónleikari, um bókina “Hvør drap bambi?”, sum Monika Fagerholm skrivaði. Vit eru í einum glæsiligum forstaði, Villabýnum, tey kalla, og her búgva fólk, ið eru væl fyri. Í einum ljóðisoleraðum kjallararúmi dukar ein djúpur bassur. Tað er veitsla, og har hendir ein grov hópneyðtøka. Fýra ungir mans – úr góðum heimum, siga tey – gera seg ógvusliga inn á eina unga kvinnu, sum er fyrrverandi un...
2021-11-11
53 min
SPROTIN
Corpus delicti - eitt rættarmál
Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Símun Joensen, lærari, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, um bókina “Corpus Delicti – eitt rættarmál”, sum týska Juli Zeh skrivaði.Kropslig heilsa kemur fram um alt annað. Felagsskapurin fram um einstaklingin. Eftirlit fram um álit. Soleiðis er dystopiska samfelagið í bókini “Corpus Delicti – eitt rættarmál”, sum vit umrøða í Lesikrókinum hesa ferð. Juli Zeh hevur skrivað skaldsøguna, sum kom út á fyrsta sinni í 2009. Anja Tell týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. Vertur er Eyðun Klakstein.
2021-10-14
47 min
SPROTIN
Menn í mínari støðu
Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur, og Marna Jacobsen, cand.mag í føroyskum og nýliga fráfarin ritstjóri um bókina Menn í mínari støðu eftir Per Petterson. Vit tosa vítt og breitt um sorg og kreppu, og um hvussu menn handfara sorg og kreppu í bókmentum á høgum støði. Vertur er Eilen Anthoniussen.
2021-09-25
54 min
SPROTIN
Heimurin, ið var
Undirgangssøgan hjá Zweig er ein ávaring til okkara egnu tíð. Henda bókin er ikki bara undirgangssøga um Evropa, men ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka – og hvussu ófatiliga skjótt tað kann ganga. Í Lesikrókinum hesa ferð práta Óluva Klettskarð og Oddur á Lakjuni við Eyðun Klakstein.
2021-06-07
56 min
SPROTIN
Í Lesikrókinum hesa ferð tosa vit um vald, hatur, kærleika, eftirlit og tann serliga týdningin í at hava eitt mál. Bókin hesa ferð er klassikarin 1984 eftir George Orwell, og gestir eru Sámal Soll rithøvundur, Katrin Thorsvig Hansen, stjóri í Dátueftirlitinum, og Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur. Vertur er Eilen Anthoniussen, og tøkningur er Rúni Eysturlíð.
2021-04-22
54 min
SPROTIN
Bøn fyri Tjernobyl
Hesa ferð verður bókin Bøn fyri Tjernobyl eftir Svetlanu Aleksijevitj umrødd í Lesikrókinum.Bókin vann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir í 2015.Edvard S. Olsen, týðari, Jóhanna Lava Køtlum, lívfrøðingur, og Uni Holm Johannesen, samfelagsfrøðingur, tosa um bókina. Eyðun Klakstein leggur til rættis.
2021-04-06
56 min
Framhaldssøgur
Bøn fyri Tjernobyl 05.partur
Svetlana Aleksijevitj hevur skrivað; Edvard S. Olsen týddi. Sprotin gav út í 2020.
2021-04-06
26 min
SPROTIN
Ein annar er gull
Nýggjur poddur um Ein annar er gull eftir Sólrún Michelsen. Bergljót av Skarði, Jóan Pauli Joensen og Súsanna Tórgarð skifta orð um skaldsøguna og tosa m.a. um Sanatoriið, forelskilsi, føroyskar kvinnur, sum fóru av landinum at arbeiða, og um flættuna sum súmbol upp á kynsligan aktivitet. Eilen Anthoniussen er vertur.
2021-02-25
56 min
SPROTIN
Gentan í verðini
Gentan í verðini eftir Katrin Ottarsdóttir. Gestir í Lesikrókinum hesa ferð eru Helena Kannuberg, Djóni Nolsøe og Ria Tórgarð. Vertur er Eilen Anthoniussen.
