podcast
details
.com
Print
Share
Look for any podcast host, guest or anyone
Search
Showing episodes and shows of
Vit Hanus
Shows
Við Tórði á túri
Við Tórði á túri á Víkingasavninum við Hanusi Jensen
Skúvoyingurin Hanus Jensen hevur, burtur sæð frá tveimum styttri steðgum, arbeitt á Víkingasavninum í Roskilde í samfull 26 ár. Áðrenn hann fór á Víkingasavnið at arbeiða, smíðaði hann nógvar bátar í Føroyum, og tann kendasti man vera Diana Victoria, sum Ovi Joensen róði við til Danmarkar í 1986. Hanus lærdi til bátasmið hjá Hjalmari Hátún, og í sendingini greiðir Hanus frá bátasmíði í Føroyum og arbeiðnum hesi mongu árini á Víkingasavninum í Roskilde. Umframt at smíða føroyskar bátar, sum vitjandi á savninum sleppa at sigla við, hevur Hanus verið við at smíðað og umvælt víkingaskip og aðrar st...
2025-11-17
51 min
Guðstænastur í útvarpi
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
Heri Joensen, prestur, prædikaði. Sálmar: 699 - Nú árið tað líður 57 - Mær halda Harrans hendur 462 - So víða um lond 722 - Sov blítt og søtt og droym um sól 650 - Fram vit bera teg í dag 689 - Tann dagur, tú gavst, móti kvøldi man renna Eisini var ein dópur. Kirkjutænarar: Deknur: Hermann Andreasen Klokkari: Karl Michaelsen Organist: Hanus Joensen Cello: Torstein Mohr Holm Ljóðtøkningur í kirkjuni var Høgni Reinert Hansen
2025-11-16
1h 04
Jambalaja
Jambalaja - 181025
Í Jambalaja í dag spæla vit tveir sangir frá sendirøðini Landman, vit hoyr um ein musical, ið verður settur upp í London, og sum Passenger hevur skrivað sangirnar til, vit hoyra eisini nakrar nýggjar countrysangir og so minnast vit Hanus G. Johansen, sum fór foldum frá farna vikuskiftið.
2025-10-18
58 min
Frímælt
108. Føroya mest umrødda par og ein serligur gestur
Í Frímælt hesa ferð tosa vit um Føroya mest umrødda par - í øllum førum fyri nøkrum árum síðani - tí Kringvarp Føroya hevur í vikuni givið út eina poddvarpsrøð við heitinum Kend yvir nátt, sum snýr seg um søguna hjá Poulinu Øregaard Isaksen, einkjan eftir vinnulívsmannin Karl Birgir Isaksen. Frímælt hevur eisini vitjan av einum serligum gesti, nú MBCFI aftur er á skrá, tí Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands verður fyri aðru ferð í Silo í Havn. Marius DC, sum eisini telist millum gestirnar, skal spæla á Airwaves í Reykjavík í no...
2025-10-17
03 min
Guðstænastur í útvarpi
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
Gudstænasta í Tvøroyrar kirkju 21. september 2025 Sálmur – nr. 4 Heilagt ljóð oss legg á tungu; Sálmur – Nr. 596 Harri, tær vit vilja takka Sunnudagsskúlabørnini syngja Sálmur – nr. 723 Mong tey klaga um veður og vind Sálmur – nr. 19 Nú takkið Guði øll Tænarar Prestur: Hanus Pál Jógvansson Deknur: Ragnar Groth Mortensen Klokkari: Torkil Hentze Urguleikari: Petur Martin Johannesen Sangframførsla Sunnudagsskúlabørnini á Tvøroyri undir leiðslu av Anniku Jónsveinsdóttir Nolsøe Ljóðtøkningur var Høgni Reinert Hansen
2025-09-21
47 min
Gudstænastur í sjónvarpi
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
Prestar Jógvan Fríðriksson, biskupur, Heri Jógvan Joensen, Derhard Jógvansson, Bergur Debes Joensen, Hanus á Gørðum Deknar Signar Dam, Jenny Lydersen, Herman Andreasson Urguleikarar Jógvan Thomsen, Hanus Joensen, Ari Hammer Joensen Klokkarar Selmar Jacobsen, Karl Michaelsen, Eyðfinn Magnussen, Erna Hovgaard Sálmar nr.327: Hann signaða dag vit síggja fró nr.324: Hjá tær, o, Drottin, er dagaskeið nr.237: Andanna andi, stíg nú frá tí høga nr.249: Guds kirkjugrund aleina nr.353: Harrin rættur út sín arm nr. 19 : Nu takki Guði øll
2025-08-24
1h 38
Guðstænastur í útvarpi
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
Prestar Jógvan Fríðriksson, biskupur Heri Jógvan Joensen Derhard Jógvansson Bergur Debes Joensen Hanus á Gørðum Urguleikarar Jógvan Thomsen Hanus Joensen Ari Hammer Joensen Deknar Signar Dam Jenny Lydersen Herman Andreasson Klokkarar Selmar Jacobsen Karl Michaelsen Eyðfinn Magnussen Erna Hovgaard Sálmar nr.327: Hann signaða dag vit síggja fró nr.324: Hjá tær, o, Drottin, er dagaskeið nr.237: Andanna andi, stíg nú frá tí høga nr.249: Guds kirkjugrund aleina nr.353:Harrin rættur út sín arm nr. 19 : Nu takki Guði øll Preludium: Jógvan Thomsen spældi fanfara úr endanum av preludium & fuga...