2020-12-14
57 min
SPROTIN
Móðurmjólk
Móðurmjólk er skaldsøga eftir lettiska høvundin Noru Ikstena, sum lýsir trupul móðir-dóttir viðurskifti millum tvær kvinnur og tvey lond. Nora Ikstena er virðisløntur høvundur, og føroyska týðingin av Móðurmjólk er tann 26.Gestir í sendingini hesa ferð eru Annika Hoydal, ljósmóðir, Rógvi Olavson, stjórnmálafrøðingur, og Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, og vit tosa m.a. um trauma, lívsneista og sjálvandi týdningin av móðurmjólk. Eilen Anthoniussen er vertur og tøkningur er Høgni Fagraberg.
2020-10-20
58 min
SPROTIN
Whisper of Butterfly Wings 2:2
Annar partur av prátinum, sum Poul Guttesen hevur við Kalpanu Vijayavarathan um yrkingasavn hennara ‚Whisper of Butterfly Wings', er framhald av undanfarna poddvarpi og heldur síðan fram inn í partin, sum er um trúgv.
2020-09-20
42 min
SPROTIN
Whisper of Butterfly Wings 1:2
Poul Guttesen prátar við Kalpanu Vijayavarathan um yrkingasavn hennara Whisper of Butterfly Wings, og hetta er fyrri partur av tveimum.
2020-09-12
52 min
SPROTIN
Leksikon um ljós og myrkur
Í okkara fyrsta poddi eru tað journalistarnir Uni Holm Johannesen og Eyðun Klakstein og ritstjórin Marna Jacobsen, ið saman við vertinum Eilen Anthoniussen kjakast um bókina "Leksikon um ljós og myrkur" eftir Simon Stranger.
2020-09-02
50 min
Mentanarkaféin
Myndlist, Grøna Herbergið og maritim mentan
William Heinesen var ikki bara skald og rithøvundur, hann skrivaði eisini tónleik, spældi uppá klaver, eins og hann var ein sera fjøltáttaður myndlistamaður. Og nú tað fríggjadagin lat upp ein stór framsýning við verkum eftir William Heinesen á Listasavni Føroya, hava vit hitt Maluna Marnersdóttir, professara, og Nils Ohrt, stjóra á Listasavni Føroya. Framsýningin er framhald av bókini, sum Bárður Jákupsson hevur skrivað, og sum Sprotin legði úr hondum í fjør. Og vit leita eisini aftur á ummæli, sum Kinna Poulsen tá gjørdi um bókina.
2017-05-10
1h 50
Mentanarkaféin
Ungur yrkjari, sangleikur í Fuglafirði, og filmur
Tann lítli drongurin og beinagrindin er heitið á yrkinga- og stuttsøgusavni, sum Beinir Bergsson í hesum døgum gevur út á forlagnum Sprotin ? vit hitta unga yrkjaran. Mikudagin var sangleikurin High School Musical 2 frumspældur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og sama kvøldið varð fyrsta almenna sýningin á palli. Vit hava verið til sangleik í Fuglafirði - sangleik, ið telur sløk 60 ungfólk, og saman við Joanu Johansen, sangara og lærara, og Rudolf Joensen, sjónleikara og lærara, verður mett um avrikið.
2017-04-06
1h 49
In mente
In Mente, Hvat kunnu vit standa við?
22. juli 2011 varð ein dagur, ið rakti norsku tjóðina meint, tí hetta var dagurin Anders Behring Breivik framdi sínar illgerðir í Oslo og á Utøya. Dagin eftir átók norski advokaturin Geir Lippestad ? eftir áheitan frá Breivik sjálvum, at verja norska hópdrápsmannin - ein avgerð, ið ikki var heilt løtt at taka. Geir Lippestad hevur nú skrivað bókina "Tað, vit kunnu standa við", ein bók, sum Sprotin 7. mars gav út í føroyskari týðing eftir Edvard Olsen.
2014-04-08
52 min