2025-08-24
1h 34
Orðaval
Orðaval #16: Teknmál og veðurfyribrigdi
Í sendingini hesaferð var evnið teknmál. Vit tosa við Edny Poulsen, ið starvast á Sernámi, sum sernámsfrøðiligur ráðgevi, og við tekni til talu. Eisini svarar Hanus Kjølbro, frá Veðurstovu Føroya, spurningi frá lurtara, ið spyr um orðið hektopaskal.
2025-03-24
38 min
Vágskálin
Bókaárið á Vágskálini
Til ummælis í sendingini var krimiskaldsøgan "Lygn" eftir Eyðun Klakkstein, og hana ummæltu Marna Jacobsen og Eilen Anthoniussen. Malan Marnersdóttir og Ben Arabo søgdu sína hugsan um "Hvíldarheimið" hjá Jógvani Isaksen, og Sámal Matras og Hans Andrias Sølvará viðgjørdu søgubókina hjá Virgari Dalsgaard um Petur Mohr Dam. Bókin hjá Martini Næs og Flóvini Tór Nygaard Næs um læknan Sonnu Dahl var eisini til viðgerðar, og hana ummæltu Pál Weihe og Ivan Niclasen. Vit rógva eisini aftur á tað, sum sagt varð um skal...
2024-12-17
49 min
Vágskálin
Vágskálin: Jødahatur og útpenslaðir drápshættir
Í teirri 45. Vágskálini viðgera vit ta drúgvastu bókina, sum hevur verið til viðgerðar, síðan sendingin byrjaði undanfarnu vetrarskrá. Bókin "Antisemitisma" kom út í 2023 á forlagnum Náttsólin og er góðar 500 síður. Ikki ein mynd er í henni, bara tekstur, men væl skrivaður tekstur. Antisemitisma er tað sama sum jødahatur, og bókin snýr seg um tann hatur, sum hevur verið vendur ímóti jødum, síðan evangeliini vórðu skrivað millum ár 60 og 100 eftir Kristi føðing. Ummælarar eru Jákup Reinert Hansen, gudfrøðingur, og Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, og...
2024-10-23
52 min
Gudstænastur í sjónvarpi
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli í Havn
Sálmar 1. sálmur: Nú skínur sól í dýrd og mæti 2. sálmur: Vit halgan Anda biðja nú 3. sálmur: Mána og sól 4. sálmur: Nú skínur sólin bjarta 5. sálmur: Guðs kirkjugrund aleina Anne Mette Greve Klemensen, prestur, prædikaði. Aðrir prestar: Steintóra Gleðisheygg Joensen, Hanus á Gørðum, Bergur Debes Joensen, Sverri Steinhólm, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, Uni Næs, Derhard Jógvansson, Theodor Eli Dam Olsen, Heri Joensen. GHM og Havnar Hornorkestur spældi. Framleiðslutøkningur er Fríði Birgisson Olsen
2024-05-20
1h 09
Frímælt
30. Ein ússaligur dómur í rættinum, FMA og Norðlýsið
Hetta er ein av teimum pørtunum av Frímælt, har evnini valla fáa verið meira ymisk enn tað sama. Vit venda FMA, heiðurslønta Hanus G og ein forsmáddan miðil í Norðoyggjum. Somuleiðis spyrja vit, hvussu nógvar fótbóltssendingar kann eitt land hava, sum er so vánaligt til fótbólt sum Føroyar? Í meira álvarsliga endanum venda vit ein dóm í Eystara landsrætti, har ein maður í tríatiárunum hevur fingið eitt hálvtára fongsulsrevsing fyri at vera saman við eini 14 ára gamlari gentu seks ferðir. Gestir e...
2024-03-15
1h 06
BókaBrell - Bókasavnið við Løkin
Bókabrell #6 - Hanus Kamban
Á Bókadøgum 2023 vóru vit í Bókabrell á vitjan í Norðurlandahúsinum, og í sambandi við Rithøvundafelagið høvdu vit stuttar samrøður við føroyskar rithøvundar.Í hesum partinum høvdu vit samrøðu við Hanus Kamban, og vit tosaðu um ma. nýggju bókin "Antisemitisma", ið júst er komin út. Poddvarpið er upptikið í matstovuni "Systrar", so stákan og prát hoyris aftanfyri samrøðuna.
2023-12-07
35 min
Trúboðin Poddkast
Hjá Jesusi finni eg friðin
Hanus á Gørðum, prestur Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði. Í meira enn 3000 ár hevur søgan víst okkum, at tað hevur bara verið friður í heiminum í uml. 8% av tíðini. Frá 1945 og til 1988 doyðu uml. 20 mió fólk í 91 kríggjum. Og tá hava vit ikki nevt turkur, vatnflóð, pest og korona. Og vit hava...
2022-01-09
20 min
Trúboðin Poddkast
Hjá Jesusi finni eg friðin
Hanus á Gørðum, prestur Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði. Í meira enn 3000 ár hevur søgan víst okkum, at tað hevur bara verið friður í heiminum í uml. 8% av tíðini. Frá 1945 og til 1988 doyðu uml. 20 mió fólk í 91 kríggjum. Og tá hava vit ikki nevt turkur, vatnflóð, pest og korona. Og vit hava...
2022-01-09
20 min
Trúboðin Poddkast
Stórmøtini á netinum: Hjá Jesusi finni eg friðin
Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda triðja og seinasta møtið undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Vit hava biðið Hanus á Gørðum koma og tala um friðin, sum Jesus gevur okkum. Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði. Í meira enn 3000 ár hevur søgan víst o...
2022-01-09
47 min
Trúboðin Poddkast
Stórmøtini á netinum: Hjá Jesusi finni eg friðin
Vælkomin á Stórmøti. Her kanst tú fylgja við, tá ið vit í kvøld senda triðja og seinasta møtið undir yvirskriftini: Hvar finni eg frið? Vit hava biðið Hanus á Gørðum koma og tala um friðin, sum Jesus gevur okkum. Í kvøld fara vit at hava eina friðarveitslu. Hetta er stuðul og eggjan til tey troyttu, tey sum stríðast, tey sum angra, tey vónbrotnu, tey bangu og tey, sum stúra. Vit fara at gleðast og fegnast í Guds náði og hansara friði. Í meira enn 3000 ár hevur søgan víst o...
2022-01-09
47 min
Dansival
Hanus Kamban er gestur í Dansival (2:2)
Seinni partur av Dansivali við Hanus Kamban. Vit hoyra hesaferð Norðstreymoyar dansifelag kvøða Grettis kvæði og Jákupsa skegg, við Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans, umframt tvær flottar upptøkur, har kvinnur skipa: Marjun Berg skipar Silvurlín og Katrin Johansen skipar Bøhmerlandsdronningen.
2021-01-21
1h 29
Dansival
Hanus Kamban er gestur í Dansivali (1:2)
Vit hoyra Dansifelagið í Havn kvøða Runsivalsstríð, Martin Tórgarð skipar. Eisini kvøður Dansifelagið í Havn Sigmundskvæði eldra, Birgir Djurhuus skipar til eina sjónvarpsupptøku í 2018. At enda í fyrra parti av Dansivali við Hanusi Kamban skipar Poul Eide Hafburd Konge og Sivord Konge í Dansifelagnum í Havn.
2021-01-14
2h 12
The Beatles
Tømdir eru steypar allir (9:9)
Seinastu plátuútgávurnar hjá The Beatles, White Album, Let it be og Abbey Road, verða umrøddar í hesari seinastu sendingini í røðini. Tónlistakønir royna at greina serliga sanggávusmíðið hjá Lennon & McCartney. Nortið verður eisini við aðrar tilburðir, sum beatleslimunum vóru fyri árini 1968, 69 og 70. Niclas Johannesen, Eyðun Nolsøe, Bjarni Restorff, Jóhannus á Rógvi Joensen, Sunleif Rasmussen, Óli Poulsen, Stanley Samuelsen, Jørgin Dahl, Edvard Nyholm Debes, Martin Mouritsen, Martin Joensen, Hanus Andreassen, Rói Patursson og Heri Kragesteen greiða frá. Eisini hoyra vit sangarar í Tórshavnar Manskóri. Suni Merkistein legði til...
2020-08-29
1h 11
The Beatles
Gróðurbærar nýrembingar
Pláturnar Rubber Soul og Revolver, sum komu í 1965 og 1966, varskógvaðu ta tónlistarligu kollvelting, sum The Beatles seinni festi í. Tónleikurin á hesum forvitnisligu útgávunum verður umrøddur í hesari sending. Greitt verður eisini frá seinastu konsertferðunum hjá bólkinum í 1966. Vit hoyra m.a. Niclas Johannesen, Eyðun Nolsøe, Bjarna Restorff, Martin Joensen, Kaj Johannesen, Hanus Andreassen, Róa Patursson, sangarar í Tórshavnar Manskóri og upptøkur úr Liverpool. Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman.
2020-08-15
00 min
Frítíð og náttúra
Túrur í Skarðdali og sílaprát við Sandsvatn
Kunoyggin er í meðan hægsta oyggj landsins, men tað ber eisini til at ganga túrar í láglendi. Hetta er tíðin, tá sjósíl fara niðan í áir og vøtn. Frítíð og náttúra var eitt kvøldið við Sandsvatn, har vit prátaðu við Bjørgfinn, Hanus og Heina Inni á Tanga
2020-08-09
48 min
The Beatles
USA gevur seg yvir! (4:9)
Í hesum partinum verður millum annað sagt frá innrásini í USA. Vit hoyra millum annað Sunleif Rasmussen, Stanley Samuelsen, Niclas Johannesen, Rói Patursson, og Hanus Andreassen. Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 31. mars 2000.
2020-07-25
1h 02
Hyggjuráðið
Hyggjuráðið 5. partur
Tríggjar ymiskar sendirøðir eru í spolanum hesa ferð. Vit kunnu bjóða uppá klassiskt science fiction við nýggjastu sesongina av Star Trek: Discovery, ið filmsleikstjórin Hanus Johannesen kemur at ummæla. Eisini hava vit dystopiska og spekulativa fiktión við áhugaverdu og virðisløntu sendirøðini Handmaidens Tale, ið filmsleikstjórin og sjónleikarinnan Annika á Lofti kemur at ummæla. Men vit byrja við einum skemtiligum tunglyndi í nýggjastu stutt-sendirøðini eftir skemtiarinum Ricky Gervais, sum eitur After Life.
2019-03-14
51 min
Skil fiskin!
Skil fiskin! - Vitanarstríðið 1 (7:9)
Fiskivinnan er torskild. Sera torskild. Og hóast flestu føroyingar vita eitt sindur um fiskivinnuna, so eru tey fá í talið, ið kunnu kalla seg serfrøðingar í fiskivinnu. Summi luttaka dúgligari í kjakinum enn onnur. Eitt nú fiskimenn, reiðarar, búskaparfrøðingar og lívfrøðingar. Men hesir serfrøðingar í fiskivinnu eru ofta so ósamdir, at ikki er tað lætt hjá vanliga borgaranum - ella politikarum - at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt, ella hvat slag av vitan skal viga tyngst í fiskivinnupolitisku avgerðunum. Í dag hoyra vit ein fiskimann og ein reiðara greiða frá, hví vit skulu lurta eftir tei...
2017-04-24
16 min
Mentanarkaféin
Ummæli - Havfrúgvin
Birna Heinesen, dramaturgur, Búi Dam, sjónleikari, og Hanus Kamban, rithøvundur, ummæla nýggja leikin Havfrúgvin. Eisini tosa vit við sjónleikaran Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum er á palli í Århus og Keypmannahavn við sjónleikarkonsertina American Spirit, ið er við tónleiki hjá Johnny Cash og harumframt ein ferð ígjøgnum amerikanska samfelagið. Og vit hitta arkitektarnar Heidi Poulsen og Ole Jensen, nú stundar til arkitekturdagarnar 2016, sum byrja fríggjadagin. Tú kanst hoyra sendingina her!
2016-09-28
2h 08
In mente
In Mente, fyrsta føroyska yrkingasavnið 100 ár
Mikukvøldið 14. mai hátíðarhelt H. N. Jacobsen Bókhandil at 100 ár eru liðin síðani fyrsta føroyska yrkingasavnið ? Yrkingar, eftir Janus Djurhuus, kom út. Í reportaguni hoyra vit Maluna Marnersdóttir bjóða vælkomin, Vár Berghamar Jacobsen og Annfinnur Heinesen lesa tvær yrkingar, eins og vit tosa við fyrilestrarhaldaran Hanus Kamban. Eisini hitta vit Hanus Samró, sum í fjør lat úr hondum aðru skaldsøgu sína. Vit umrøða eitt nú høvuðspersónin, í hvønn mun talan er um eina politiska skaldsøgu, bersøgna málburðin, eins og Hanus eisini lesur brot úr skald...
2014-05-20
52 min
In mente
In Mente, Kveikingardagur
9. floksnæmingar í føroyska fólkaskúlanum kunnu nú luttaka í Skrivikapping 2014, har høvuðsvinningurin er eitt skriviskeið í Biskops Arnö í Svøríki. Og fríggjadagin var Kveikingardagur í Norðurlandahúsinum, har næmingar ? umvegis verkstovur og rithøvundar, fingu vegleiðing í skriviførleika. Vit vóru á gátt, har vit hittu fimm næmingar áðrenn farið var til verka eins og somu næmingar, tá dagurin var hálvrunnin. Næmingarnir eru Dania Tausen, ið gongur í Tofta Skúla, Jórun Maria Dalsgaard, ið gongur í Felagsskúlanum á Oyrabakka, og Karla Hansen, Tóra Isaksen og Steintóra Sørensen, ið ganga í Ósáskúlanum í Klaksvík...
2014-01-28
55 min
In mente
In Mente, Nýggjar bøkur og Bókadagar
Vit hitta Páll Nolsøe, sum í hesum døgum letur úr hondum nýggju krimiskaldsøguna ?Brot?. Eisini hitta vit fyrrverandi leiðaran á Vaktar- og Bjargingartænastuni, Jóan Karl Høgnesen, sum er aktuellir við bókini ?Søgan um vaktarskipið Nólsoyar Páll?, Hanus Kamban, sum hevur umsett bókina Daphnes og Chloe úr frumgrikskum, og Oddfríð Marna Rasmussen, sum hevur latið úr hondum tvey yrkingasøvn: ?Eg eri næstur?, ið eru egnar yrkingar, og ?Tú veitst ongantíð?, ið eru týðingar eftir Ron Padgett. Harumframt tosa vit við Helle Thede Johansen, ið er forkvinna í Rithøvundafelagi Føroya, nú stundar...
2013-11-19
55 min
In mente
In Mente, Sangur í mjørka
Í mentanarálmanakkanum frætta vit um fimtu bókina í røðini Lætt & leskiligt, Economusée, kunningartiltak um norðurlendskar stuðulsmøguleikar, eins og forvitnisliga konsert við heimstónleiki.Í sendingini hoyra vit Elina á Rógvi, Súsonnu Tórgarð, Hanus Kamban, Halldis Joensen, Jóhonnu á Tjaldrafløtti, Elisabeth Akursmørk, Olgu Biskopstø, Ann Ellingsgaard og Fróða Vestergaard.
2013-11-05
59 min
Tíðarinnar bakspegil
Tíðarinnar bakspegil: 1988, 4 (4)
1988 var eitt fjølbroytt og spennandi tónleikaár, tá hugsað verður um føroyskan tónleik, við eitt nú fyrstu føroysku fløguútgávuni, seks lp-plátum, og einum legendariskum kassettubandi.Frændir lata úr hondum fyrstu føroyskt framleiddu fløguna, 80'ini, Elin & Kári slóða fyri við bandinum Nalja, eins og LP-klassikarar sum Gaman og álvara við Hanus, Ymiskt á leiðini við M.C., 3 við Vestmonnum, Intro við Georg eystan Á, Dreymar við Av & Á, og fløgan Til allar vinir við Blátt síggja dagsins ljós.Hesar eru millum hendingarnar, vit umrøða í fjórðu sendingini um árið 1988, her
2012-02-14
56 min
Tíðarinnar bakspegil
Tíðarinnar bakspegil: 1988, 4 (4), serlig netvarpsútgáva
1988 var eitt fjølbroytt og spennandi tónleikaár, tá hugsað verður um føroyskan tónleik, við eitt nú fyrstu føroysku fløguútgávuni, seks lp-plátum, og einum legendariskum kassettubandi.Frændir lata úr hondum fyrstu føroyskt framleiddu fløguna, 80'ini, Elin & Kári slóða fyri við bandinum Nalja, eins og lp-klassikarar sum Gaman og álvara við Hanus, Ymiskt á leiðini við M.C., 3 við Vestmonnum, Intro við Georg eystan Á, Dreymar við Av & Á, og fløgan Til allar vinir við Blátt síggja dagsins ljós.Hesar eru millum hendingarnar, vit umrøða í fjórðu sendingini um árið 1988, her
2012-02-14
1h 19